mánadagur 14. desember 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
12
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
MYNDAKAPPING
FÁ DJÓRAMYND
PRENTAÐA Í VIKUBLAÐNUM
Send myndir til djoramyndir@sosialurin.fo
Eina ferð afturat bjóðar Vikublaðið børnum at senda blaðnum fotomyndir av djórum, tað veri seg av
kettum, hundum, seyði, hestum, kaninum, fuglum og fiskum
Besta ella fittasta myndin vinnur eitt gávukort
á 200 krónur frá BR-Leikum í Havn.
Umframt vinnaramyndina verða fýra aðrar myndir
prentaðar í blaðnum.
Myndirnar skulu vera so stórar sum møguligt,
fyri at kunna taka seg væl út í blaðnum.
Myndirnar til seinastu kappingina í hesum umfari
skulu vera Vikublaðnum í hendi
hósdagin 17. desember.
Sendið myndirnar til: djoramyndir@sos.fo
Minnist til at skriva navn, aldur og
tína adressu í teldupostin.
og vinn!
H
E
S
A
V
I
K
U
N
A
VINNARIN
MYNDAKAPPING
Hetta er Jossi. Hann er fýra mánaðir
gamal. Sent myndina hevur 11 ára
gamli Helgi Poulsen í Hoyvík.
Úr Klaksvík ynskir Sofus øllum eini
góð og hugnalig jól. Sent myndina
hevur 9 ára gamla Anna Mørkøre.
tína
– Heimalambið hjá mær, Malja, hon kom til Havnar úr Skálavík, og
eftir trimum mánaðum fór hon aftur til Skálavíkar. Har býr hon
enn og er trý ár í dag. Eg vitji hana ofta, skrivar 14 ára gamla Sonja
Johannesen í Tórshavn, sum hevur sent okkum myndirnar.
– Her er mín fitti frensur við at hjálpa mær
at gera skúlating. Hann eitur Mis, og er fimm
og eitt hálvt ára gamal. Tá ið hann var tvey
ára gamal, rýmdi hann frá okkum. Vit leitaðu
leingi eftir honum, men funnu hann ikki. So vit
væntaðu, hann var yvirkoyrdur. Men so ein
dagin hevði ein vinmaður mín sæð eina mynd
hjá Djóraverndarfelagnum av einum frensi,
sum leingi hevði gingið á Sandvíkahjalla.
Hann sendi mær myndina, og vit kendu hann
aftur beinanvegin, og fóru beinanvegin at leita
eftir honum. Vit funnu hann, og tá hevði hann
verið burtur í tvey ár. Vit vóru øll so glað fyri,
at hann var komin aftur, og hann kendi seg
aftur heima hjá okkum beinanvegin, skrivar
13 ára gamli Jónas Ljósheim í Hoyvík,
sum hevur sent okkum myndina.