mánadagur 14. desember 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lítla jólaaftan ella
Tollaksmessudagur
Nú kunnu
klaksvíkingar
løða elbilin
Fleiri kvinnur
fingið
arbeiðið
seinasta árið
SEV hevur sett upp eina løðistøð til El-bilar í Klaksvík
Av tí at talan er um fyrstu løðistøð av sínum
slag í Føroyum, verður gjørt eitt sindur burtur
úr týsdagin 15. dec. kl. 9:30 miðskeiðis á par
keringsøkinum við FK í Klaksvík, har løðistøðin
stendur.
Mett verður, at løðistøðin stuðlar undir
elektrifiseringina, ið kanska slóðar fyri broyttum
orkumynstri í framtíðini, tá ið hugsað verður um
bilar.
Tveir bilar kunnu løða við hetta staðið. Í mun
til stødd á bili og battaríi, verður talan um skjóta
løðistøð, sum eftir 20 minuttir kann løða áleið
tóm battarí upp til 80 prosent av fullari styrki.
Stjórin á SEV, Hákun Djurhuus handar løði
støðina til býin til almenna nýtslu og Jógvan
Skorheim, borgarstjóri setur fyrsta bilin til at
løða.
– Løðistøðin kemur at stuðla undir tí grønu
orkuleið, Klaksvíkar býráð hevur sett sær fyri at
fylgja, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum
skal løða fyrsta bilin.
Aftaná haldið við løðistøðina, verður farið
niðan í býráðshøllina til eitt lítið ábit, har styttri
røður verða.
Mynd og tekstur: Dávur Winther
Føroyingum dámar sera væl at kjakast um
málið og nú er aftur eldur festur í
Hetta seinasta árið er talið á løntakarum
í Føroyum, økt 590 løntakarar Og teir
flestu av teimum eru kvinnur
Í sosialinum mikudagin hugleiðiddi Marjun Arge
Simonsen, málfrøðingur, um føroyska málið, og
vísir hon á ávísar ónollur, sum hon heldur hava
trokað seg inn í málið um jóltíðir. Hon nevnir,
at tað av røttum eitur Tollaksmessudagur og
ikki lítla jólaaftan, eins og at tað er óneyðugt at
brúka orðið fyrsta, tá talan er um jóladag.
Nú hevur ein annar málkærur føroyingur,
Regin Eikhólm, tikið til mótmæli.
– Lat okkum – saman við málfrøðingunum –
hjúkla um variantarnar, heldur enn at avhødda
teir eins og puristarnir royna at gera við móður
málsalfabetið, skrivar hann og viðgerð annars
greinina hjá Marjuni Arge Simonsen.
Hann vísir á, at Tollaksmessudagur er eitt
katólskt heiti, men teir munnu vera fáir eftir í
Føroyum, katolikkarnir.
– Hetta er kanska rætt fyri teir fáu bekenn
andi katolikkarnar her á landi, men fyri vanliga
føroyingin eru katólsku messurnar ein doyggj
andi rasa, og dagurin verður nú á døgum mest
róptur lítla jólaaftan, og tað má tí eisini roknast
fyri fullgott føroyskt navn fyri dagin.
Eisini heldur hann tað vera óneyðugt at skerja
móðurmálið á hendan hátt, serliga við at skula
strika fyrsta jóladag úr málinum, sigur hann, og
vísir á, at tað er sera hent, at hava fyrsta og ann
an sum kenniorð, tí so kunnu vit lata jóladagur
ella páskadagur ella hvítusunnudagur vera
undirforstaðið.
Hagstovan hevur gjørt upp, at í september
vóru 24.848 løntakarar í Føroyum, og tað eru
590 fleiri enn um sama mundið í fjør.
Tann størra helvtin av løntakarum er
menn, og fyrr í ár hevur størri parturin av
framgongdini verið til mannfólk.
Men seinastu tveir mánaðirnar er størri
parturin av framgongdini farin til kvinnurnar,
sigur Hagstovan.
Tilsamans vóru 12.127 kvinnur løntakarar
í september í ár og tað eru 323 fleiri enn fyri
einum ári síðani. Framgongdin er sostatt 2,7
prosent.
Mennirnir eru nakað fleiri í talið, tí 12.874
av løntakarunum eru menn. Men hetta ein
asta árið hevur framgongd av mannligum
løntakarum verið nakað minni, 267 í tali, og
tað svarar til ein vøkstur upp á 2,1 prosent.
Hetta seinasta árið eru sostatt fleiri
kvinnuligir løntakarar lagstir afturat, enn
mannligir, annars eru tað mannfólkini, sum
eru farin við vøkstrinum.