týsdagur 8. desember 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá elskaði sonur okkara
Guttormur Matras
f. 11.02.1966 d. 13.03.2015
andaðist og varð jarðaður.
Hetta var okkum brattur og tungur kneyki.
Tøkk øll, sum vitjaðu og uggaðu okkum. Tøkk til
øll, sum bakaðu, hjálptu okkum við jarðarferðini og
ervinum.
Tøkk til Hera Joensen fyri góða talu í
Kirkjugarðsgarðskapellinum, til sangarar og til
øll, sum mintust hann við blómum og lótu gávu til
Fjálva. Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvílarstað.
Familjunnar vegna
Torgerð og Michael
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu tá
kæra mamma, vermamma, omma, langomma og
olduromma
Bertina Johansen
Sandavágur
f. 18.04 1916 d. 06.09.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Tykkum,
ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, takka vit
hjartaliga. Ein tøkk til starvfólkini á Mørkini fyri
umsorgan tykkara. Takk fyri blómur og kransar og
takk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár, øll somul.
Børnini við familju
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður,
pápi, abbi og langabbi okkara
John Johan Johannesen
vanliga nevndur John á Selatrað
f. 08. oktober 1935 og d. 19. juli 2015
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri allar heilsanir, og til tykkum, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað,
Familjunnar vegna
Dagmar, Tóra, Øssur, Ása
og Tróndur við familju
Vit vilja takka øllum teimum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og
oldurabbi
Thor Andersen
andaðist og varð jarðaður.
Takk tit øll, sum fylgdu honum til seinasta
hvíldarstað hansara. Ein serstøk tøkk til prest,
urguleikarar, sangarar, berarar og øllum tey, sum
hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og annars
øllum, ið stuðlaðu okkum og minni hansara við
blómum, kransum og gávum til Argja kirkju.
Vegna familjuna
Viola Andersen
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá okkara kæri
Jógvan Kári Waag Jacobsen
f. 22. nov. 1943 d. 22. aug. 2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkini á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri
ta góðu umsorgan, tryggleika og menniskjasligheit,
ið tit sýndu honum. Eisini ein hjartans tøkk til øll
starvsfólkini á Hotel Tórshavn, sum hava verið um
hann, tær mongu ferðirnar, hann var har.
Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri vøkur og
troystarrík orð.
Tøkk til tykkum øll fyri sýnda samkenslu á ein
og hvønn hátt, og fyri alla ta hjálp, vit fingu til
jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu babba til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Elin K. Jacobsen
Hjartaliga takki eg øllum fyri sýnda samkenslu, tá
Poul Arthur Hansen
f. 12/7-1933 d. 9/4-2015
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum vóru um hann,
á hansara sjúkralegu.
Familjunnar vegna
Jógvan Hansen
eblaðið
sos.fo