týsdagur 15. desember 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Kringvarp Føroya: Kostnaðarmetingin er røtt
Jóhann Mortensen
leiðslusamskipari
Ovast
á
bredd
anum
á
in.fo
mikudagin
stóð
y v i r s k r i f t i n :
“Kringvarpið vill
leiðir løgtingið”. Í
Sosialinum miku
dagin er grein um sama evnið við
yvirskriftini “Lýgur upp á prest
arnar”. Lat meg beinanvegin sláa
fast, at Kringvarp Føroya hvørki
villleiðir løgtingið ella lýgur upp á
prestarnar.
Talan er um eitt smámál, men
eg loyvi mær kortini at vísa aftur,
at KvF villleiðir løgtingið ella lýgur
upp á prestarnar.
Upprunin til greinirnar á in.fo
og í Sosialinum er ein frágreiðing,
yvirritaði sum leiðslusamskipari í
Kringvarpi Føroya gjørdi í heyst.
Frágreiðingin, sum kallast “Kostn
aðurin at reka Kringvarp Føroya –
og veruligi kostnaðurin at reka ein
public service miðlastovn”, varð
latin Mentamálaráðnum saman
við hoyringsskrivinum í sambandi
við uppskotið at broyta kringvarps
gjaldið.
Í frágreiðingini verður eitt nú
mælt til, at upphæddin fyri sam
sýningar og tænastuveitingar til
alt tað átrúnaðarliga økið hækkar
200.000 kr. Talan er um alt tað
átrúnaðarliga økið í Kringvarp
Føroya. Ikki bara samsýningar til
prestar, sum skriva morgunlestrar
og “Hitt heilaga evangeliið”, men
eisini fyri andaktir, kostnaðir fyri
guðstænastuupptøkur í útvarpi og
sjónvarpi,
nýggjársguðstænastu,
sálma-upptøkur v.m. Tilsamans
tátta samsýningar og kostnaðir fyri
tað átrúnaðarliga økið í 700.000 kr.
Grundarlagið undir hesum til
mæli eru partvíst tveir fundir, sum
leiðarin fyri Mentan og eg høvdu
við samskiparan á átrúnaðarliga
økinum í januar í 2014, og partvíst
eitt skriv frá samskiparanum á
átrúnaðarliga økinum til leiðsluna
í summar um sama mál.
Á fundunum vísti samskiparin
á átrúnaðarliga økinum millum
annað á, at samsýningarnar til
prestarnar eiga at hækka. Leiðarin
á Mentan og eg skiltu støðuna so
leiðis, at summir prestar hildu seg
aftur at skriva tilfar til Kringvarp
Føroya.
Tí setti eg hesa grundgevingina
um prestarnar í tann partin, sum er
um átrúnaðarliga økið í frágreið
ingini um kostnaðin at reka KvF.
Ikki hækkaðar í 25 ár
Í skrivi í juni í ár til leiðsluna mælir
átrúnaðarligi samskiparin til at
endurskoða samsýningarnar, sum
samskiparin kallar ein “fornleivd
frá avgamlari tíð”. Og leggur aftur
at: “Viku eftir viku verða hesi fólk,
sum eru í øðrum, strævnum arbeiði
biðin at skriva lestrar fyri KVF.”
Hesar vóru grundgevingarnar
fyri, at eg mælti til at hækka upp
hæddina til alt tað átrúnaðarliga
økið. Men tað er sjálvandi ein rað
festing, um tær skulu hækka ella
ikki.
Upplýsast skal, at samsýningin
fyri at skriva morgunlestrar í eina
viku er tilsamans 1000 kr. Sam
sýningin at lesa teir seks morgun
lestrarnar er tilsamans 250 kr. Sam
sýningin at skriva og lesa “Hetta
heilaga Evangeliið” leygarkvøld er
400 kr.
Hesar upphæddirnar eru ikki
broyttar seinastu 25 árini. Einki
verður latið fyri flutning.
Einki er tikið úr leysari luft
Mótvegis eini vanligari journal
istiskari meginreglu, ger journalist
urin Dánjal av Rana hesa “krúllu”
og niðurstøðu í greinini:
“Vit hava tó eitt dømi, har tað
vísir seg, at upphæddin, sum verð
ur sett á, 200.000 krónur, er tikin
meir ella minni úr leysari luft, og at
grundgevingin fyri hesi neyðugu
hækking av játtanini er ósonn. So
er spurningurin, hvussu stórt álit
kann festast til restina av innihald
inum.”
Loyvi mær at vissa Dánjal av
Rana um, at upphæddin er ikki
tikin úr leysum lofti. Og grund
gevingin at hækka játtanina er
heldur ikki ósonn, men byggir á ta
sannroynd, at samsýningarnar eru
ikki hækkaðar í fjórðingsøld, og eitt
ynski um at tær hækka.
Eisini kann eg vissa journalistin
um, at hann kann hava álit á inni
haldinum. Tað byggir á roknskapin
hjá Kringvarpi Føroya fyri 2014, og
frágreiðingin roknar við veruliga
kostnaðinum fyri, hvat eitt starvs
fólk kostar eftir tí nýggja sáttmál
inum.
Kostnaður og ynski
Frágreiðingin vísir, hvat tær ym
isku deildirnar kosta at reka. Síð
ani er sett upp, hvat er ynskiligt
at hava av fólkum, fyri at hava
eitt betri kringvarp, og hvat tað
kostar. Harnæst er sett upp, hvat
alt kostar tilsamans. Eisini, um vit
eitt nú skulu hava eina Dag og Viku
mikukvøld.
Hetta er meginspurningurin: Á
hvørjum stigi vilja vit hava Kring
varp Føroya?
– Skulu vit hava eitt gott og
fjølbroytt úrval av sendingum og
tíðindum? Ella skulu vit hava eitt
Kringvarp anno 2015, sum er aftur
úrsiglt fíggjarliga seinastu 10 árini
og hevur strikað 40 fólk av lønar
listanum?
Henda gongdin hevur havt
við sær, at færri fotografar og
journalistar eru at gera Dag og
Viku. Á skránni eru færri útvarps
sendingar, eitt nú bakgrundssend-
ingar og kjak. Færri føroyskar
sjónvarpssendingar eru á skrá.
Ongar ungdómssendingar, einki
undirhald og einki drama í sjón
varpinum. Stórt trýst er á kt-eind
ina, tí Kringvarp Føroya er sera
“kt-tungt”. Á fíggjarætlanini hevur
t.d. ikki verið rúm at gera íløgur í
neyðuga tøkni, t.d. í HD-myndatól.
Tó er tað eydnast at uppraðfesta
á summum økjum, t.d. á barna- og
ungdómsøkinum við heimasíðum
til børn og ung og við ungdóms
sending í útvarpinum. Hetta fegn
ast vit í Kringvarpi Føroya um.
Sjálvandi er avrikið og vavið
hjá Kringvarpi Føroya altíð ein
spurningur um, hvussu stórt fíggj
arliga tilfeingið er, hvussu góð
manningin er, og hvussu stovnurin
verður rikin. Meginreglan hjá polit
iska myndugleikanum hevur í
mong ár verið at professionalisera
tað føroyska samfelagið á øllum
økjum. Vinnuliga og fyrisit-ingar
liga. Vit tala um at menna vanligar
útbúgvingar, útbúgvingar á hægri
stigi og gransking. Hetta tykist tó
ikki at vera galdandi fyri miðlar.
Sektin á “fjórða statsvaldið”. Á hes
um øki útflyta vit væl útbúgvin
starvsfólk. Tey starvast m.a. í DR.
Onnur við útbúgving hava einki at
koma heim til.
Orsøkin: Miðlarnir, sum skuldu
verið ein bulur í fólkaræðinum og
kveikjari í mentanarliga samleika
føroyinga, hava ikki fíggjarligu ork
una. Tíverri.
Jú Kringvarpið villleiddi løgtingið
Í skrivinum til løgtingið, sum Jó
hann Mortensen, leiðslusamskipari
í Kringvarpinum hevur skrivað,
stendur svart upp á hvítt, at summ
ir prestar nokta fyri at skriva morg
unlestrar, tí samsýningin er so lítil.
Brotið er soljóðandi:
»Harafturat koma samsýningar
fyri morgunlestrar, andaktir o.
l. (Samsýningarnar eru ikki dag
førdar í mong harrans ár, og summ
ir prestar nokta fyri at skriva
lestrar, tí samsýningin er so lítil).
Hækkað samsýning: 200.000 krón
ur«
Men sambært Armgarð Arge,
sum er samskipari á átrúnaðarliga
økinum í Kringvaprinum, so passar
hetta ikki. Hon svaraði soleiðis, tá
in.fo bað hana um viðmerking til,
at summir prestar nokta at skriva
morgunlestrar til Kringvaprið, tí
samsýningin er so lítil:
– Hatta er ein lodrøtt lygn. Eg
havi sjálv ábyrgd av at ringja til
prestar og biða teir gera morgun
lesturin, og ikki ein tann einasti
hevur nakrantíð sagt nei, sigur hon.
Jóhann Mortensen kann kalla
tað, hvat hann vil. Men hann átti
heldur biðið prestarnar og løgtingið
um umbering fyri at siga ósatt um
prestarnar.
Grundarlag var og er fyri yvir
skriftini, at »Kringvarpið villleiðir
løgtingið«.
Blaðstjórnin
Arbeiði
Hárfríðkan hja JÓRUN
Eg ynski øllum eini góð og hugnalig
Jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Salongin er stongd frá 17-12-15 til
11-01-16 hjá Jórun
447264-747264
Býli í Føroyum
Par søkir íbúð
Vit eru eitt par í søkja íbúð í Tórshavn,
Vit roykja ikki, hava ikki húsdjór og
eru friðarlig. Max 6000kr um mánan.
Vinarlig ring á 509549 ella 291213
Høli til leigu
Skrivstovu ella viðtaluhøli til leigu, beint
við Steinatún Send mail til livjac@
olivant, ella ring til Tlf 548400
Íbúð ynskist til leigu í Tórshavn
Einsamallur maður ynskir íbúð í
Tórshavn, fyri umleið 5000 kr.
Kamar til leigu
Eitt kamar til leigu 10 m2 fyri 2700
kr um mdr.Tað er fult møblerað.
Seingjarsett, koddi og dýna fylgir við.
Helst til konufólk. Atgongd til køk og
bað. 597669
Býli uttanlands
Januar í Keypmannahavn?
Skalt tú ferðast til Keypmannahavn í
januar? Deilig 3-rúms íbuð á Islands
Brygge vid øllum hentleikum til leigu frá
6.-27. januar 16. 3-5 sovipláss.
+4550606708
Dansur
Trettandakvøldstiltaið í Keldu í Skálavík
verður 16 jan.2016 kl. 19.Tilm.er við at
flyta kr. 150,- á konto 9181-1267991
og viðm. luttakara.Dansifeløgini í
Sandoy
Matur
Til sølu
Turr grind og spik til sølu.
Tlf 266210
Ymiskt
Mikines málningar til leigu
S.J. Mikines málningar til leigu. Fleiri at
velja ímillum. Til leigu vegna plásstrot.
Áhugað kunnu skriva til
sjmikines@gmail.com
Byggitilfar
Plastvimdeyga frá Hdygd við vanrættum
sprossa hvítt 109x109 kr 3000 22
timburbjálkar 3000x58x225 mm. kr 80
pr stk Tlf 285455
LÝSINGARTORGI