Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 18. desember 2015 Málið hevur einki at gera á Fólkatingi Tað er einki nýtt í tí, at tjóðveldisfólk og sam­ bands­fólk brisklast um tjóð­skaparspurningin ella stjórn­arspurningin. Hava tey ikki annað at stríðast um, so er tjóð­skap­ar­spurningurin altíð góður til at taka, tí so sleppa tey undan at kjakast um politikk. Tað er meira ein sjónleikur ella glantrileikur, sum báðir partar vita, at einki kemur burturúr kortini – utt­an tað, at partarnir fáa markerað seg hvør sínu megin okkurt. Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Í sam­ gongu­skjali­num stend­ur, at »ein nýggj stjórn­ ar­skip­an skal staðfesta, at Føroya fólk hev­ur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og út­greina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýr­is­ lag­ið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólka­at­ kvøðu í seinasta lagi í 2017.« Hetta er so nøkulunda tað sama, sum at kalla full semja var um í næstsíðsta valskeiði. Til knortlut boð komu úr forsætismálaráðnum, sum fekk kuril á hjá Sambandsflokkinum. Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur fingið tað fyri at draga hendan spurningin fram á Christ­ians­borg í heilum. Herfyri fekk hann utt­ an­rík­is­ráð­harrin so óstortliga at svara, at tey trý lond­ini í kongaríkinum eru ein statur, eitt fólk og ein tjóð. Tað fall sjálvandi ikki í góða jørð, og tað var ógv­u­liga óumhugsað sagt. Tí Grønland, Før­oy­ ar og Danmark eru ikki ein tjóð og eitt fólk. Nú um dagarnar hevði fólkatingsmaðurin aft­ur málið frammi. Nú var tað for­sæt­is­ráð­ harr­in, sum fekk spurningin, um stjórn hans­ ara kann góðataka sjálvsavgerðarrættin hjá før­oy­ing­um. Kanska tað er tí. at fólkatingsmaðurin mangl­ar politiskar royndir. Men at draga slík serføroysk mál á fólkating fremur onga loysn. Forsætisráðharrin hevur av fam­ilju­or­søk­um gott innlit í føroyskan politikk og veit, hvønn týdning stjórnarspurningurin hevur í før­oysk­ um politikki. Man hann varðar líkasum eis­ini av Sam­bandsflokkinum í Føroyum, sum eis­ini skal kínast. Tí ræður um hjá honum at finna javn­vágna. Her í Føroyum fær Sambandsflokkurin tað til, at javn­að­ar­løgmaður vil slíta Føroyar frá Dan­mark. Soleiðis kann eitt einfalt mál fløkjast. Sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ur­ okkara er í Før­oy­um. Tað skal sjálvandi staðfestast í stýr­is­skip­an­ini. Tann spurningurin verð­ur bara av­ gjørd­ur í Før­oy­um – og ikki á nakran hátt í Danmark. Yngsti tingmaður nakrantíð, Jákup í Jákupsstovu, valdur 6. november í 1945 – Og enn hevur eingin megnað at tikið metið. Tað var á løgtingsvalinum 6. november í 1945, at Jákup í Jákupsstovu varð valdur á ting sum yngsti tingmaður nakrantíð. Hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin. Jákup í Jákupsstovu var tá 23 ára, 3 mánaðir og 30 dagar gamal. Á løgtingsvalinu 29. oktober í 2011 varð Hanus Samró valdur á ting sum næst yngsti persónur. Hann var 23 ár, 5 mánaðir og 29 dagar gamal. Á løgtingsvalinum í 1966 var Finnbogi Iskasen (Ísakson) valdur á ting. Tá var hann tann næstyngsti nakrantíð. Hann var 23 ár, 9 mánaðir og 1 dag. Mikudagin tók Kristina Clementsen úr Tjóðveldinum sæti á tingi sum yngsta tingfólk nakrantíð, ið hevur havt sæti á tingi. Hon er 19 ára gomul. Tað metið átti Jørgen Niclasen, sum í 1989 hevði sæti á tingi í nakrar dagar fyri Svend Åge Ellefsen. Hann var tá 20 ára gamal. Jørgen Nicalsen fekk fast sæti á tingi í 1991, tá Svend Åge Ellefesn fór í landsstýrið. Tá var Jørgen 22 ára gamal og yngsti maður, sum hevur havt fast sæti á tingi. Hetta metið tók Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum, sum í 1998 fekk fast sæti á tingi fyri Helenu Dam á Neystabø, tá hon fór í landsstýrið. Hann var tá 21 ára gamal. Hóast Kristina Clementsen nú eigur metið sum yngsta fólk á tingi nakrantíð, so er tað kanska undrunarvert, at vit skulu leita meira enn 70 ár aftur fyri at finna yngsta fólk, sum er valt á ting. Helgi Abrahamsen hevur tikið sæti á tingi fyri Bjørn Kalsø Helgi Abrahamsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tók hósdagin sæti á løg­tingi fyri Bjørn Kalsø, sum hevur biðið um far­loyvi í eina viku. Helgi var tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 2008 til 2015. Fyri ta tíð var hann floks­skriv­ ari í næstan 10 ár, so tingarbeiðið er ikki ókent fyri hann. Tó er eitt sum er nýtt. Hetta er fyrstu ferð, at hann sleppur at royna seg í leiklutinum sum tingmaður í andstøðu. Fyrstu ferð Helgi Abrahamsen var á tingi var í mars mánaði 1990. Tá var hann – eins og yngstu menn, sum valdir eru á ting – 23 ára gamal. Vit eiga sjálvsavgerðarrættin Aftur á slóðina Helgi abrahamsen Les eisini blaðið á telefonini Kristina ger ein Jørgen – og Aksel nikkar... Edmund Joensen Tíðargrein síða 29 Sýria: Friðarting­ inar á breddan Jóhann Jacobsens síða 26-27 Visti tú? At yngsta fólk, valt á ting, var 23 ára gamli Jákup í Ják­ups­stovu í 1945? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Eingin tekur metið Jákupsstovumaðurin hevur 70 ára gamal met Jákup í Jákupsstovu, Hanus Samró, Finnbogi Ísakson, Jørgen Niclasen og Ják­up Sverri Kass hava allir verið yngstu menn á tingi Kristina Clem­ ent­sen er yngsta fólk, sum hevur havt sæti á tingi