Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways í Føroyum og Keypmannahavn Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt kunna starvast fulla tíð í summar- mánaðunum juni, juli og august 2016. Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum ella Keypmannahavn og hava lætt við at møta upp á fløgvøllinum til skiftandi arbeiðstíðir. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við sera góðari tænastu. Tínir eginleikar Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, tosar og skrivar minst eitt skandinaviskt mál flótandi og dugir væl enskt. Krøv Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi. Byrjan Setanarsamrøður verða í februar 2016 og verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildags- skeið í 2-3 vikur í apríl 2016, áðrenn tú byrjar. Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í apríl, mai og juni. Fulltíðarflúgvingin byrjar í endanum av juni og heldur fram allan juli til fyrru hálvu í august. Arbeiðstíðir og -staður Tá tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu- starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga tilreiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Møguleiki er eisini fyri, at tú kemur at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2016. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógar- ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum. Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile.com/esmkp3 Á leinkinum skalt tú svara einum spurnablaði, viðfesta mynd, viðkomandi prógv og eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðs- royndir tú hevur. Umsóknarfreistin er tann 24. januar 2016. Atlantic Airways Georg Suðurgarð Director, Human Resources Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi, úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu. Sosialurin 341800 Falkavegur · 100 Tórshavn · tel 35 46 80 Patera