hósdagur 17. desember 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
32
ÍTRÓTTUR
HONDBÓLTUR Tað kom púra óvart á tey flestu, at StÍF mikukvøldið vann á ósigraða H71,
sum undan dystinum hevði vunnið 12 dystir upp í slag. Sveinur Justinussen er tó ikki bilsin
HONDBÓLTUR VÍF er í vanda fyri at detta niður í millum Kyndil og
Neistan, tá FM-finaluatgongumerkini skulu deilast út tíðliga komandi ár.
Lemjandi ósigurin fyri Neistanum í vikuni talar sína greiðu søk
TRÓNDUR ARGE
M
ikukvøldið vann StÍF
22-11 á H71 í høllini í
Hoyvík. Talan er helst
um mest óvæntaða
úrslitið í landskappingini higartil. Í
12 dystum hevur ongin megnað, at
koppa Peter Krogh og hoyvíking
unum.
Fyri roynda spælaran hjá StÍF,
Svein Justinussen, so var úrslitið
ikki so óvæntað, sum tað helst var
fyri øll hini.
– Eg eri ikki so bilsin av hesum
sigrinum. Vit hava spælt tvær ferðir
móti H71 í landskappingini. Serliga
dystin á Skála lorkaðu vit burtur.
Tá stóð á jøvnuum , tá fáir minuttir
vóru eftir, men so fekk millum annað
bonkurin eina útvísing, og tað kost
aði. So vit vistu, at vit kundu, sigur
Sveinur Justinussen, sum skoraði
fimm av málinum.
Verjan vann dystin
Sveinur Justinussen heldur, at tað
serliga var verjan hjá strandingum,
sum vann teimum dystin. Teir hildu
allar avtalur, og so funnu teir eina
loysn, sum steðgaði Peter Krogh.
– Vit valdu ikki at mansverja
Peter Krogh, men seta okkara besta
verjuspælara á hann, og so dekka
nakað longur framm, sigur Sveinur
Justinussen, um Marius Joensen, ið
fekk sum uppgávu at dekka Peter
Krogh.
– Hann fekk trý mál í opnum spæli
og fekk tvey upp á brotskast. Eg haldi
tú kanst siga, at vit vinna dystin í
verjuni, sigur Sveinur Justinussen, ið
mangan sjálvur hevur roynt at verið
mansvardur.
Á Strondum taka tey tað tó púra
róligt, sjálvt um liðið akkurát hevur
vunnið á H71.
– Eg hugdi meiri um, at sigurin
hevur stóran týdning fyri okkum
á stigatalvuni. Nú eru vit við aftur.
Sjálvandi er tað stuttligt, at vinna
vinna á einum liði, sum ikki hevur
tapt. Men fyri okkum snýr tað seg
meiri um okkara støðu á stigatalvuni,
sigur Sveinur Justinussen, ið leggur
afturat, at málið hjá felagnum er at
røkka FM finaluni.
Neistin bítur frá sær
Í hinum mansdystinum, sum var
mikukvøldið, spældu VÍF og Neistin
javnleik 24-24. Neistin var á odda allan
dystin, men í seinasta minuttinum
kom VÍF upp á javnleik, og fekk ein
dystarbólt. Hann bleiv misnýttur, og
so hevði Neistin ein hálvan minutt at
avgera dystin. Tað gekk heldur ikki,
og liðið deildust um stigini í einum
undirhaldandi og spennandi dysti.
VÍF hevur nú tapt fyri KÍF, og fekk
eitt stig móti Neistanum. Úrslitini
seinastu vikurnar hava gjørt, at bara
Team Klaksvík kann avskrivast í FM
stríðnum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
STRANDINGAR TÓKU ØLL
UTTAN SEG SJÁLVAR Á BÓLI
VÍF Í STÓRUM TRUPULLEIKUM
TRÓNDUR ARGE – VESTMANNA
E
ftir lemjandi 59 minuttir móti
Neistainum mikukvøldið,
var alt sjálvsálitið hjá vest
mannakvinnum burtur.
Tær fáa brotskast, sum ongan
týdning hevur fyri útfallið. Løtuna
frammanundan hevur Neistin skift
fleiri ungar spælarar inn, og tær hava
gjørt mun. Serliga 16 ára gamla Drós
Ragnasdóttir ger um seg. Við einum
brotskasti og tveimum dundur
skotum, skorar hon trý mál lítlu
løtuna hon er inni.
Í hinum endanum er Margit
Weihe í læru hjá málverjanum Fríðu
Petersen. Hon kemur fyrst inn at
taka sær av onkrum brotskasti, men
móti endanum av dystinum sleppur
hon veruliga at royna seg. Tað er í
seinasta minuttinum, at tað av álvara
er sjón fyri søgn, at VÍF er tappað fyri
sjálvsálit.
Tað er brotskast til VÍF, men 16
ára gamla Margit Weihe bjargar til
ovurhondsstóra gleði fyri spælararnar
hjá Neistanum. Seinastu løtuna av
dystinum verður VÍF trumlað niður
av lærlingunum hjá Neistianum,
meðan fleiri lyklaspælarar hjá VÍF
antin sita uttanfyri, ella spæla við
skaðum.
VÍF er nú í vanda fyri, at dett niður
í millum Kyndil og Neistan.
Liljan manglar
Undan dystinum er tað ikki so nógv,
sum bendir á, at hetta skal blíva ein
avsmurningur. Neistin hevur júst
tapt púra óvæntað fyri StÍF, meðan
VÍF hevur vunnið á VB og júst StÍF.
Tað er tó munur á liðnum, tá tey
renna á vøllinum í høllini í Vest
manna. Neistin er omaná og hevur
fleiri spælarar, sum eru kunnugar við
at spæla oddadystir í Hvonn-deildini.
Ása Dam á Neystabø er flutt aftur til
landið og spælir fast, Jacklin Durhuus
er byrjað aftur, og Fríða Petersen
stendur enn í málinum, hóast tað
ikki var vist undan kappingarbyrjan.
Fyri VÍF eru spælarar sum Durita
C. Jojic, Tóra Seloy, Eilin Hansen,
Kristian Griksaite og Liljan Djurhuus
ikki við. Tað sást væl á spælinum, tí
trýstið á Mariannu H. Jacobsen og
Agnas Olsen var ovurhondsstórt. Tá
so Agnas Olsen heldur ikki fekk spælt
við fullari, so var bara Marianna eftir.
Serliga er saknur í skotstrykini hjá
Liljuni Djurhuus.
– Spæla við soleiðis, so koma vit
ikki í finaluna, sigur Agnas Olsen,
sum ásannar at VÍF má finna eina
loysn upp á trupulleikarnar.
Fríða og Ása
Fyri Neistan riggaði næstan alt. Bæði
berandi spælararnir og ungu spæl
ararnir gjørdu um seg. Tó mundi
dagsins besta samanspæl vera tað
millum málverjan, Fríðu Petersen,
og Ásu Dam á Neystabø. Hvørja ferð
Neistin vann bóltin fór Ása tuskandi
avstað í vinstru, meðan Fríða sendi
eina neyva avlevering fyri, og aðra
eftir. At kalla hvørja ferð fekk Ása,
onkuntíð Nikoleta R. Hansen, fatur
á bóltinum.
– Fríða kundi sent hasar avlever
ingarnar í blindum og framvegis
rakt meg. Tað er fantastiskt at spæla
saman við henni, sigur Ása Dam á
Neystabø, sum ikki vil avskriva VÍF
í FM stíðnum.
Er dysturin mikukvøldið í Vest
manna nakað at ganga eftir, so eru
Neistin og Kyndil favorittar at koma
í FM finaluna.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN