mánadagur 14. desember 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
32
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturoy
Vilmund Jacobsen
E
itt av teimum heitaru málun
um í Fuglafjarðar kommunu í
seinastuni hevur verið plaser
ingin av teimum 18 leiguíbúðunum,
sum ætlanin er at byggja í Fuglafirði.
Bústaðir hava víst áhuga fyri at lata
hesar íbúðir byggja, men stovnurin
hevur sagt, at kommunan fyrst má
finna út av, hvar ein møgulig bygging
kann fara fram.
Upprunaliga var ætlanin at byggja
leiguíbúðirnar á økinum, har smiðjan
hjá Peturi Larsen og egningarmið
støðin eru. Men, tað vísti seg, at meiri
luti fekst ikki í býráðnum í Fuglafirði
fyri hesum øki.
Í tvíningum
Tað er eingin loyna, at Fuglafjarðar
býráð leingi hevur verið í tvíningum,
har borgarstjórin, Sonni á Horni, situr
í minniluta.
Meirilutin í býráðnum hevur peik
að á fjøruna á vestara landi, har mælt
verður til at gera eina munandi út
fylling til Bústaðir at byggja sínar
leiguíbúðir á.
Men, henda ætlan hevur fingið øði í
nógvar fuglfirðingar, og hetta er heldur
ikki ein ætlan, sum minnilutin í býráðnum
við Sonna á Horni tekur undir við.
Ætlandi skuldi hetta mál koma til
viðgerðar á býráðsfundi í Fuglafirði
seinasta hósdag, men nakrar dagar
fyri fundin varð ein facebook-bólkur
stovnaður, har borgarar í Fuglafirði
høvdu høvi at skriva undir og mót
mæla verkætlanin at fylla út í fjøruni.
Málið útsett
Minnilutin við Sonna á Horni á odda
mælti á fundinum hóskvøldið til at
útseta málið, og tað eydnaðist eisini.
Minnilutin skjýtir annars upp at
venda aftur til upprunaligu ætlanina
at byggja íbúðirnar á økinum, har
smiðjan hjá Peturi Larsen og egning
armiðstøðin eru.
Sum eitt alternativt uppskot mælir
minnilutin til at gera eina útfylling
vestur úr grótkastinum við bátahylin
– og skamt niðan fyri Mentanarhúsið.
Nú er so viðgerðin av hesum máli
útsett, og óvist er, hvussu verður, og
nær málið verður tikið uppaftur.
Ætlanin er í fyrsta lagi at hava
ein borgarafund um málið seinni, har
borgarar skulu kunna bera fram sína
hugsan og fáa svar upp á spurningar.
Borgararnir, ið hava stovnað og
hava skrivað undir á facebook-síðuni
– Varðveit fjøruna í Fuglafirði - skjóta
upp, at fjørðan í Fuglafirði verður frið
að og mest møguliga varðveitt, sum
hon er, skapt frá náttururnar hond,
sum tikið verður til.
Aðrir møguleikar
– Hetta málið vísir, at nógvir borgarar
í Fuglafirði eru ógvuliga ónøgdir við
ætlanirnar um at fylla út í fjøruni á
vestara landi, tá málið saktans kann
loysast á annan hátt.
Tað sigur Sonni á Horni, borgar
stjóri, sum fegnast um, at málið nú er
útsett til seinni støðutakan.
Sjálvur heldur hann, at best hevði
verið at vent aftur til upprunaliga
uppskotið, men heldur, at alternativa
uppskotið eisini er áhugavert, tí við
alternativa uppskotinum verður eisini
fríðkað um sandin, eins og bøtt verður
um umstøðurnar í bátahylinum, sum
ikki eru nóg góðar.
– Neyðugt er ikki at fremja alla
hesa útfylling í einum, men so hvørt,
sum leiguíbúðirnar skulu byggjast,
hevur borgarstjórin sagt.
Sonni fegnast um, at málið nú
verður lagt fyri ein borgarafund, so
leiðis at borgarar kunnu fáa alla ta
kunning, ið er um málið, eins og høvi
verður hjá fólki at siga sína hugsan.
Vánaligur sólargangur
– Sjálvur haldi eg, at tað er stórur
munur at gera nakrar broytingar í eini
skipa-ella bátahavn - og so at broyta
ella taka eina fjøru til slíka planering
og bygging.
Borgarstjórin, Sonni á Horni, dug
ir heldur ikki at síggja, at økið vesturi
á landi er serliga væl egnað til slíka
bygging, tá hugsað verður um vestur
skin og sólargang, ið heilt vist hevði
verið nógv betri, um bygt verður eftir
upprunaliga ella alternativa uppskot
inum.
Borgarar í Fuglafirði
fáa nú eitt andarhol
– Eg haldi, at tað er stórur munur at gera nakrar broytingar í eini skipa-ella bátahavn - og so at broyta ella taka
eina fjøru til planering og bygging av leiguíbúðum, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, sum heldur
ikki dugir at síggja, at økið vesturi á landi í Fuglafirði er serliga væl egnað til slíka bygging, tá hugsað verður
um vesturskinið, ið heilt vist sæst nógv betri, um bygt verður eftir upprunaliga ella alternativa uppskotinum
Tað er her út eftir fjøruni á vestara landi, at meirilutin í
Fuglafjarðar býráði ætlar at planera og byggja leiguíbúðir
– Nógvir borgarar í Fuglafirði eru ógvuliga ónøgdir við ætlanirnar um at fylla út í fjøruni á vestara landi,
tá málið saktans kann loysast á annan hátt, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri