Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein 22 ára gamal maður var í Føroya Rætti dømdur tríggjar mánaðir fongsulsrevsing fyri harðskap móti einum manni og eini kvinnu TRIÐJU FERÐ FALL HAMARIN RÆTTARMÁL Danjal av Rana Bakgrundin handan hend­ ing­ina er ein ósemja millum ein vinmann hjá dømda og órættaða mannin. Teir hava verið óvinir eina tíð og eitt kvøld í januar í ár av­talaðu teir at møtast til eina uppgerð. Óvist er, júst hvat uppgerðin skuldi enda við, men eitt vitni greiddi í rættinum frá, at dráp og stunga vóru nevnd, so hend­ an gentan óttaðist, at okkurt álvarasamt kundi henda. Dømdi maðurin er heima hjá vinmanninum og hoyrir eisini um ætlaðu uppgerðina, og tað kemur honum fyri oyra, at órættaði skal hava knív við sær til uppgerðina. Hetta ætlar hann ikki at lata sær lynda og velur at taka sak­ina í egnar hendur. Tá bilurin við órættaða mann­inum og kvinnuni koma í túnið, loypir dømdi maðurin út, dregur bil­hurð­ ina upp og gevur bil­før­ar­ anum minst eitt slag, og royn­ir síðani at draga mann­ in úr bilinum. Meðan hann so­leiðis stendur og baksast við bilføraran, sær hann í eygnakrókinum ein annan persón opna viðførislúkuna og síðani koma móti honum. Nú dømdi maðurin snarar sær á og fer beint í krovið á hes­um fremmanda og gev­ ur hesum persóninum fleiri sløg og síðani spørk, tá per­ són­urin er komin niður at liggja, innan hann varnast, at tað er eitt konufólk, sum er móttakari av vreiði hansara. Bilførarin er nú komin úr bilinum, og tað verður áfast millum teirra, sum aftur førir til, at dømdi maðurin gevur bilføraranum fleiri sløg. Tey bæði órættaðu end­ aðu á bæði á skaðastovuni. Gent­an hevði sjónligar skað­ ar eftir harðskapin og bløddi nakað úr nøsini, meðan mað­ urin mátti seymast í pannuni og nøsini. Tvær ferðir dømdur Hetta er triðju ferð, at mað­ urin verður dømdur fyri harð­skap. Longu sum 18 ára gamal, í oktobur 2011, varð hann fyrstu ferð dømdur fyri harðskap og fekk tá ein treytaðan dóm í 60 dagar, við eini royndartíð á tvey ár. Tó so, innan tey bæði árini vóru liðin var aftur galið. Í august 2013 varð hann aftur dømdur fyri harðskap, tó hesa ferð undir serligum umstøðum. Dóm­arin valdi tí at geva hon­um ein treytaðan dóm aftur, hesa ferð í tilsamans fýra mánaðir, aftur við eini royndartíð á tvey ár. Men heldur ikki hesa ferð megn­ aði ungi maðurin at halda sær og í januar í ár varð so aft­ur galið, tá hann leyp á hesi bæði ungu fólkini í bil­ in­um. Harðskapsdómarnir hava longu merkt lívið hjá unga manninum, sum ikki kann fara ta yrkisleið, hann kundi hugsað sær, av tí at hann er dømdur fyri harðskap. Verji hansara legði dent á, at maðurin hevur roynt at fingið skil á sítt lív og hev­ ur fingið pláss á nýggjari út­búgving, sum byrjar í vár. Eisini hevur maðurin ásann­ að, at tað í stóran mun er rús­drekka, sum ger, at hann missir tamarhald á sær sjálv­ um. Ákærin metti, at harð­ skap­urin hevði verið so grov­ ur, at saman við gomlu treyt­ aðu harð­skaps­dóm­un­um, sum ikki vóru falnir burtur enn, av tí at royndartíðin ikki var farin, átti dómurin at verið minst eitt hálvt ára fong­sulsrevsing. Verjin mutaði ímóti, at iva­samt var, hvussu nógv sløg vóru fallin. Hon helt eis­ini, at ein átti at taka til eftir­tektar sinnisstøðuna hjá unga manninum, at hann óttaðist, at órættaði kanska hevði ein knív, og tí hevði hann verið so mikið harð­ligur, tað var nærmast í sjálvverju, at hann handlaði. Ungi maðurin hevði tó ásann­að, at hann átti at ringt eftir løgregluni heldur enn at taka málið í egnar hendur og hevði víst viljað til at broyta sína atferð. Harumframt var hann sloppin inn á skúla, sum byrjar í vár, og verjin heitti tí á dómaranum, um at geva unga manninum ein møguleika aftur at. Tað gjørdi dómarin ikki. Hon metti, at tað var prógvað, at hann hevði sligið tey bæði ungu fólkini í bilinum og at hann hevði sparkað ungu kvinn­una. Hon legði dent á, at ákærdi nærum ongan skaða hevði fingið sjálvur, so neyvan hevði hann verið í slagsmáli við bilføraran. Heldur var talan um grovan harðskap. Hon metti, at av tí at tala var um ein triðja dóm fyri harðskap kundi hon ikki gera dómin treytaðan, men hon valdi tó ikki at taka gomlu dómarnar við í hetta málið, men lat teir standa við einsamallir. Orsøkin til hetta, var millum annað serligu um­støðurnar rundan um seinna harðskapsdómin. Við tað, at royndartíðin nú er farin, fella teir báðir dóm­arnir tí burtur. Tó so, dóm­arin dømdi mannin í fongsul í tríggjar mánaðir, um­framt at hann skal rinda endur­gjald til órættaðu og rinda sakarmálskostnaðin. Petur Joensen frá sum stjóri Stjórin á Jarðfeingi fer í starv sum ráðgevi í Heilsu- og inn­lendis­ mála­ráðnum Heilsu- og Inn-lendis­ mála­ráðið hevur av­ gjørt, at umsiting av orku­málum verður flutt úr Jarðfeingi til Um­hvørvisstovuna. Tá ið nýggja lands­ stýr­ið varð skipað vórðu orku­mál løgd til lands­stýris­kvinn­una í heilsu- og inn­lendis­ málum at umsita. Í hesum sambandi fer stjórin á Jarðfeingi, Pet­ur Joensen, í starv í Heilsu- og Inn­lendis­ málaráðnum sum ráð­ gevi innan orkumál. Petur Joensen hevur starvast á Jarðfeingi síð­ani 1997 og hev­ur ver­ið stjóri á stovn­in­ um síðani 2007. Hann tek­ur við nýggja starv­ inum 1. januar. Niels Christian Nol­ søe verður settur sum fyribilsstjóri á Jarð­ feingi. Niels Christian Nolsøe hevur drúgvar leiðsluroyndir og var stjóri á Elektron árini 1995-2014. Stjórastarvið á Jarð­ feingi verður lýst leyst fyrst í komandi ári. Petur Joensen