Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Noreg í einum nøtaskali Noregs best umtókti túrur. Uppliva Flåmsbanan, ein cruisetúr á Nærøyfjørðinum og tað brøttu Stalheimskleiva Túrurin fer dagliga, alt árið, og tekur umleið níggju tímar. Leiðin gongur gjøgnum nøkur av vakr­astu landsløgum í norsku firðunum. Á túr­inum sleppur tí bæði ein túr á fjørðin um­ framt tveir toktúrar, við Bergensbananum og Flåmsbananum. Noreg í einum nøtaskali, sum túrurin verður kallaður, byrjar á tokstøðini í Bergen, har tú fert vakra toktúrin eftir Bergensbananum úr Bergen til Voss. Bergensbanin er hægstliggjandi toklinja í norðurevropa, og í 100 kilometrar koyrir tokið gjøgnum vilt fjallalandslag.  Á tokstøðini í Voss stendr ein bussur og bíðar. Túrurin fer nú til Gudvangen og um summ­ arið fer hann framvið Stalheimskleiva, eitt vega­ strekki sum í hálvanannan kilometur álar seg oman gjøgnum Nærøydalen frá Stalheim. Komin til Gudvangen, sum liggur innast í Nærøyfjørðinum, fara vit umborð á bátin, sum førir okkum til Flåm. Nærøyfjørðurin er ein av smalastu firðum í Evropa og túrurin til Flåm tekur umleið hálvan triðja tíma. Í 2005 vóru bæði Nærøyfjørðurin og Geirangerfjørðurin settir á Heimsarvslistan hjá UNESCO. Um fjørðin standa høg fjøll, sum eru ein bergtakandi sjón bæði á sumri og vetri. Flåm er ein hugnalig lítil bygd, umgyrd av brøttum fjallalíðum, dunandi fossum og smølum dølum. Her er vakurt at spáka sær ein túr ella at vitja savnið í bygdini. Úr Flåm gongur leiðin víðari við Flåms­banan­ um, sum er ein av heimsins brattastu toklinjum. Tokstøðin er beint við bryggjuna, og tann 20 kilo­metra langi toktúrurin er ein fantastisk ferð og gevur tær eitt panoramaútsýni yvir nakað av tí villastu og mest stórfingnu norsku fjalla­ náttúr­uni, millum annað kenda Kjosfossin. Túrurin tekur umleið ein tíma, og komin fram til Myrdal skifta vit tok, og fara aftur til Bergen. Túrurin gongur alt árið. Ongin ferðaleiðari er á túrinum, men hann er væl merktur og lætt er at fylgja við.