Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óttin fyri uppboðssøluni av fiskirættindum og kvotum hongur saman við, at talan bert er um ein útbjóðara og harvið monopol EINSAMALLUR ÚTBJÓÐARI TRYGGJAR IKKI MARKNAÐIN UPPBOÐSSØLA Árni Gregersen Ætlanin hjá landsstýrinum at selja ein part av kvotunum og fiskirættindunum hjá før­oyingum á uppboðssølu, hev­ur fingið ringa móttøku í vinn­uni. Hetta hóast talan bert er um at selja 15 prosent av kvotuni í Barentshavinum og 15 prosent av upp­sjóvar­ fiskinum um eina upp­boðs­ sølu. – Tað er væl skiljandi, at vinn­an verður ótrygg av hes­um ætlanum, sigur Fróði Magnussen, stjóri og cand. merc. – Tá ið talan bert er um ein útbjóðara, so gevur  tað ikki røttu myndina av virð­ um og av marknaðinum, sig­ ur hann. Fyri at fáa ein veruligan markn­aðarprís, so er neyð­ ugt at talan er um fleiri út­ bjóðarar og um fleiri keyp­ arar. Tað skal til um veruliga virðið á tí sum selt verður, kann staðfestast. – Er talan um bert ein út­bjóðara, so kann hann halda aftur og stýra soleiðis, at hann fær hægsta prísin, sigur Fróði Magnussen. Útlendskar hendur Eitt annað, sum skapar ófrið í vinnuni er, at vinnan væntar, at talan verður um útlendskan kapital, sum fer at verða brúktur at keypa kvotur fyri. Sjálvt um lógin sigur, at bert føroyingar eiga at sleppa at bjóða, so hevur tað víst seg kring allan heim, at eru virðir verd at fara eftir, so fer kapitalurin eftir hes­ um virðum – uttan mun til landa­mørk. – Stóru altjóða fyritøk­ur­ nar, sum McDonalds, Pepsi Cola, CocaCola og aðrar fyri­ tøkur duga at snúgva sær og hava gjørt tað í mong ár. Sami arbeiðsháttur verður eisini brúktur í fiskivinnuni og fer eisini at verða brúktur um ein uppboðssøla kemur, sigur Fróði Magnussen. Hann sigur, at trupul­leik­ in gerst enn størri tí at vit í Føroyum heldurikki sleppa at gera ta virðisøking, sum gev­ur størra vinningin. – Handilsforðingar gera, at vit noyðast at útflyta rá­ vør­una og ikki liðugt gjørda vøru. Tað kann stór­kapi­tal­ urin, sum hevur verksmiðjur í tildømis Evropa og tí eisini kann keypa rávøruna fyri ein hægri prís. Hettar verður nevnt vertikal integratón har stórkapitalurin keypir seg aftureftir í virðisketuna og brúkar soleiðis vinning í fram­leiðslu- og søluliðinum til at keypa rávøruliðið. Tá før­oy­ingar verða forðaðir í at virka í framleiðslu- og sølu­liðinum, so hava vit ong­ an kjans at bjóða uppá rá­ vøruliðið. – Koma vit hartil, so er bert stutt tíð til vit eru hús­ kallar í egnum landi, sigur Fróði Magnussen. Fróði Magnussen sigur, at uppboðssølan hevur skapt stóra óvissu í vinnuni av hes­ um, men eisini tí at vinnan ikki kennir váðan við einari uppboðssølu. Í fiskivinnuni verður eis­ ini sagt, at uppboðssølan ger, at vinnan ongantíð fer at vinna pening, fer alt um eina uppboðssølu. Hetta tí, at tá ið góðu árini eru og nógvar kvotur, tá verða prísirnir bjóðaðir upp, so lítil og ongin vinningur er eftir - og tey vánaligu árini fæst kvotan fyri lítið og lætt, men tá er onki at forvinna. Ligið sjóvarfallið av sær Nýggj samgonga kom til hálv­an september og tað er hon, sum nú boðar frá, at ein partur av kvotunum verður seldur á uppboði. Men tað var ikki neyðugt at koma so langt – Í staðin fyri bert at lata standa til, so átti vinnan at ver­ið farin til teir fýra stóru flokkarnar og saman við teimum gjørt uppskot um eina nýggja lóg um vinnu­ ligan fiskiskap, sum so kundi virka frá 2018, sigur Fróði Magn­ussen. – Flest øll dugdu at síggja at tað fór ikki at gang í longd­ ini at fiskiloyvir, sum verða útlutað ókeypis verða seld fyri stórar upphæddir, uttan at landskassin fær nevnivert. Hettar kundi tildømis verið loyst við einum serskatti fyri sølu av fiskiloyvum, har­til kundi vinnan lagt upp til at rinda tilfeingisrentu av “yvirnormalum” vinningi í rakstrinum, sum síðan varð goldið í ein búskapargrunn, sigur hann.    – Hevði vinnan gjørt tað, so hevði hon eisini fingið sína ávirkan á, hvussu lógin verð­u­r. Nú er ein onnur sam­ gonga í tinginum við einari aðrari dagsskrá og tað ger tað sjálvandi truplari hjá fiski­ vinnuni. Alivinnan, hevur duga betur at haft dialog við   politisku skipanina og á ein ella annan hátt ávirka skip­anina, sigur hann. Fróði Magnussen, cand. merc. vísir á, at talan als ikki er um veruliga uppboðssølu, tá ið bert ein útbjóðari er Kvotan í Barentshavinum skal eftir ætlan partvís verða seld á uppboðssølu, men við einum útbjóðara fæst heldur ikki rætta virðiðå