mánadagur 14. desember 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
M
ass & Mia er ein nýggjur net
handil, sum selur barnaklæðir
til allar aldursbólkar við denti
á at hava klæðir, sum hava góða
góðsku og ein rímiligan prís.
Bíleggingar
verða
avgreiddar
beinanvegin og kundatænastan er á
hægsta støði, sigur Betzy Ludvig, sum
eigur og rekur fyritøkuna saman við
mammuni Hanne-Dot Ludvig.
Hugskotið til nethandilin kom av tí
at eg fleiri ferðir fór í býin at keypa
nøkur ávís barnaklæði, men hóast eg
hevði verið í øllum handlunum, fann
eg ikki tað, sum eg skuldi brúka. Eg sá
ein tørv á einum handli, sum hevur øll
vanlig barnaklæði, og at tænastan var
heilt í topp, sigur Betzy Ludvig.
Mass & Mia selur barnaklæðir,
bæði til inni- og útibrúk so sum und
irklæðir, sokkar, húgvur, handskar,
húgvur, regnklæðir, vetrarklæðir o.s.fr.
Nethandilin gongur soleiðis fyri seg,
at bíleggingar, sum eru komnar inn
kl. 16, verða pakkaðar sama dag og
lætnar Posta næsta dagin at bera
út. Kundin kann eisini heinta vøruna,
um hann ynskir tað. Vøran kann frítt
býtast um við eina aðra innan 14
dagar. Kundin kann eisini angra keypið
og fáa pengarnar aftur.
Altíð dagførdur nethandil
Vit leggja dent á altíð at hava heima
síðuna dagførda og at hava ta vør
una á goymslu, sum er til sølu í net
handlinum. Um vøran ikki er á goymslu,
verður hon tikin av heimasíðuni.
Mass & Mia hevur størt vøruúrval
av merkjum sum t.d. Joha, Melton,
Mikk-Line, Colorkids, Didrikson og
finska merkið Reima, sum er kent fyri
síni góðu vetrarklæðir. Í løtuni hava
vit basis klæðir til børn frá 0-16 ár,
men vit fara at víðka vøruútvalið til at
fevna um øll klæðir til børn.
Vit ynska at skapa ein heilt ser
ligan nethandil við tøttum tilknýti til
okkara kundar, har vit altíð royna at
møta teirra tørvi. Til dømis vóru vit
uppringdar við fyrispurningi, um vit
kundu levera ein pakka við korti úti
á føðideildini. Og so var gjørt. Annars
verða allar bíleggingar avgreiddar
beinanvegin, og kundin fær vøruna
innan 1-4 dagar. Vit leggja dent á
góða góðsku, rímiligan prís og at tæn
astustøðið er av tí allarbesta, sigur
Betzy Ludvig.
Hesa vikuna hevur Mass & Mia
opið hús soleiðis: mánadag til fríggja
dag, kl. 13-17, leygardag kl. 11-17
og sunnudag kl. 13-17. Adressan
er J. Paturssonargøtu 71 B í Havn.
Parkering við Vesturkirkjuna. Meira
um nethandilin á www.massogmia.fo
og á Facebook. Telefon nummarið er
789600.
Barnaklæðir á netinum
Betzy Ludvig og Hanne-Dot Ludvig í handlinum
Nýggjur nethandil
við basis barnaklæðum
til allar aldursbólkar
Góð góðska
og rímuligir prísir
Hesa vikuna hava vit „opið hús” soleiðis:
Mánadag til fríggjadag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl . 13-17
Leygardag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl . 11-17
Sunnudag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl . 13-17
J . Paturssonargøtu 71 B, 100 Tórshavn, tel . 789600
Parkering við Vesturkirkjuna
Keyp barnaklæðir heimanífrá!
massogmia .fo
Tænastustøðið av tí allarbesta
og altíð dagførdur nethandil