Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 6 Sæð á Facebook: »At kvf samanber máltalvuna sum stendur við Løkin og tær í Gundadali og Argjum, er sum at samabera ein ipad við eina Casio roknimaskinu frá 1983« Bjarni Hammer, løgtingslimur Javnaðarfloksins av Tvøroyri, lovaði undan løgtingsvalinum, at um hann varð valdur á løgting, skuldi hann bjóða til ball fyri ferðaískoyti, sum hann fekk frá løgtinginum Bjarni Hammer var av tí fatan, at 55.000 krónur er alt ov nógv at rinda sær í ferðastuðuli, og tí lovaði hann longu undan valinum, at bera nakrar av hesum skattakrónum aftur, við at skipa fyri einum gildi undan jólum. Upprunaliga var gildið sett at vera 6. desembur, men í kvøld eru veitsluboð komin frá løgtingsliminum. – Við hesum vil eg bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu í Tvøroyrar Klubba fríggjakvøldið 11. desember kl. 20:00. Okkurt gott verður til matna, okkurt leskiligt afturvið og undirhald verður eisini á skránni við skemti og tónleiki, skrivar hann í innbjóðing til veljarar sínar. – Hann vísir á, at mong lyfti vera givin undan einum vali, ikki øll kunnu haldast, men hetta er so eitt, sum hann ikki tørvar at samla meiriluta í tinginum aftan fyri, fyri at kunna halda. Hetta vikuskiftið er merkt av, at Geyta virðislønin verður latin í Norðurlandahúsinum Ú tselt er til tiltakið, har áhoyrararnir vera vitni til fleiri føroyskar filmar, sum eru latnir úr hondum undanfarna ár. At hendan vinnan er so mikið væl fyri, er einki minni enn eitt bragd. Mangan hava vit hoyrt frá hesi vinnuni, at tey ikki hava tær bestu fíggjarligu umstøðurnar at virka undir, men kortini er so mikið latið úr hondum, at ein reel kapping er millum tey innkomnu uppskotini til Geyta virðislønina - og millum hvørjir filmar skulu sýnast á sjálvum tiltakinum! Hóast mong helst vilja vera við, at okkara filmsvinna framvegis er í byrjunarstigi, so er eingin ivi um, at eldsálirnar handan filmslistina hava megnað at avrikað mangt, ikki orsaka av almennum stuðli í víðastu merking, men heldur uppá "trods" av vantandi raðfesting av hesi vinnu. Og tey hava enntá eisini megnað at vunnið sær viðurkenning uttanfyri landoddarnar. At vit hava bløð, portalar, útvarp, sjónvarp, tónleik, lýsingar og nú eisini fleiri filmar á føroyskum, hevur ivaleyst stóran týdning fyri okkara samleika sum tjóð. Vónandi fær filmsvinnan betri karmar at virka undir framyvir, og vónandi megna okkara dugnaligu listafólk at geva okkum enn meira av tí góða á føroyskum. Og so hevði tað nú heldur ikki bilað, um sjónvarpsskráin hjá KVF var minni merkt av donskum og amerikonskum filmum, og meira merkt av Sakaris Stórá og hinum. Gott filmsvikuskifti. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 8-13 m/s 2-7 m/s 3-8 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettingsæl. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og fýra hitastig. Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, um náttina snarar í ein landsynningi og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin um dagin millum frostmarkið og fimm stig, um náttina millum 1 og 6 stig. Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, og turt og yvirhøvur skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 7 stig. Týsdagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan og øtlar nakað. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig. Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettingsæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og fýra stig. Vikan ið fór samhaldsfesti kensla av samanhaldi og samábyrgd (at hjálpa og stuðla øðrum), javnaðarflokkurin byggir á tey trý grundvirðini: frælsi, javnstøðu og ~ [da. solidaritet]; Í kjakinum um pensjónsviðurskiftini, hevur dúgliga verið tosað um Samhaldsfasta og grundupphæddina í Fólkapensjónini. Landsstýrið hevur í hyggju at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, meðan útgjaldið frá Samhaldsfasta skal hækka. Um orðið "samhaldsfesti" sigur Sprotin: Tey lokalu pensjónistafeløgini kring landið skipa fyri at fáa savnað undirskriftir inn ímóti ætlanini hjá samgonguni at skerja fólkapensjónina, og ætlanin er at handa Løgtinginum undirskriftirnar, áðrenn tingið skal atkvøða um at skerja grundupphæddina við 580 krónum. Rættiliga fitt av vindi hevur verið hesa vikuna, og av løgreglustøðini siga tey, at fleiri fráboðanir komu um vindskaða. Náttina til fríggjadagin vóru heili 59 m/s í hvirlunum. Arsenal og Chelsea er millum tey 16 liðini, sum eru víðari til Champions League endaspælið. Mánadagin var sendingin "Heðin og Havnin" í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Eftir sendingina hevur kjak stungið seg upp um hvørt lóg um kommunala útjavning skal setast í verk, og um eftirlitið við fíggjar viðurskiftini hjá kommununum skal herðast. Góðu búskaparligu tíðirnar í Føroyum endurspeglast ikki bara í lága arbeiðsloysinum, men eisini í talinum av útgoldnum lønum. Fyri triðja mánaða á rað eru nevniliga vøksturin á útgoldnum lønum voksið við meira enn 2,5 prosent, og hava lønirnar seinastu tveir mánaðirnir ligið yvir 700 milliónir krónur um mánaðin. »Samhaldsfasti« Nú verður ballið hjá Bjarna Takk tit stríðsfólk handan føroyska filmslist MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt síður av keiputekningum hjá Jógvani á Høvdanum av Sea Shepherd, vera nú útgivnar í bók. Teknirøðin verður í A5 stødd og telur 60 síður av tekningum. Eftir ætlan skal bókin koma út áðrenn jól. Tað er FøroyaPrent, sum prentar teknirøðina. 60 MANGT OG HVAT Visti tú? Ferðslan í Norðoyatunnlinum er hækkað seks prosent fyrstu 11 mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og vit vænta at eini knapt 900.000 akfør hava koyrt ígjøgnum tá árið 2015 er liðugt. Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum, tá hann skal greiða frá, hví prísurin at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin verður lækkaður á nýggjárinum. Heimurin við føroyskum eygum Aftur í ár verður føroyskur filmur heiðraður í Norður landa­ húsinum. Av heili 22 innsendum filmum eru 11 valdir út at verða vístir til Geytan 2015. 11 filmaðar søgur, har heimurin verður sæddur við føroyskum eygum. Sæð á Facebook: »At bíleggja koffeinfrítt kaffi, er sum at bíleggja ein mynd av mati«