Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 22 Sosialurin www.sunda.fo Dagstovninum við Stórheygg søkir pedagog ella hjálparfólk Søkt verður eftir einum pedagogi til barna­ garðs bólkin á Dagstovninum við Stórheygg í Hósvík. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, at byrja 15. januar 2016 ella eftir nærri avtalu. Vit ynskja, at tú hevur • hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri børnini • virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu • hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum • góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða • eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika • ein stovn í støðugari menning • eitt arbeiðspláss, har vit í felag lyfta uppgávurnar Setunarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs gevarafelagið. Um eingin skikkaður pedagogur søkir verður starvið sett við fólki við viðkomandi førleikum. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Clementsen, leiðara, á tlf. 297255 Umsóknir við avritum av prógvi v.m. skulu sendast beinleiðis til Dagstovnin við Stórheygg Áarvegur 3 420 Hósvík ella við telduposti til: storheygg@sunda.fo Umsóknir mugu vera dagstovninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. desember 2015. Í Sunda kommunu eru tríggir dagstovnar: á Oyrarbakka, í Hvalvík og í Hósvík. Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík hevur í løtuni 34 børn og 9 starvsfólk. Fyrst í komandi ári koma at ganga 9 børn í vøggustovu, 12 í barnagarði og 13 í samansettu stovuni skúlabólkur og frítíðarskúli. Leiðararnir á teimum trimum dagstovnunum í kommununi hava eitt gott og tætt samstarv sínámillum í samráð við kommununa. Sosialurin 341800 Eysturoyar apotEk Søkt verður eftir farmakonomi og farmaseuti fyri starvsfólk í farloyvi Farmakonomstarvið fevnir um 40 tímar um vikuna (ella eftir avtalu) og farmaseutstarvið fevnir um 20 tímar um vikuna. Setan skjótast til ber og fyribils tíðaravmarkað fyri árið 2016. Til bæði størv vænta vit: • at tú ert fakliga væl fyri • at tær dámar at avgreiða viðskiftafólki • at tú hevur góð samarbeiðsevnir • at tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi • at tú ert álítandi og arbeiðssom/ arbeiðssamur • at tú møtir væl upp • at tú hevur royndir innan apotekarbeiði Farmaseutstarvið fevnir um ábyrgd fyri fag ligari ráðgeving á apotekinum. Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum skranki. Um sóknarfreist 21. december 2015 og setan skjótast til ber. Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og farmakonomfelagið. Løn efti rsáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark. Meira fæst at vita við at venda sær til Ingun Hansen, apotekara ella Petsy Midjord, leiðandi farmakonomi. T-post adr.: ingun. hansen@apotek.fo ella petsy.midjord@ apotek.fo Skrivlig umsókn, saman við prógvi, CV og møguligum ummælum, skulu sendast til: Eysturoyar Apotek Mýravegur 6 FO – 620 Runavík Telefon 473400 www.apotek.fo eysturoyar@apotek.fo Ein gyllin uttangarðs við tilhoyrandi innan­ garðsjørð á Skála til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verður 1 gyllin Innan Gjógv, Skála við innangarðs ognunum og matr. nr. 433a, Skáli umframt partur av matr.nr. 478, Skála við hesum lýst til sølu. Innangarðslutirnir eru sambært tingblaðnum ikki víddarroknaðir. Áhugaði kunnu venda sær til skrivstovu okkara. AdvokAtvirkið J.H. Schrøtersgøta, Postsmoga 85, 110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71, sigrid@advokatvirkid.fo www.advokatvirkid.fo Námsfrøðingur til Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 5 Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarheimið í Skrivaragøtu. Talan er um eitt er tíðaravmarkað starv, fyribils i 4 mánaðar 20 tímar um vikuna, frá 1.1.16 ella skjótast gjørligt. Frítíðarheimið er eitt umlættingarheim, fyri heimabúgvandi fólk við menningartarni. Heimið er ein sjálvsognarstovnur. Starvið er í ymiskum vaktum- kvøld, nátt og vikuskiftisvaktir. Arbeiðið er at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær eina trygga og innihaldsríka umlættingartíð. Vit vænta: - at tú ert námsfrøðingur - hevur royndir innan økið - hevur hug og hegnið til at arbeiða í einum námsfrøðiligum umhvørvi og - hevur koyrikort til persónbil. Setananartreytir: Setanar og lønartreytir, eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Umsókn: Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, v.m., skal sendast til Frítíðarheimið á Skrivaragøtu 5, Fo 100 Tórshavn ella sum teldupost á friskriv@av.fo . Nærri upplýsingar um starvið fáast, við at venda sær til Guðrið Nicodemusardóttir, virkandi leiðara á tlf. 313353/297454 Freist: Umsóknir skulu verða okkum í hendi seinasta lagi 15.12-15 kl 12. www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum VILT TÚ GEVA BLÓÐ?