týsdagur 15. desember 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145
Sosialurin
Freelance-pilotar
til Atlantic Airways
- við støð í Føroyum ella Keypmannahavn
Okkum tørvar nakrar freelance-pilotar
at flúgva okkara Airbus 319/320,
um høgtíðirnar og í summartíðarskeiðinum,
tá ið tað er nógv ferðsla.
Sum freelance-pilotur fært tú møguleikan at
royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skal
kunnu arbeiða fulla tíð í summar-mánaðunum
juni, juli og august 2016. Tað er ein fyrimunir
fyri okkum og vónandi eisini fyri teg, um tú eftir
hetta eisini kanst vera tøk/ur, tá tørvur er á tí í
høgtíðunum og tá nógv er at gera.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin
Føroyum ella Keypmannahavn og hava lætt
við at møta upp á flogvøllinum til skiftandi
arbeiðstíðir.
Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu
flogskiparum, sum eru í føstum starvi, at hjálpa
til á ein professionellan hátt og at halda tey
høgu krøv og væntanir, sum verða sett til
Atlantic Airways.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað
og professionelt. Tú skalt vera broytilig/ur
(fleksibul) – her verður eisini hugsað um tað
praktiska í sambandi við arbeiðstíð og -stað.
Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at
starvast tætt saman við øðrum og kanst gera
mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.
Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava
loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og
EU.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum
certifikatum:
• ATPL(A)
• MPL(A)
• CPL(A), við ATPL teori og MCC prógvi.
Í øllum trimum førum skalt tú hava eitt
galdandi IR(A)ME, eitt General Flight
Radiotelephone Operator Certificate (GEN) og
ICAO Language proficiency við level 4 í
enskum.
Grundleggjandi hava vit ætlanir um, at ein
útvaldur freelance-pilotur við tíðini verður
settur í fast starv, um so verður, at okkara
vinnumøguleikar í framtíðini loyva hesum. Tað
kunnu vit ikki tó ikki veita trygd fyri í løtuni.
Ein onnur grundleggjandi ætlan hjá okkum er,
at ein og hvør pilotur, sum vit seta í starv, skal
hava mál og ætlan um at gerast skipari.
Byrjan
Byrjurnarsamrøður verða hildnar skjótast tilber
og endaliga valið av freelance-pilotum verður
um miðjan ella síðst í januar 2016.
Arbeiðstíðir og -staður
Verður tú vald/ur, skalt tú umskúlast til at
kunna flúgva okkara Airbus 319/320.
Umskúlingin fer fram í Toulouse í februar, mars
og apríl 2016.
Atlantic Airways rindar fyri umskúlingina, ferð,
uppihald og dagpening. Løn verður ikki goldin
í sambandi við umskúlingina.
Eftir umskúlingina verður avtala gjørd um
Line-venjingina, sum tekur umleið ein mánað.
Løn og dagpeningur verður goldin undir
Line-venjingini.
Eftir hetta skalt tú skjótast tilber arbeiða fulla
tíð í juni, juli og august, við møguleika fyri
arbeiði í september eisini. Seinni skalt tú, eftir
tørvi, vera tøkur í høgtíðunum og tá nógv er at
gera.
Starvið er við støð í Vága Floghavn ella
Kastrup Lufthavn eftir nærri avtalu. Løn og
dagpeningur eru sambært galdandi reglum
hjá okkara freelance-pilotum.
Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á
leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini:
https://app.jobmatchprofile.com/eefa27
Á leinkinum skalt tú svara einum spurnablaði,
viðfesta mynd, viðkomandi prógv og eina
umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg
sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar
arbeiðsroyndir, tú hevur.
Tá byrjunarsamrøðurnar og valið av
freelance-pilotum hevur verið, skulu tey valdu
ígjøgnum eina roynd, sum snýr seg um
týdningin at arbeiða gjølla, skjótt og neyvt.
Eisini verður ein persónsgreining gjørd av
viðkomandi, har fatanarstøði verður mett. Við
støði í hesum, saman við byrjunar-
samrøðunum, verður tað okkara úrvalsnevnd
– við møguligum fleiri starvssamrøðum – sum
fer at velja út og gera tilmæli til leiðsluna um
skikkaðar umsøkjarar. Í úrvalsnevndini sita
HR-leiðarin, flogovastin, flogstjórin, veningar-
leiðarin og eitt umboð fyri flogskipararnar.
Umsóknarfreistin er tann 15. januar 2016.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574
milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í
Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar,
sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.