hósdagur 17. desember 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
10
TEMA
Øðrvísi jól
Øðrvísi jól
Temasíðurnar hjá Vikuskiftis
blaðnum varpa hesaferð ljós
á tey, sum halda jólini nakað
øðrvísi enn tey flestu. Eitt nú
hava vit vitjað á Barnaheim
inum í Havn, har tey tosa
millum annað um hvussu
jólini eru fyri barnaheimsbørn
ini. Eisini hittu vit eina unga
kvinnu, sum býr á barnaheim
inum, men sum hesaferð fer
at halda jól heima hjá for
eldrunum.
Eisini hitta vit tvey fólk,
sum hava føðingardag jóla
aftan. Fyri tey hevur føðingar
dagarnir og jólini tí altíð verið
nakað øðrvísi enn hjá teimum
flestu. Vit hitta eisini Annu
Nygaard, sum er Jehova vitni,
og tí ikki hátíðarheldur jólini.
Les um ymisk øðrvísi jóla
hald á temasíðunum hesaferð.
Hetta er samstundis seinasta
Vikuskiftis blaðið hesaferð,
og vit takka fyri 2015 – og
Vikuskiftis Sosialurin verður
aftur á gøtuni í 2016. Gleðilig
jól og gott nýggjár ynskja vit
øllum okkara lesarum.
Øðrvísi jól er heitið á temasíðunum
hesaferð. Jólini eru í hondum, og tey
flestu okkara hugsa jólini sum eina
hugnaliga, stuttliga og eydnuríka tíð
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
HVUSSU HALDA
FØROYINGAR
JÓL?
Temasíðurnar varpa ljós á nøkur heldur øðrvísi
jólahald eitt nú hjá teimum, sum fylla jólaaftan, hjá
teimum, sum bjóða fremmandum inn til jólahald
og hjá teimum, sum búgva og starvast hjá barna
heiminum. Men hvussu halda føroyingar jól?
Saman við spyr.fo hava vit gjørt eina spurnarkanning, sum er grundað á 300
svar frá føroyingum í øllum aldri. Tey flestu halda jól saman við familjuni,
meðan summi ferðast, onnur arbeiða og summi hava ikki tikið støðu enn.
Sí úrslitið av kanningini her.
Spurnarkanning