Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 48 M ótstøðuførur devuls­ skapur krógvar seg aftan fyri styttingar, IS ella SS (bæði tann týski varianturin og tann kanadiski), USA. Oftast S í slíkum áleypandi stytt­ingum. Fleiri og fleiri mótstøðuførur bakteriur, annað slag av devulsskapi, sníkja seg eisini gjøgnum heimin latin í stórar bókstavir. Tær kenna eingi landamørk og koma eisini til okkara, hóast vit ikki hava allar teirra bókstavir í okkara stavraði. Tær skíta á puritanismu og allar ismur yvirhøvur. Eitur hon ikki MRC, handan nýggja í Kina? Hjá okkum fer hon bara at eita MRS. Hon er líka bannsett fyri tað. Fyrr ræddust tey MAO úr Kina. Hann var ikki mótstøðuførari enn so, at hann doyði, kanska av onkari bann­settari stytting. Leti man vera orsøkin til all­ ar styttingarnar. Fólk tíma ikki at siga øll orðini aftan fyri styttingarnar, ella duga ikki. SMS-málið er ein long, ja, ókey, long stytting. Fólkaræðið er eisini stytt, tá val­ini eru. Flokkarnir hava hvør sín bókstav at seta ein annan bókstav frammanfyri. Ella ein kross, um eru vit samd um, at fólka­ræðið átti at verið innan fyri garð­arnar í kirkjugarðinum. Hoyrt uttan fyri eitt valstað: hvønn valdi tú? Jú, eg valdi....(strikað av sjálvsensurinum). Tað er í lagi, vit hava jú trúarfrælsi í Føroyum. Tá eg var í studentaskúla í Íslandi, á Akureyri, høvdu vit, eins og allir aðrir skúlar, ársveitslu hvønn 1.desember (1.desember í 1918 varð Ísland lýst frælst fullveldi at vera). Slíkur dagur er verdur at hátíðarhalda, hvørt ár, halda íslendingar. Tað gjørdu vit eisini við rimmar- balli á Akureyri. Tað eina árið høvdu nakrir skúlafelagar gjørt eitt musikk­verk, sum teir so spældu á full­veldisfagnaðinum. Tað kallaðist »Mamma og GT«. Tað var progressivur rokkur. Hvør mamman var, hevði ongan áhuga, eingin spurdi um tað. Men eg spurdi eitt tónaskaldið, hvat styttingin GT merkti. Styttingar vóru ikki so van­ ligar tá. Tað mást tú sjálvur gita, svaraði hann, nýklakti rokkarin, arro­gantur. Eg tímdi ikki at gita. Men haldi, at GT tá varð brúkt um bilar, sum høvdu fleiri hestar enn vanligir bilar og tí kundu koyra skjótari enn teir. Styttingar vóru ikki vanligar tá utt­an hjá bóltsfeløgum. Fólk høvdu betri stundir tá. Í sjeytiárunum bleiv Svarti september nevndur Svarti september og ikki SS her á okkara leiðum. Eingin segði heldur RB um Reyðu brigadurnar. Men PLO var so har longu tá. Máti var við, hvussu góð­ar stundir, fólk høvdu. Nú hava fólk ikki stundir til annað enn støðuloysi. Fólk, sum kallaðu tey rasistar, sum dittaðu sær til at ivast í, um tað var rætt at fáa óteljandi flótta­fólk, tey hava mist talið í øllum før­um, til Skandinavia, tey standa nú á tokstøðunum í Danmark og Svøríki og gráta. Tey noyðast at hava passið við sær, tá tey skulu til arbeiðis. Tað fer at taka so langa tíð at pendla. Tey, sum ikki vilja bera av­leið­ingarnar av sínari egnu frelsu. Ikki lurtaðu eftir rasistunum, sum søgdu, at tað var júst hetta, sum fór at henda. Tey um tað. Fólkaræðið ræður. Og viðhvørt, tað er ikki ofta, men viðhvørt er tað ført fyri at taka skjótar avgerðir. Tak tað svenska, sum setur upp marknaforðingar millum Norðurlond. Høvdu vit í Føroyum ikki fólka­ ræði, høvdu vit langt síðani havt fing­ ið allar okkara nýskipanir. Men vit hava fólkaræði. Og fólkaræði merkir tos og meira snakk, arbeiðsbólkar og fylgibólkar og tilgongdir og breiðar semjur og so framvegis allan vegin til 1.januar í 2018 og nógv longri enn tað. FR merkir ikki fólkaræði, men for­brent ráðaloysi. Ella forkolaður ruðuleiki. Forbannað rukkulív. RS = resistentar styttingar Annika Smith Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? – Spiderman. Ein av størstu trupulleikunum var tó, hvussu eg skuldi finna røttu útgerðina. Eg var 6-7 ár og búði í Sandavági, og har vóru týðiligar avbjóðingar, sum eg tíverri ikki kundu loysa. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At vit raka hárini av bringuni hvønn dag – bara fyri ikki at geva teimum undirlutakenslur. Hvat burdu børn vitað um tað at blíva vaksin? – At tað ikki er líka so stuttligt sum at vera barn. Men at mann samstundis fer at elska at keða seg. Tað er í roynd og veru soleiðis, at tú veitst, at tú ert vorðin vaksin. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – At verða politiskt virkin. Tað er samstundis tað lættasta og torførasta, eg havi gjørt – og tað er ivaleyst galdandi fyri allar rættar dreymar. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg … … verið líkasæl um, hvat onnur halda um meg. Hvat hevði gjørt heimurin til eitt betri stað? – Um fólk oftari dugdu at siga orsaka. Ikki bara eitt grunt »sorry« í einum sms, men eitt reiðiligt andlit til andlit- orsaka. Tað er djarvt og blíðkandi. Og tað ber ofta við sær, at mótparturin tekur í egnan barm og skynir á sín part í ivamálinum. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá eg í oktober-november var ein heilan mánaða í Føroyum, og tað ein dagin IKKI regnaði. Tað seinasta tú hevur lært, er at: … 7-tabellina? Nei, tvætl – kanska at heita á hjálp í staðin fyri at halda, at hon kemur av sær sjálvum. Fólk kunnu ikki vita, at mann hevur brúk fyri teimum, um mann ikki sigur frá. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um at eg … … at eg ikki havi seymað holið í frakkalummanum enn. Eg eri troytt av at leita eftir súkklulyklunum. Enda setningin: Føroyingar áttu at … .. bjóðað Brigitte Bardot til døgurða og borðreiða við súltaðum grasi til forrætt, rástoktum grasi til høvuðsrætt og grasi í gelé til desert. BAKSÍÐAN Yrki: Kjakari og bloggari Bústaður: København