Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 10 Sosialurin Minni skattur til lægru inntøkurnar fyri í Løgtinginum í dag Landsstýrið hev­ ur gjørt eitt nýtt uppskot um skattalætta til lág- og miða­ linntøkurnar Árni Gregersen So at siga allir flokkar lovaðu undan valinum 1.september, at lág- og miðalinntøkurnar skulu sleppa bíligari í skatti. Nú fer tingið undir at við­ gera eitt uppskot, sum lands­ stýriskvinnan við fíggjar­ málum, Kristina Háfoss, hev­ur lagt fram. Hetta skattauppskotið gev­ur inntøkum millum 65.000 krónur og 500.000 krón­ur ein skattalætta, hóast hann ikki er serliga stórur hjá øll­um. Tey sum tjena millum 19.600 krónur og 27.500 krón­ ur um mánaðin fáa hægsta skatta­lættan. Her fer lættin í lands­skattinum at gera, at skatt­urin lækkar við 700 krón­ um um mánaðin næsta ár. Tilsamans fáa góð 28.000 fólk ein skattalætta, men 4000 teirra fáa ein lætta, sum er minni enn 100 krónur um mán­aðin. Meira enn 6000 skatta­ gjald­arar fáa hægsta skatta­ lættan, sum er 700 krómur um mánaðin – ella 8.400 krón­u­r um árið. Skattastigin, sum er gald­ andi, ger, at ongin lands­ skatt­ur verður goldin av upp­ hædd undir 65.000 krónum um árið. Samlaði skattalættin til lág- og miðalinntøkurnar fer at kosta landskassanum 137 milljónir krónur. Sami botnfrádráttur hjá kommununum Broytingarnar í skattalógini vóru upprunaliga ætlaðar at vera eitt samstarv mill­um lands­kassan og komm­un­ur­nar. Tað er soleiðis, at komm­ un­ur­nar taka skatt­in mun­ andi fyrr enn lands­kassin, so fyri at fáa alt at ganga upp uppá ein lagaligan máta, so var ætlanin, at landskassin skuldi rinda kommununum fyri, at kommunali botnfrá­ drátturin fór upp. Kommunali botn­frá­drátt­ urin er tí framvegis 30.000 krón­ur. Hetta eydnaðist ikki, tí semja var ikki millum komm­ unurnar um hvussu hetta skuldi gerast umframt at fíggingin frá landkassanum var sett saman á ein hátt, sum fekk kommunurnar at ivast í um tað var ein haldbar loysn. Í staðin fyri at fara inn í nýggjar samráðingar við kommunurnar, so avgjørdi landsstýriskvinnan við figgjarmálum, Kristina Há­ foss, heldur at koma við ein­ um øðrum uppskoti. – Hetta uppskotið gevur stórt sæð sama skattalætta, men hesin lættin verður bert latin í landsskattinum, segði hon. Núverandi skattastigi er soleiðis, at ongin lands­skatt- ur verður rindaður av fyrstu 65 tús. kr. í skattskyldugari inn­tøku. Av allari inntøku oman fyri 65 tús. kr. verður rindað 20 prosent í landsskatti. Av inntøku omanfyri 500 tús. kr. verður umframt tey 20 prosent rindað fimm pro­sent eyka. Fyri tann part­in av inntøkuni, ið fer upp um 800 tús. kr., verða um­framt tey 25 prosentini løgd eyka fimm prosent aft­ urat, soleiðis at skatturin av inntøku omanfyri 800 tús. kr. gerst 30 prosent. Samdøgufrádrátturin burtur Umframt at skattalógin sjálv verður viðgjørd á tingi í dag, so verður eisini gjørdi ein onn­ur størri broyting. Samdøgurfrádrátturin, sum var broyttur 1. jan­u­ a­r til 2013 til bert at um­fata fiskimenn við norður­lendsk­ um og DIS-skipum, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, verður nú avtikin. Talan er um ein frádrátt uppá 300 krónur fyri hvørt samdøgur. Í uppskotinum verð­ur mælt til at strika sam­døgurs­ frádráttin frá 1. januar 2016. Hetta fer í størri mun, at javn­seta føroyingar, ið eru við føroyskum fiskiskipum, og føroyingar, ið eru við út­ lendsku­m fiskiskipum. Mett verður hartil, at tal­ an er um skattgjaldarar, sum í flestu førum ikki hava stór­ vegis persónligar ferða- og uppi­halds­útreiðslur í sam­ bandi við at vinna skatt­ skyld­ugu inntøkuna. Harumframt eru persón­ ar, ið eru við fiskiskipum utt­an­lands, eisini fevndir av § 25a, sum gevur rætt til ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni á 14 prosent av inn­tøkuni upp til 470 tús. kr. (sonevndur fiskimanna­ frá­dráttur), og fyri DIS-inn­ tøku er galdandi, at hon ikki rindar inntøkuskatt í Før­oy­ um. At samdøgufrádrátturin verður avtikin fer at spara lands­kassanum tríggjar mill­ jónir krónur. Lógaruppskot verða van­ liga send til hoyringar, men hetta er ein lóg, sum hevur tilknýti til fíggjarlógina, so landsstýrið sigur, at stundis hava ikki verið at senda hetta uppskotið til hoyringar. Ávísir prestar nokta fyri at skriva lestur til Kringvarp Føroya, tí at samsýningin er ov lítil. Tað skrivar kringvarpsleiðslan í einum innanhýsis skjali, sum leiðslan tó hevur sent Mentamálaráðnum sum part av einum svarskrivi til broytingarnar í kringvarpslógini LÝGUR UPP Á PREST­ARNAR TÍÐINDI Danjal av Rana Í viðmerkingunum til átrún­ aðarligu sendingarnar í Kring­varpinum skrivar kring­varpsleiðslan, at sam­ sýn­ing­in fyri at skriva morg­ un­lestrar, andaktir og líkn­ andi ikki er dagførd í mong harr­ans ár. – Summir prestar nokta fyri at skriva lestrar, tí sam­ sýningin er so lítil, skrivar kringvarpsleiðslan og metir, at ein hækkað samsýning fer at kosta stovninum 200.000 krónur. Armgarð Arge, sum er sam­skipari av átrúnaðarligu sendingunum hjá Kring­varp­ inum, er skelkað, tá inni­hald­ ið í skrivinum verður endur­ givið henni. – Hatta er ein lodrøtt lygn. Eg havi sjálv ábyrgd av at ringja til prestar og biða teir gera morgunlesturin, og ikki ein tann einasti hevur nakrantíð sagt nei, sigur hon. Hvaðani upplýsingin, um at summir prestar skulu nokta at hava morgunlesturin stav­ ar, veit hon ikki at siga. Dia Midjord, kringvarps­ stjóri, hevur sent svarskrivið við innanhýsis skjalinum til Mentamálaráðið. Hann er skjót­ur at vísa á, at inn­an­ hýsis skjalið ikki er meint sum eitt hoyr­ings­svar til Menta­mála­ráð­ið um spurn­ ingin við­víkj­andi broyt­ing­ unum í kring­varps­lógini. – Vit hava sent eitt hoyr­ ingssvar, har vit viðmerkja einstaku uppskotnu broyt­ ing­arnar í lógini. Har­um­ framt hava vit sent Menta­ mála­ráðnum eitt innan­hýsis skjal, sum vit hava gjørt, fyri at vísa, hvør okkara veruligi tørvur er, sigur hann. Dia Midjord váttar tó, eftir at hava kannað málið, at óhepna orðingin um prest­ar­ nar er skeiv. – Tað er satt, at sam­sýn­ ingin ikki er dagførd síðani 1990, men tað passar ikki, at nakar prestur hevur nokt­ að at skriva lestur. Tað er tó nevnt á onkrum fundi, at vit burdu hækkað sam­ sýn­ingina fyri at gera tað hugaligari hjá prestunum at taka hesa ábyrgdina á seg. Men sum sagt, eingin prestur hevur noktað at skriva lestur fyri Kringvarp Føroya, sigur stjórin í Kringvarpinum. Dia Midjord sigur, at í løtuni rindar stovnurin um 100.000 krónur í sam­sýn­ ing­um til prestar og onnur í sam­band við átrúnaðarligu send­ingarnar í Kringvarpi Føroya. Sambært innanhýsis skjal­inum skal játtanin til samsýningar hækkast við 200.000 krónum. – Hetta eru sendingar, sum vit meta, at vit eiga at senda sum ein Public Service stovn­ur, sigur Dia Midjord. Inannhýsis skjalið ber heitið »Kostnaðurin at reka Kringvarp Føroya og veruligi kostnaðurin at reka ein Public Service Miðlastovn« og er skrivað síðst í 2015, sæst av formælinum til skriv­ið. Í skjalinum vísir kring­varps­ leiðslan á, hvørja játtan ein­ støku økini á stovninum fáa, hvørjar betringar, stovnurin kundi hugsað sær, og hvør samlaða játtanin skuldi ver­ ið, um stovnurin veruliga skuldi røkt sínar Public Ser­ vice skyldur til fulnar, sum stovnurin sjálvur mál­ber seg. Í skjalinum skrivar kring­ varps­leiðslan, at tørv­ur er á tveimum tíð­inda­fólk­um afturat til at gera bak­grunds­ send­ing­ar og kjaksendingar. Tørv­ur er eisini á tveimum tíð­inda­fólkum afturat til at betra tíðinda­flutn­ing­in í Degi og Viku. Eisini er tørv­ ur á tveimum tíðinda­fólk­um afturat, um kring­varp­ið ­skal senda tvær doku­men­t­ar­ sendingar afturat um mán­ aðin. Tvey fólk aftur­at skulu arbeiða við heima­síðuni kvf. fo. Kringvarpsleiðslan skriv­ ar í skjalinum, at ynskiligt er at fáa Dag og Viku á skránna aftur mikukvøld, men at hetta krevur seks starvsfólk aftur at, trý tíðindafólk og tríggjar fotografar. Leiðs­lan hevur einans ført kost­nað­in av teimum trim­um tíð­inda­ fólk­unum á listan, og kostar tað 1,3 milliónir krónur. Við øllum broytingunum ynsk­ir kringvarpsleiðslan eina økta játtan til aktuelt- deild­ina á yvir 5 milliónir krón­ur. Játtanin til ment­ anar­deildina skal økjast við 3,9 milliónum krónum, til tøkni­liga útgerð við 2,7 milli­ ónum krónum og til um­sit­ ing og íløgur við nær­um 2 m­illiónum krónum aft­ur­at. Samlaða hækkanin, sum kringv­arpsleiðslan kundi hugs­að sær, er sostatt yvir 14 millónir krónur fyri at gera Kringvarp Føroya til ein veru­ligan Public Service Miðla­stovn. Vit hava tó eitt dømi, har tað vísir seg, at upphæddin, sum verður sett á, 200.000 krónur, er tikin meir ella minni úr leysari luft og at grundgevingin fyri hesi neyðugu hækking av játt­ an­ini er ósonn. So er spurn­ ing­urin, hvussu stórt álit kann festast til restina av innihaldinum. Dia Midjord heldur fast við, at talan er um eitt innan­ hýsis skjal. Tó so, skjalið er sent til Menta­mála­ráðið og limir­nir í mentanarnevnd løg­tingsins til kunningur, nú teir viðgera broytingar í kringvarpslógini, har ímill­ um, hvussu játtanin til Kring­varp Føroya skal fáast til vega.