Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 37 Arbeiðsuppgávurnar verða: • Burðardygg framleiðsla av sunnum og heilsugóðum mati til kundar okkara • Fóðring, røkt og eftirlit av laksinum • Eftirlit og viðlíkahald av útgerð Sum alari mást tú kunna: • Dáma at arbeiða úti alt árið í øllum veðri • Handfara bátar og útgerð • Arbeiða sjálvstøðug/-ur og kunna taka avgerðir • Síggja loynsnir heldur enn forðingar Marine Harvest bjóðar: • Góðar arbeiðskarmar og góðar tryggingarskipanir • Góðar starvsfelagaðar og eitt gott arbeiðsumhvørvi • Avbjóðandi arbeiðsuppgávur við góðum møguleikum at mennast fakliga Hevur tú ikki royndir í aling vilja vit geva tær frálæru. Starvið hevur tilvísing til rakstrar leið aran. Løn sambært sáttmála. Meira kunning um starvið kann fáast frá rakstrarleiðara okkara. Sandsvág, Sandur – Rakstrarleiðari Finnur Johannesen, tlf. 791030 Umsókn skal sendast til: office.faroes@marineharvest.com ella til Marine Harvest Faroes, Ternubrekkan 3, 695 Hellurnar. Umsóknarfreistin er 8. januar 2016. Marine Harvest Faroes er partur av altjóða fyritøkuni Marine Harvest ASA, sum er skrásett á Oslo Børs og á New York Stock Exchange. Í Føroyum ala vit laks á Oyndarfirði, í Sundalagnum og skjótt eisini á Sandsvág. Smoltið ala vit á Hellunum, og har er eisini skrivstova okkara. Vit eru um 30 fólk, og leggja vit serliga dent á góðan trivna, og á góð arbeiðsviðurskifti. Marine Harvest søkir alara til Sandsvág Við ynski um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Argja Róðrarfelag Hjá Fróða Eysturlon TAkk fyRi sTuðulin áRið 2015 Tað er altíð spennandi at sleppa at kaga inn í lívið hjá einum rithøvunda og tí eru ævisøgur hugtakandi. Steintór er ein íblástur, tí hann torir at vera tann hann er, og hann er ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir. Soleiðis skuldu øll verið. Jústinus l. EidEsgaard, rithøvundur og Journalistur ... Bókin kundi eisini verið kallað ein skrappbók, við nógvum myndum og fínum tekningum hjá Edward Fuglø. Sjálvur haldi eg hesa bókina annars vera eina rættiliga góða sjálvsævisøgu, tí hon er ikki bara ein persóns­ søga, men eisini mentanarsøga, og tað er ikki so lítið. Erhard JacobsEn, landsbókavørður ... Steintór Rasmussen letur vindeygu upp út í eina áhugaverda og fyri mongum ókenda verð, men hann skrivar eisini viðkomandi um sín egna heimstað og føroysku fólkasálina. Við sínum gittara, yrkingum og íverksetarahugi hevur skaldið givið ungum og tilkomnum eina bók við livandi søgu og ódoyggjandi sangum. Lívið er mítt listaverk fer at koma væl við hjá bæði lærarum og næmingum. ragnhild Ellingsgaard, lærari bókin kostar 299,- kr. og fæst um alt Føroya land!