Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-14, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturoy Vilmund Jacobsen E iðis kommuna, sum fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir, er í allar mát­ar væl fyri, og ikki minst hev­ur kommunan í løtuni eitt rættiliga stórt fíggjarligt rásarúm. Umframt at skattainntøkurnar í ár eru umleið 2,5 miljónir krónur hægri enn mett, hev­ ur Eiðis kommuna eisini selt sín part av Felagsskúlanum á Oyrarbakka til Sunda kommunu, umframt at Røkt­ ar- og Ellisheimið í Runavík, sum komm­un­an eisini var partur av, er selt til Skála­fjarðar­samstarvið. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, á­sann­ar, at her eru einar 18-19 mil­ jó­n­ir krónur í meirinntøku, og tað er greitt, at hetta gevur kommununi nýggj­ar og spennandi møguleikar. Góða gongdin kemur á ymiskan hátt teimum sløku 700 borgarunum í kommununi til góðar - við einum lág­ um skattaprosenti og høgum barna­ frádrátti. – Vit hava eina ótrúliga spenn­ andi fíggjarætlan fyri 2016. Skatta­ prosentið lækkar við tveimum pro­ sentum niður á 18,75 prosent, og vit hava ein høgan barnafrádrátt á 7.500 krónur. Jógvan í Skorini sigur, at Eiðis komm­una áður hevur víst á skattligu fyri­munirnar hjá fólk aðrastaðni at flyta í kommununa. – Jú, tað er nógvur peningur at spara við at flyta eitt nú úr miðstaðar­ økinum og henda vegin at búgva. Men, tað eru ikki bara fólk, ið vilja flyta higar, ið fáa lut í hesum fyrimunum. Ein miðal familja, sum longu býr í komm­ununi, kemur at hava umleið 12.000 krónur fleiri eftir næsta ár. Hetta er ein lætti, sum borgararnir veru­liga koma at merkja, leggur hann aftrat. Stórar íløgur Hóast kommunan nú lækkar skatta­ prosentið, steðgar kommunan kortini ikki við at gera íløgur, tvørturímóti. – Í fíggjarætlanini fyri 2016 hava vit sett óvanliga nógv av til íløgur. Hetta kunnu vit gera uttan lántøku, tí kommunan hevur ein sunnan og góðan rakstur, samstundis sum vit hava tøkan pening. Jógvan í Skorini vísir á, at hóast Eiðis kommuna fer at gera íløgur fyri stívliga 16 miljónir krónur í 2016, kemur kommunan at skylda tað sama við ársenda í 2016, sum skuldin er við ársenda í 2015. – Skuldin er nógv niðurgoldin sein­ astu árini og er nú væl niðan fyri eina hálva álíkning. Hann vísir á, at ein av stóru íløg­un­ um í 2016 verður at byggja eitt hús við nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum. Samstundis, sum hetta verður eitt fe­lagshús, verður hetta eisini eitt bygdar­hús, eins og møguleikar verða skapt­ir at rúma frítíðarskúla, nú barna­garðurin liggur beint við. – Her verður stórt veitsluhøli, sum kemur at rúma umleið 300 fólkum, og her verður ídnaðarkøkur. Haraftrat verður eitt umleið 100 fermetra stórt fitnessrúm til fólkið í kommununi at brúka. Jógvan í Skorini sigur, at íløgan í vall­arhúsið í 2016 verður á 13,5 mil­ jónir krónur, og tá eru ljósmastrar við fótbóltsvøllin eisini við, umframt vallar­økið við asfaltering og øðrum. Mentanardepil Eitt annað, sum kommunan eisini er í holt við, er at umskapa fimleikarhøll, skiftirúm og goymslurúm í skúlanum til ein mentanardepil í kommununi. Tá kommunan eisini hevur ítóttarhøll, er ikki so nógv brúk fyri fimleikarhøll. Tí verður hesin parturin av skúl­ anum nú umbygdur til ein ment­ana­ rdepil, har skiftirúmum og goymslu­ rúm eru umbygd til venjingarhøli til musikkskúlan og møguligar tónleika­ bólkar at brúka. – Haraftrat kemur sjálv fim­leikar­ høllin, sum liggur beint við, at hava á leið somu karmar og møguleikar sum eitt annað og minni mentanarhús við sitiplássum til umleið 200 fólk. Borgarstjórin heldur, at hetta er ein hóskandi stødd av slíkum húsi í Eiðis kommunu. – Koma eini 40-60 fólk til eina framførslu, fara hølini ikki at tykjast so tóm, tá talan ikki eru um eina veld­ uga stóra høll, men heldur eina passa­ liga høll eftir okkara mátistokki her í kommununi, sigur Jógvan í Skorini. Gongur væl í Eiðis kommunu Vilmund Jacobsen – Vit hava børuprýði, kransar, bu­kettir, dekoratiónir og altarvasar til jarðar­ ferðir, og vit koyra ókeypis um alt land­ið í samband við jarðarferðir. Tað sigur Haraldur S. Hansen, sum saman við Marjun Thomassen Olsen, eigur og rekur Urtagarðstænastuna og Blómuhúsið. Hann sigur, at tey leggja stóran dent á, at alt, sum selt verður til jarð­ ar­ferðir, er so bíligt sum gjørligt, og tí koyra tey eisini ókeypis út til jarð­ ar­ferðir. – Vit taka okkum av øllum í sam­ band við jarðarferðir. Vit koyra á staðið og vit pynta kapell, samkomuhús, kirkj­ur og hølir, har ervið verður hild­ið, um tað er eitt ynski frá teimum av­ varð­andi. Haraldur sigur, at Blómuhúsið eisini hevur gott samstarv við Sólsetur, sum veitir jarðarferðartænastur í Sunda­ lagnum og kring landið. Altíð til tænastu Ein jarðarferð kemur oftast óvart á, og tí kunnu avvarðandi altíð seta seg í samband við Urtagarðstænastuna og Blómuhúsið - eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð, sum er yrkadagar frá klokkan 10-18 og leygardagar frá klokkan 10-14. – Fólk eru altíð vælkomin at ringja til okkara á tlf. 513030. Nú jólini stunda til, hevur Blómu­ húsið við Norðskála eisini ymiskt at pynta við til jólar, bæði til veitslur og privat. – Vit hava dekoratiónir, leypir, liv­ andi og avskornar plantur, og vit hava eina rúgvu av granni, sigur Harald­ur S. Hansen. – Ein jarðarferð oftast óvart á, og tí kunnu avvarðandi altíð seta seg í samband við Urtagarðstænastuna og Blómuhúsið - eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð, sigur Haraldur S. Hansen Blómuhúsið hevur alt til eina jarðarferð Jógvan í Skorini, borgarstjóri, sigur, at í Eiðis kommunu er trivnaður, framgongd og vøkstur Urtagarðstænastan, sum eigur og rekur Blómuhúsið við Norðskála, hevur allar tænastur í samband jarðarferðir. Handilin húsast í somu hølum, sum Á-handilin við Norðskála – Vit hava eina ótrúliga spennandi fíggjarætlan fyri 2016, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu