mánadagur 14. desember 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 14. DESEMBER 2015
36
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturoy
Vilmund Jacobsen
B
orgarstjóri í Sjóvar kommunu er
Artur Johansen. Hetta er onnur
setan hjá honum sum borgar
stjóri, og hann letur væl at gongdini
í kommununi.
– Fólkatalið er farið at veksa aftur,
eftir at vit høvdu eitt dykk í 2010 og
2011, tá fleiri ungfólk fóru burtur at
lesa, og fleiri eldri fullu frá.
Artur Johansen sigur, at áðrenn
fólkatalið byrjaði at minka, búðu
stívliga 1000 fólk í kommununi, sum
eisini fevnir um tær smáu bygdirnar
vestanfyri, Morskranes, Kolbanagjógv
og Selatrað.
– Tá fólkatalið árini eftir 2010
var minst, vóru vit niðri á umleið 920
íbúgvum, men í dag eru vit komin upp
aftur á 960, og talið veksur spakuliga,
men støðugt við millum 10 og 15
fólkum um árið.
Hann sigur, at tað serliga er á
Strondum og partvís Innan Glyvur, at
fólkatalið veksur.
Ljós í øllum húsum
– Í dag er tað soleiðis á Strondum
og Innan Glyvur, at tað er ljós í øllum
húsum. Tað eru eingi hús, sum standa
tóm, tó at ikki so mong búgva í øllum
húsum. Hetta er hugaligt.
Artur Johansen vísir á, at nógv
gomul fólk búðu í Sjóvar kommunu,
og í 2012 vóru tey meira ella minni í
dýrastu neyð, tí einki eldrasambýli var
í kommununi.
– Vit høvdu eldri fólk á fleiri stovn
um kring um í Eysturoy og eisini á
Mørkini í Streymnesi, og eitt skifti
høvdu við 16 fólk bara á Røktar-og
Ellisheiminum í Runavík, tó at okkara
»kvota« bara var sjey.
Hann sigur, at tað var um hetta
mundið, at skjøtil varð settur á at
byggja eitt eldrasambýli á Strondum,
sum nú stendur liðugt.
– Vanliga plaga vit at siga, at um
leið 12-13 prosent av fólkatalinum
eru yvir 67 ár, men her hjá okkum um
hetta mundið var talið eini 17 pro
sent.
Góð gongd
Artur Johansen vísir á, at tað gongur
væl í Sjóvar kommunu.
– Ein álíkning hjá okkum liggur um
28-29 miljónir krónur, og nettoskuldin
liggur um 16 miljónir.
Í fíggjarætlanini fyri 2016 hev
ur Sjóvar kommuna lækkað skatta
prosentið úr 22,5 niður í 21 prosent.
– Vit hækkaðu skattin við einum
prosenti í 2013, tá vit bygdu eldra
sambýlið, men valdu nú at lækka
skattin aftur. Hesaferð vildu vit gera
nakað, sum kemur øllum til góðar.
Barnafrádrátturin næsta ár verður
óbroyttur.
Hann sigur, at Sjóvar kommuna
hevur valt ikki at gera tær stóru íløg
urnar næsta ár, og tí er íløgukarmurin
lutfalsliga lágur.
– Vit hava sum so ikki so nógv stór
ting at taka okkum av. Talan er meira
um viðlíkahald, asfaltering og annað.
Vit skulu tó brúka nakað av peningi
til skiftan av takinum á Stranda skúla,
eins og vit hava sett eina miljón av til
Bygdarhúsið, sum eftirhondini hevur
fleiri ár á baki og krevur ábøtur.
Artur Johansen sigur, at Bygdar
húsið varð bygt í 1980, og nú skulu
vindeyguni skiftast, eins og húsið
skal hava ein nýggjan og góðkendan
ídnaðarkøk.
– Vit hava í heyst skift tað, sum lá á
gólvinum í stórasali í Bygdarhúsinum,
og hetta hevði ligið á í heili 35 ár. Nú
krevur húsið eina dagføring, leggur
hann aftrat.
Nýggj útstykking
Sjóvar kommuna eigur nøkur byggi
økir, sum kunnu seljast, men kortini
fer kommunan næsta ár at arbeiða við
einari nýggjari útstykking, so enn fleiri
møguleikar verða hjá fólki, sum ætla
sær at seta búgv í kommununi.
– Tá Eysturoyartunnilin nærkast,
fara vit ivaleyst eisini at skapa eitt
ídnaðarøki á leiðini, har tunnilin kem
ur upp. Tað er ein spennandi tíð, sum
liggur fyri framman, og eg haldi, at
okkara kommuna er í einari góðari
støðu við góðum framtíðar møgu
leikum, sigur Artur Johansen, borgar
stjóri í Sjóvar kommunu.
Vit gerast fleiri og fleiri í kommununi
Vilmund Jacobsen
Tað er Terji Hansen, sum eigur og rek
ur Skósøluna við Gøtugjógv. Hann er
altíð blíður, fryntligur og góður í ráð
um, tá ræður um skógvar.
Sera vælumtóktu Skechers-skógv
arnir eru »flaggskipið« hjá Skósøluni,
og tað eru serliga hesin, sum fólk leita
í handilin eftir.
Við sínum stóra og fjølbroytta
útboði hevur handilin við Gøtugjógv
eisini onnur merki av skóm, eitt nú
Athletic College-skógvar. Hesir eru
lutfalsliga bíligir, vakrir og eru ætlaðir
bæði ungum og tilkomnum. Veitari av
Athletic College eru teir somu, sum
eisini selja Kennedy-skógvar.
Skósølan
hevur
eisini
fingið
sonevndu Viking Gore-Tex-skógvarnar
upp í sítt úrval. Hetta eru vatntættir
skógvar, sum fáast bæði til kvinnur og
menn, men ikki til børn.
Viking-merkið er kent fyri sína
dygd og styrki og er vælegnað til
arbeiðsbrúk eins og til gongd í bø og
haga. Viking Gore-Tex er eisini er ein
trail-ella offroad-skógvur, sum tað
verður sagt.
Viking er ikki minst kent sum dygd
armerki innan gummistyvlar, ið Skó
sølan eisini hevur, eins og handilin
hevur vælumtóktu Helly Hansen-
gummistyvlarnar.
Ógvuliga populerir
Terji Hansen sigur, at Skechers-skógv
arnir fáast til alt vanligt brúk, bæði
sum renni-, gangi-og arbeiðsskógvar.
Tað, sum sermerkir Skechers, er, at
teir eru ógvuliga lættir, eins og teir
eru populerir og viðurkendir sum
renniskógvar. Haraftrat eru teir vakrir
á liti.
Hóast skógvarnir eru lættir, taka
teir væl móti stoyti, og við sínum
»runda« botni fara teir væl við rygg
inum, tí tann, sum rennur ella gongur í
teimum, lendir á miðfótinum, soleiðis
at stoyturin ikki fer úr halinum og upp
í ryggin.
Terji Hansen sigur, at tað nýggja
við Skechers-skóm, er innleggið, ið
verður rópt Memory Foam.
– Innleggið kann ikki keypast leyst,
men liggur fast í skónum. Innleggið er
ógvuliga behagiligt at ganga á, og tað
hevur rættiliga »fangað«. Fólk, sum
einaferð hava stigið í ein Skechers-
skógv við Memory Foam, eru seld og
keypa. Innleggið er skúm-kent. Tað
avlastar trýstið og formar fótin niðri
í skónum. Øll kunnu brúka Memory
Foam, sigur hann.
Skechers-nýtt
Terji Hansen vísir á, at Skechers
stendur ikki í stað, og her er eisini
ymiskt nýtt.
– Vit hava nú eisini Skechers GO
RUN, Skerchers STRADA og Skech-
KNIT, ið minnir um vakurt bundið til
far.
Eigarin av Skósøluni við Gøtugjógv
bjóðar øllum vælkomnum inn á gólvið
til eitt skógvaprát.
Skechers – so gongur tú lættliga
– Tá Eysturoyartunnilin nærkast, fara vit ivaleyst eisini at skapa eitt ídnaðarøki á leiðini, har tunnilin
kemur upp. Tað er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman, og eg haldi, at okkara kommuna er í einari
góðari støðu við góðum framtíðar møguleikum, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu
Skósølan við Gøtugjógv hevur skógvar til vaksin og børn, bæði til
gerandisbrúk, gangi-og renniskógvar og skógvar til betri brúk
Skósølan er løtt at finna, har hon liggur beint við kirkjuna við Gøtugjógv
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta er næsta setan hjá Arturi
Johansen, sum borgarstjóri
í Sjóvar kommunu
– Tað er hugaligt at síggja, at ljós aftur er í øllum húsum
á Strondum, sigur borgarstjórin, Artur Johansen