mánadagur 14. desember 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. desember 2015 · Nr. 144
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Politikkur
Tíðindi síða 5
Krevja
mál burt
urvíst
Hondbóltur
Ítróttur síða 18-19
Krogh
í brenni
deplinum
Um 17 dagar kemur nýggj lóg í gildi
um Kringvarp Føroya – gongur,
sum samgongan ætlar.
Tað er at fegnast um, at polit
iska skipanin umsíðir tekur seg um
reiggj, eftir at skiftandi landsstýris
fólk í mentamálum hava bølt á mál
inum í so nógv ár, síðani Jógvan á
Lakjuni fyri 10 árum síðani í óðum
verkum klaskaði sjónvarpið og út
varpið saman í ein stovn.
Síðani samanleggingina hevur
einki verið gjørt frá politiskari
síðu, fyri at stovnurin skal klára seg
fíggjarliga – als einki fyri at tryggja
miðlamarknaðin í Føroyum, tá so
stórar – og tíverri sera óumhugs
aðar – broytingar verða gjørdar.
Vit hava havt trý landsstýrisfólk í
mentamálum og tríggjar samgong
ur síðani tá, sum einki hava gjørt.
Privatu miðlarnir hava verið
sera misnøgdir við órættvísu kapp
ingina um lýsingarnar. Tí at kapp
ast við Kringvarpið er at kappast
við landskassan, og tað ber sjálv
andi ikki til.
Tí hevur tilmælið frá privatu
miðlunum verið, at ongar lýsingar
skulu vera í Kringvarpinum. Tað
eigur og skal ikki verða uppgávan
hjá landskassanum at selja lýs
ingar fyri at røkja ein public serv
ice stovn. Og tað skal ikki ávirka
almenna stovnin, um handilsvinn
an vil lýsa ella ikki lýsa.
Hetta verður so broytt nú. Sam
bært uppskotinum sleppur Kring
varpið ikki longur at selja lýsingar
í útvarpinum, men bara í sjónvarp
inum.
Men tað sær út sum um, at trýst
ið er stórt á politisku skipanina um,
at Kringvarpið eisini framhaldandi
skal kunna selja lýsingar. Ført
verður
fram,
at
marknaðurin
hevur brúk fyri útvarpinum, og
at
lýsingarpengarnir
annars
í
nógv størri mun og nógv skjótari,
fara uttanlands til fremandar
lýsingartænastur sum Facebook
og Google Ads og til aðrar stroym
ingsstøðir.
Undanfarna samgonga samtykti
at seta tvær milliónir krónur av til
stuðul til privatar miðlar.
Sum skilst er ikki full semja, um
lýsingarnar skulu útihýsast í út
varpinum. Hóast privatu miðlarnir
høvdu ynskt púra greiðar linjur,
so hevur tað størstan týdning, at
Kringvarpið verður leyst av lýsing
arpengunum, og at lýsingarpengar
nir koma privatu fjølmiðlunum til
góðar so ella so.
Siðbundni fjølmiðilin, tað prent
aða blaðið, er tann sum er und
ir størstum trýsti. Ynskja vit at
varðveita bløð, so er at gera, sum
onnur lond gjørdu fyri fleiri mans
aldrum síðani, at gera eina lóg um
útberingarstuðul til bløðini.
betri kor til fjølmiðlar
Í morgin týsmorgunin kl
9.30 verður Føroya fyrsta
almenna løðistøð til el-bilar
tikin í nýtslu.
SEV hevur í góðum sam
starvi við Klaksvíkar komm
unu gjørt av at seta Føroya
fyrsta almenna løðistøð til
el-bilar á parkeringsøkinum
við FK niðan fyri Nólsoyar
Pálsgøtu í Klaksvík.
Í sambandi við, at løði
støðin verður tikin í nýtslu
týsmorgunin kl. 9.30, verð
ur eitt minni hald, har snór
ur um løðistøðina verð
ur klipptur, sum siður er.
Landsstýriskvinnan í heilsu-
og innlendismálum, Sirið
Stenberg metir hesa verk
ætlan so týðandi stig á røttu
umhvørvisligu leiðini, at hon
hevur valt at vera við – eis
ini Jógvan Skorheim, borg
arstjóri og Hákun Djurhuus,
stjóri á SEV hava hvør sín
leiklut við haldið.
– Enn einaferð gongur
Klaksvík á odda, og er hetta
enn eitt frambrot innan
grøna orku, sigur Jógvan
Skorheim, borgarstjóri, og
hetta kunnu vit fegnast um,
sigur hann.
Borgarstjórin heldur tað
vera bæði jaligt og hóskandi,
at Føroya fyrsta løðistøð til
el-bilar er at finna í Klaks
vík, Hetta er sera viðkom
andi í mun til grøna orkupol
itikkin, kommunan hevur
lagt seg eftir. Eisini hevur
kommunan nú útvegað sær
tveir el-bilar.
Seinastu
árini
hevur
Klaksvíkar kommuna gjørt
íløgu í sjóhitaskipanina, sum
fer at hita stóru kommunalu
bygningarnar í Klaksvík og
spara kommununi og um
hvørvinum fleiri milliónir
litrar av olju um árið.
– Hetta er ein týðandi
íløga, sum fer at fremja
fíggjarligan og umhvørvis
ligan vinning av sær, sigur
borgarstjórin. Hann leggur
afturat, at løðistøðin til el-
bilar kann gera tað lættari
hjá bilkeyparum at velja sær
el-bilar og harvið minka um
oljubrúk og CO2-útlát.
SEV hevur útvegað hesa
fyrstu løðistøðina til el-bil
ar, har tveir bilar kunnu
løða samstundis. Løðistøðin
verður sum nevnt tikin í
nýtslu týsmorgunin kl. 9.30,
og eftir hátíðarløtuna við
løðistøðina, sum er almenn,
verður eitt lítið ábit í býráðs
salinum á Nólsoyar Pálsgøtu
32, har øll eru vælkomin.
Føroya fyrsta løðistøð í Klaksvík
– At skifta eina heila nevnd
út í senn, tað hevði ongantíð
gingið í vinnulívinum.
Orðini eigur Stine Bosse,
fyrrverandi
nevndarfor
kvinna í Kongaliga Teatr
inum – og núverandi for
kvinna í P/F BankNordik.
Tað sigur hon við danska
blaðið Politiken.
Orsøkin er, at Bert
el Haarder, mentamála
ráðharri, hevur skift alla
nevndina í Kongaliga Te
atrinum út í senn. Tað sama
gjørdi Uffe Elbæk, sum var
mentamálaráðharri undir
Helle
Thorning-Schmidt
fyri fýra árum síðani.
Og tað heldur Stine
Bosse ikki nógv um, tí so
leiðis hevði ongantíð verið
gjørt í vinnulívinum.
So er spurningurin, um
hon meinar við vinnulív
ið í Danmark. Tí í Føroy
um verður tað gjørt. Og
tað veit Stine Bosse væl.
Hon er forkvinna í nevnd
ini í BankNordik – og tað
bleiv hon, eftir at Fígg
ingargrunnurin skifti alla
nevndina út fyrr í ár.
Og avleiðingarnar av
hesi útskifting hava verið
stórar. Tveir stjórar eru
koyrdir frá, og
bankin hevur
selt eitt trygg
ingarfelag í
Íslandi.
Tað er
d a n s k i
ríkmað
u r i n ,
Henrik
L i n d
– sam
an
við
føroyska
Fíggingar
grunninum
– sum er far
in undir eina
tilgongd
at
gjalda
út
stórt
vinn
ingsbýti.
Tí
mátti nevnd
in og leiðslan
eftir øllum at
døma
skiftast
út.
So tá Stine Bosse
sigur,
at
»soleiðis
verður ikki gjørt í
vinnulívinum«,
so
passar tað ikki heilt.
Í øllum førum
ikki í tí parti
num av vinnulívinum,
sum hon varðar av...
Privatu miðlarnir hava
í fleiri ár ynskt greiðar linjur
Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar stendur í Klaksvík
Mynd: Dávur Winther
Stine Bosse gloymdi
BankNordik