týsdagur 8. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Partur av fænum frá Sjúkrakassagrunni Føroya verður nú brúktur til eina
nýggja masterútbúgving innan heilsuøkið á Fróðskaparsetrinum
SJÚKRAKASSAPENGARNIR
TIL FRÓÐSKAPARSETRIÐ
Danjal av Rana
Tá Heilstrygd var stovnað
og gomlu sjúkrakassagrunn
arnir avtiknir, var spurn
ingurin, hvat avlopið av fæ
num skuldi nýtast til. Í mai
2012 samtykti løgtingið, at
seta á stovn Sjúkrakassa
grunn Føroya, sum skuldi
veita stuðul til átøk og verk
ætlanir, sum kunnu menna
heilsuøkið í Føroyum.
Í 2013 var so sjúkrakassa
grunnurin settur á stovn og
í 2014 lat Sjúkrakassagrunn
urin
Granskingarráðnum
fæið at umsita. Talan var um
22,8 milliónir krónur, sum
Granskingarráðið skal út
luta, eftir leiðreglum, sum
Sjúkrakassagrunnurin hevur
gjørt.
Nevndin í sjúkrakassa
grunninum gjørdi av, at
fæið skuldi lýtast út á trý
høvuðsøki. Fyrsta høvuðsøki
er stuðul til upplýsandi og
mennandi tiltøk, umframt
kanningarverkætlanir, sum
kunnu menna heilsuøkið.
Hetta økið fekk fýra milli
ónir og fyrr í ár vóru fyrstu
játtanirnar givnar av hesi
kontu. Annað útbjóðingar
umfar verður seinni í ár.
Annað
høvuðsøkið
er
stuðul til menning og gransk
ing á fimm ávísum heilsu
økjum. Økini eru heilsa sum
sosialt
fyribrigdi,
heilsa
sum medisinskt fyribrigdi,
hjartasjúkur,
krabbamein
og sálarfrøðilig heilsa. Hetta
høvuðsøkið fekk tilsamans
11,8 milliónir kr.
Triðja
høvuðsøkið
er
stuðul til at menna gransk
ing á ella í samstarvi millum
Fróðskaparsetrið og Sjúkra
húsverkið og møguliga aðr
ar viðkomandi føroyskar
stovnar á trimum raðfestum
heilsuøkjum.
Økini
eru
ígongdsetan av einari ella
fleiri
masterútbúgvingum
á
Fróðskaparsetrinum
í
heilsuvísindum og sosialum
arbeiði, stuðul til eina ella
fleiri ph.d. verkætlanir í
heilsuvísindum, fólkaheilsu
ella sosialari heilsu og stuðul
til virksemi hjá leiðandi vís
indastarvsfólkum í heilsu
vísindum, fólkaheilsu ella
sosialari heilsu. Til hetta
høvuðsøkið eru 7 milliónir
kr. tøkar.
Tað eru hesar seinastu 7
milliónirnar, sum eru horna
steinurin undir samstarvs
avtaluni sum Fróðskapar
setrið,
Landssjúkrahúsið
og Deildin fyri Arbeiðs- og
almannaheilsu undirskriv
aðu í Heilsu- og Innlendis
málaráðnum í gjár.
Játtanin, sum nú er latin
hesum samstarvinum mill
um Fróðskaparsetrið, Lands
sjúkrahúsið og Deildina fyri
Arbeiðs- og almannaheilsu,
skal nýtast til stovnssetan
av
eini
masterútbúgving
innan heilsuøkið, til stuðul
til ph.d.-verkætlanir í heilsu
vísindum, fólkaheilsu ella
sosialari heilsu og til setan
av vísindastarvsfólki í somu
greinum.
Slóðbrótandi samstarv
– Hetta er eitt slóðbrótandi
samstarv
innan
heilsu
gransking, segði Sirið Sten
berg,
landsstýriskvinna
í
heilsumálum í røðu síni.
Hon vísti á, at granskingar
umhvørvi í Føroyum er lítið
og viðbrekið enn, hóast talið
á granskarum gerst alsamt
størri, og tí fegnast hon um,
at nakað av játtan nú verður
eyðmerkt til víðari gransking
á heilsuøkinum.
Størsti parturin av játt
anini fer tó til at seta á stovn
nýggju masterútbúgvingina
innan heilsuøkið, sum Fróð
skaparsetur
Føroya
skal
bjóða teimum lesandi.
– Hetta er ein gyltur
møguleiki hjá okkum at
lyfta førleikarnar, vit hava
í Føroyum. Vónandi fer
hetta at geva landinum
eitt betri grundarlag til
viðgerðir og raðfestingar,
og fer tað at koma øllum
heilsuverkinum og borgar
um landsins til góða, segði
landsstýriskvinnan.
Eitt vísindafólk skal set
ast og knýtast at hesi út
búgvingini. Annika Sølvará,
stjóri í Granskingarráðnum,
segði, at nýggja útbúgvingin
er ásett at byrja 1. septembur
2016. Hon verður skipað sum
ein hálvtíðarútbúgving, tað
vil siga, at hon fer at taka
fýra ár.
– Hetta fer heilt víst at
geva okkum nýggja vitan
innan fyribyrging og viðgerð
av sjúkum, og vónandi fer
hetta eisini at menna sosiala
økið á mangan hátt, segði
Annika Sølvará.
Sigurð
í
Jákupsstovu,
rektari á Fróðskaparsetri
num, hugleiddi um sym
bolska týdningin av, at tað
var peningur úr sjúkrakass
unum, sum nú varð nýttur til
gransking.
– Fæið í sjúkrakassa
grunninum er jú nakað, sum
vit øll hava rindað inn í, og
tí er tað upp á sítt pláss, at
peningurin nú verður nýttur
til at menna alt føroyska
samfelagið, segði hann.
–
Nýggja
útbúgvingin
gevur okkum møguleikan at
útbúgva fakfólk til føroyska
heilsukervið í enn størri mun
enn áður, og tað fegnast við
sjálvandi um, segði Sigurð í
Jákupsstovu í røðu síni.
ÚTBÚGVING
Nógv fólk var komið á tíðindafundin í Heilsumálaráðnum, tá samstarvsavtalan varð undirskrivað
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, Pál Weihe, stjóri
á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Annika Sølvará, stjóri í
Granskingarráðnum, og Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum,
helt røðu, tá sáttmálin varð undirskrivaður