Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Vit selja í Vágsbotni fríggjamorgunin 11. desembur frá kl. 9.00 UTTASTOVUGARÐURIN á Sandi - 211870 SANDEPLI TIL SØLU Optikhandilin í Vági til sølu Áhuga kunnu maila: urogoptik@gmail.com ella ringja: 373232 HANDIL TIL SØLU Taka ímóti nýggju tyrluni Nýggja tyrlan hjá Atlantsflog er av sama slagið, sum AW 139 tyrlan, ið felagið átti frá 2008 til 2011 Eirikur Lindenskov Atlantic Airways hevur keypt tvær nýggjar tyrlur av slag­num AgustaWestland 139, ið m.a. skulu røkja rutu­ flúgv­ingina fyri Strand­fara­ skip Landsins og tyrlu­til­ búgv­ingina fyri MRCC. Tann fyrra av hesum nýggju tyrlunum er nú kom­ in til landið, og í tí sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í hangarinum hjá Atlantic Airways hósdagin 10. desember 2015 klokkan 15. Manningin hjá Atlantic Air­ways er rættiliga væl fyri at taka nýggju tylruna í nýtslu, tí tær hava flogið við tyrlum av sama slagið líka síðani 2008, tá Atlantic Air­ways tók fyrsta stigið at endurnýggja tyrluflotan við einari AW 139, sum varð keypt til frálandavirksemi. Hon var í oljuflúgving í Før­ oy­um, í Hollandi og í Dan­ mark, áðrenn hon var seld til týska felagið Wiking Heli­ copt­ers. Seinni leigaði felagið tyrluna aftur í samband við leitiboringar í Føroyum. Flog­skipararnir hava hildið sínar royndir við líka øll árini, og tað kemur væl við, nú hendan nýggja tyrlan skal á flog í Føroyum. Nú kostar tað 40 krónur fyri túrin Á nýggjárinum lækkar prísurin fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin við persónbili Eirikur Lindenskov Túrahaldini lækka 20 pro­ sent, úr 50 krónum niður í 40 krónur, og árshaldini lækka 14 prosent, úr 700 krón­um niður í 600 krónur um mán­ aðin. Ferðslan í Norðoyatunli­ num er vaksin støðugt, síð­ ani hann lat upp. Tá árið 2015 er av, hava væntandi knapt 900.000 akfør koyrt í Norð­ oyatunlinum í ár. – Higartil í ár – frá januar til november – er ferðslan økt við seks prosentum í mun til sama tíðarskeið seinasta ár. Økta ferðslan saman við lækkandi rakstrarkostnaði hevur havt við sær javnt fall­andi prísir so hvørt, sum rokn­skaparliga støðan er betrað, sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Tí er nú grundarlag fyri at lækka prísirnar fyri at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Størsta lækkingin er uppá 20 prosent. Prísirnir í Norðoya­tunli­ num broytast soleiðis: • Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar úr 50 krónum niður í 40 krónur fyri hvønn túr. • Árshaldini lækka úr 700 krónum niður í 600 krón­ ur um mánaðin. • Fyri tey, sum hava árshald í báðum tunlunum, verð­ ur prísurin 1.000 krónur um mánaðin. • Tað verður eingin prís­ broyt­ing fyri einkultar túrar og akfør longur enn 6 metrar. Hóast príslækkingina í Norð­oyatunlinum, so kunnu hald­ini eins og áður nýtast í báðum tunlunum. Tá farið verður gjøgnum Norð­oya­ tunnilin verða 40 krónur trekt­ar, meðan 30 krónur fara av haldinum, tá koyrt verð­ur í Vágatunlinum. Príslækkingin hevur við sær, at P/F Norðoyatunnilin væntandi fær 3,8 milliónir krónur minni í inntøkum í 2016. Seinasta príslækkingin í Norðoyatunlinum økir um prísmunin millum ferða­ kost­naðin hjá teimum, sum hava hald og teimum, sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 2,5 ferðir so ofta gjøgnum Norðoaytunnilin fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Á heimasíðu fe­ lagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túra­ hald kann ognast fyri úr 600 krónum. Jólaaftan í KFUK Jólaaftan verður hildin í KFUK kl. 18. Vil tú verða saman við okkum so ring 31 19 28 / 21 18 24. Tilmeldingarfreist: Mánadagin 21. desember kl. 18.