hósdagur 17. desember 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
4
Sæð á Facebook:
»Eg sakni faktist, at handlar og fyritøkur bjóða okkum
á FB at dáma og deila teirra heimasíðu ... Tað er so
langt síðani at eg sá nakra slíka lýsing.«
Í ár
hevur
Face
book
gjørt eitt
yvirlit yvir fylgjandi seks
topplistar: Evnir, Undirhald,
Sjónvarpsrøður, Filmar,
Ítróttafólk og Politikarar.
Evnir:
1: Amerikanska forsetavalið.
2: Yvirgangsálopini í París
13. november.
3: Borgarakríggið í Sýria og
flóttafólkakreppan.
4: Jarðskjálvtin í Nepal.
5: Grikska skuldarkreppan.
Undirhald:
1: Ed Sheeran
2: Taylor Swift
3: Kanye West
4: Nicky Jam
5: Wiz Khalifa
Sjónvarpsrøður:
1: Game of Thrones
2: The Walking Dead
3: The Daily Show
4: Saturday Night Live
5: WWE Raw
Filmar:
1: Star Wars: The Force
Awakens
2: Furious 7
3: Jurassic World
4: Avengers: Age of Ultron
5: American Sniper
Ítróttafólk:
1: Floyd Mayweather Jr.
2: Manny Pacquiao
3: Ronda Rousey
4: Lionel Messi
5: Cristiano Ronaldo
Politikarar:
1: Amerikanski forsetin
Barack Obama
2: Republikanska
forsetavalevnið Donald
Trump
3: Brasilski forsetin Dilma
Rousseff
4: Demokratiska
forsetavalevnið Hilary
Clinton
5: Demokratiska
forsetavalevnið Bernie
Sanders
FSF setti í mikudagin 400 lands
liðskort til sølu. Landsliðskortið
er eitt atgongumerki til allar
heimadystirnar hjá landsliðnum í
komandi HM undankapping
V
it settu slík kort til sølu í
trimum ymiskum bólkum, men
longu nú eru einans eini tríati
kort eftir, sigur Virgar Hvidbro,
aðalskrivari í FSF. Hann greiðir frá, at 10
prosent av setrunum í hvørjum bólki eru
eyðmerkt landsliðskortunum.
Áhugin fyri landsliðnum hevur verið
sera stórur seinastu tíðina, kanska serliga
eftir minniliga sigurin móti Grikkalandi í
Athen í novembur í fjør. Heimadystirnir
móti Grikkalandi, Norður-Írlandi og
Ungarn í ár vóru allir útseldir eftir stuttari
tíð.
Í lutakastinum til komandi HM-
undankapping gjørdust Føroyar í bólki
saman við Portugal, sum neyvan minkaði
um áhugan fyri heimadystinum, og
allarhelst eru fleiri, ið hava nýtt hetta høvi
at tryggja sær eitt atgongumerki til dystin,
tá Cristiano Ronaldo vónandi verður at
síggja á Tórsvølli.
– Fyribils fáa fólk einans bilettirnar
sendar umvegis teldupost, men sum frá
líður er ætlanin at gera eitt kort, sum
fólk kunnu taka við sær til dyst, sigur
Virgar Hvidbro, aðalskrivari.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
10-15 m/s
8-15 m/s
10-15 m/s
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp
í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15
m/s, sum út á dagin makar niður í lot
til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og
ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um
kvøldið snarar hann vindin í ein land-
synningi og um náttina øtlar hann vindin
upp í andøvsgul upp í ein strúk av útsynn-
ingi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað
og regn av suðri. Hitin millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin øtlar hann vindin upp í
stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av útsynningi og vestri, 10 til 15
m/s, sum um náttina snarar í ein
norðan og makar niður í gul til stívt
andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur
skýggjað og regn, um náttina
ælaveður, partvís vátaslettingur
ella kavi. Hitin millum 7 og 10 stig,
um náttina millum frostmarkið og
fýra stig.
Mánadagin
Mánadagin verður gul til stívt
andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s,
sum snarar í ein landsynning og
øtlar út á dagin upp í andøvsgul
upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst
ælaveður, men seinni skýggjað
og regn úr einum útsynningi. Um
náttina snarar hann í ein vestan
og øtlar vindin upp í hvassan vind,
um 15 m/s, seinni andøvsgul upp
í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s.
Yvirhøvur skýggjað og kanska regn
og hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av
suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í
hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og stundum regn.
Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.
2-7 m/s
Vikan ið fór
uppboðssøla
uppboð, selja fisk á uppboðssølu
Uppskotið um millum annað uppboðssølu varð
lagt fram týsdagin, og í tí sambandi hevur mikið
rok staðist av uppskotinum hjá samgonguni.
Ivamál er um, hvørt samgongan stendur saman
um uppskotið. Uppskotið varð til 1. viðgerð
hósdagin.
Um uppboðssølu sigur Sprotin:
Tey lokalu pensjónistafeløg
ini kring landið skipa fyri
at fáa savnað undirskriftir
inn ímóti ætlanini hjá sam
gonguni at skerja fólka
pensjónina, og ætlanin
er at handa Løgtinginum
undirskriftirnar, áðrenn
tingið skal atkvøða um at
skerja grundupphæddina
við 580 krónum.
Rættiliga fitt av vindi hevur
verið hesa vikuna, og av
løgreglustøðini siga tey,
at fleiri fráboðanir komu
um vindskaða. Náttina
til fríggjadagin vóru heili
59 m/s í hvirlunum.
Arsenal og Chelsea er
millum tey 16 liðini, sum
eru víðari til Champions
League endaspælið.
Mánadagin var sendingin
"Heðin og Havnin" í
sjónvarpinum hjá Kring
varpinum. Eftir sendingina
hevur kjak stungið seg
upp um hvørt lóg um
kommunala útjavning skal
setast í verk, og um eftirlitið
við fíggjar viðurskiftini hjá
kommununum skal herðast.
Góðu búskaparligu tíðirnar í
Føroyum endurspeglast ikki
bara í lága arbeiðsloysinum,
men eisini í talinum av
útgoldnum lønum. Fyri
triðja mánaða á rað
eru nevniliga vøksturin
á útgoldnum lønum
voksið við meira enn 2,5
prosent, og hava lønirnar
seinastu tveir mánaðirnir
ligið yvir 700 milliónir
krónur um mánaðin.
»Uppboðssøla«
Hetta skrivaðu vit um á Facebook í 2015
Landsliðskortini útseld
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
av føroyingum við teimum allarlægstu
lønunum, fáa ongan skattalætta men eina
skattahækkin. Skattahækkingin liggur
ímillum stívliga hálvttriðjahundrað krónur
um árið, upp í 476 krónur um árið.
7000
MANGT OG HVAT
Føroysk jól?
Jólini eru tíðin, tá vit hugna okkum saman.
Men jólini eru eisini tíðin, tá vit keypa mest.
Og nógv føroyskt er at keypa – bæði til jóla
døgurðan og at leggja undir træið til okkara
kæru. Hvussu føroysk verða tíni jól í ár?
Visti tú?
Lýsingarnar í útvarpinum
verða ikki bannaðar kortini.
Pengarnir frá lýsingunum skulu
í ein miðlagrunn við egnari
játtan á fíggjarlógini.