mánadagur 14. desember 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
34
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturoy
Vilmund Jacobsen
E
ins og aðrar kommunur, hevur
Runavíkar býráð eisini samtykt
sína fíggjarætlan fyri 2016.
Skattaprosentið, sum er 22, er
óbroytt. Barnafrádrátturin er 5000
krónur fyri hvørt barnið, men barna
ansingargjøldini verða lækkað við
umleið fimm prosentum, eins og gjørt
varð fyri árið 2015.
Inntøkutølini hjá Runavíkar komm
unu í 2016 verða 175,2 miljónir, og
raksturin verður 136,4 miljónir krónur.
Íløgurnar í 2016 verða á tilsam
ans 38,8 miljónir krónur, og hesar
verða eitt nú brúktar til liðugtgerð av
náttúrubarnagarðinum Sóljuhjartan
um í Søldarfirði, dagføring av ítrótt
arhøllini á Skála, liðugtgerð av vatn
verkætlanini á Skála, og hildið verður
eisini fram við arbeiðnum at fremja
spillivatnsætlanina.
Peningurin er eisini settur av til
havnabygging, har Kongshavn og
Betabryggjan skulu bindast saman,
og nakað av peningi er sett av til fyri
reiking av svimjihøll, ið leingi hevur
verið upp á tal í Runavíkar kommunu.
Inntøkurnar av persónsskatti fyri
2016 eru mettar at gerast umleið
tvey prosent hægri enn í 2015, men
raksturin fer at økjast við stívliga seks
miljónum krónum orsakað av eitt nú
eldraøkinum, víðkan av forskúla og
víðkan av frítíðaransingini. Aftrat hes
um koma lønarhækkingar og prístals
vøkstur.
Umframt nevndu íløgur eru ætl
anin eisini at fremja nógvar aðrar
størri og smærri verkætlanir kring um
í kommununi, og Runavíkar kommuna
fer at taka 16 miljónir krónur í láni til
at fíggja hesar íløgur.
Fólkatalið veksur
Fyrr í heyst kundu tey í Runvíkar
kommunu fegnast um, at fólkatalið
í kommununi rundaði tey 3.900 og
setti met.
Seinstu tíggju árini hevur fólkatalið
sveiggjað millum 3.700 og 3.800,
men serliga seinastu tvey árini er
fólkatalið økt nógv, og bara í ár eru
100 íbúgvar fleiri í kommununi.
– Ein av orsøkunum til fólkavøkst
urin er, at fólk flyta til kommununa
og stórur partur av hesum eru barna
familjur, bæði úr Føroyum og út
landinum. Hetta sæst eisini aftur í eitt
nú barnaansingini og skúlunum.
Vit
gleðast um hesa góðu gongd og vóna,
at hon heldur fram.
Tað sigur borgarstjórin í Runavíkar
kommunu, Magnus Rasmussen, sum
skjótt letur stýrisvølin frá sær til Tór
bjørn Jacobsen sum borgarstjóra og
Helga L. Petersen sum varaborgar
stjóra.
Umframt teir dagstovnar, sum eru
í kommununi, hevur kommunan eisini
einar 10-12 dagrøktarmammur.
Borgarstjórin vísir á, at grundstykki
eru tøk ymsastaðni í kommununi, men
tað stendur á at nøkta tørvin og eftir
spurningin á Runavíkar-leiðini.
– Tí fer kommunan nú eisini at
seta hol á eina nýggja útstykking í
Saltangará, leggur hann aftrat.
Í góðum hondum
Á seinasta løgtingsvali varð Magnus
Rasmussen valdur á ting, og tá hann
læt seg stilla upp, boðaði hann sam
stundis frá, at varð hann valdur fór
hann at taka tingsessin og sleppa
borgarstjórasessinum.
– Eg eri púra avkláraður, nú eg
um tríggjur vikur ikki eri borgarstjóri
meira. Tað hevur verið ein forrættur
at sleppa at stjóra kommununi hesi
sjey árini, og eg eri ómetaliga glaður
fyri hesa tíðina. Eg ivist onga løtu í,
at kommunan framhaldandi verður í
góðum hondum, tí eg havi fult álit á
teimum, sum taka yvir.
Magnus sigur, at enn er hann so
nýggjur á tingi, men hann heldur, at
tað er ein spennandi tíð, sum liggur
fyri framman.
– Eitt er, at vit sita í andstøðu á
tingi, men tað er nú einaferð soleiðis,
at man skal byrja onkustaðni, og eg
ætli mær at arbeiða konstruktivt í
landspolitikki – antin tað er í andstøðu
ella samgongu. Mínar royndir sum
borgarstjóri hava givið mær eina góða
barlast, og eg kenni meg rímiliga væl
brynjaðan til arbeiði á Føroya løgtingi,
tó at her eru nógvar mannagongdir at
seta seg inn í.
Magnus Rasmussen sigur at enda,
at hann eisini fer at hava fingurin á
pulsinum við teimum verkætlanum,
sum eru settar út í kortið á Føroya
løgtingi og sum hava við Skálafjørðin
og Eysturoynna at gera, og soleiðis fer
hann eisini við stórum áhuga at fylgja
verkætlanini við Skálafjarðartunlinum.
Kommunan í góðum hondum
Vilmund Jacobsen
T
að var eitt einmælt býráð í
Eysturkommunu, sum samtykti
fíggjarætlanina hjá kommununi
fyri 2016.
Stórur fólkavøkstur hevur verið í
kommununi seinastu árini, og hetta
sæst eisini aftur í fíggjarætlanini fyri
2016, har stívliga 34,4 miljónir krónur
eru settar av til íløgur.
Borgarstjórin, Jóhan Christiansen,
sigur, at størsta einstaka íløgan er
býráðshúsið, sum verður bygt tvørtur
um ánna í Norðragøtu.
– Hetta er ein íløga á 16 miljónir
krónur í 2016, og ætlandi verður bý
ráðshúsið liðugt um mánaðarskiftið
oktober/ november næsta ár.
Hann vísir á, at 7,7 miljónir krónur
eru settar av til útstykkingar, harav
3,7 miljónir krónur skulu brúkast til at
gera útstykkingina í Syðrugøtu lidna.
– Í Leirvík er einki grundstykki eftir,
og her hava vit sett 4 miljónir krónur
av til eina útstykkingarætlan, sum
fevnir um 15 grundstykki í Leirvík,
sigur Jóhan Christiansen.
Aðrar íløgur
Borgarstjórin sigur, at 3 miljónir krón
ur eru settar av til at byggja eina til
búgvingarstøð í Leirvík, og 4 miljónir
krónur eru settar av til íløgur í vatn
og kloakkir.
– Verkætlanin við nýggja bátahyl
inum í Leirvík verður eisini tikin upp
aftur, og peningur er settur av til at
byggja nýtt felagshús við almennum
wc-um og brúsum til vitjandi, umframt
nýggj høli til havnafútan.
Eysturkommuna hevur eisini sett
1,5 miljónir krónur av til íløgur í fríðk
an av bygdunum, eitt nú í Syðrugøtu
og Leirvík.
– Vit hava eisini sett pening av til
at fyrireika útbygging ella bygging av
nýggjum barnagarði í Gøtu, umframt
at fyrireikað verður bygging ella út
bygging av heilsumiðstøðini í Gøtu
dali, sigur borgarstjórin.
Hálv álíkning
Við ársenda í ár verður skuldin hjá
Eysturkommunu umleið eina hálva
álíkning, og hetta gevur væl og virði
liga rúm fyri einari lántøku í 2016 á
15 miljónir krónur, samstundis sum
restin av íløgunum verða fíggjaðar
yvir raksturin hjá kommununi og inni
standandi.
Borgarstjórin sigur, at skattapro
sentið í kommununi verður 21, og
barnafrádrátturin verður 5.000 krónur
fyri hvørt barnið.
– Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í
2016 verða stívliga 73 miljónir krónur,
rentuútreiðslurnar verða stívliga 2
miljónir, og avdráttirnir verða stívliga
6,1 miljón krónur.
Jóhan Christiansen sigur, at saml
aðu inntøkurnar hjá Eysturkommunu
í 2016 væntandi verða stívliga 88,8
miljónir krónur.
Nógv hendir í Eysturkommunu
– Eg eri púra avkláraður, nú eg um tríggjur vikur ikki eri borgarstjóri meira, og eg ivist onga
løtu í, at kommunan framhaldandi verður í góðum hondum, sigur Magnus Rasmussen
Í løtuni verða útstykkingar gjørdar í Syðrugøtu, og næsta ár verða 4 miljónir krónur
brúktar til eina útstykkingarætlan í Leirvík, har einki grundstykki er eftir
– Eg havi fult álit á teimum, sum
taka yvir í Runavíkar kommunu,
sigur Magnus Rasmussen
Jóhan Christiansen er
borgarstjóri í Eysturkommunu,
og hann fegnast um um, at
fólk hava hug at seta búgv í
kommununi. - Vit gera nú eina
útstykking í Syðrugøtu, og næsta
ár verður skjøtil settur á eina
útstykking í Leirvík, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen