mánadagur 21. desember 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÁRG. 89, BLAÐ NR. 146
18. DESEMBER 2015
313535
P litikk
30
TEMA
Fyrrverandi oddamenn í Kringvarpinum
– Mangan spyrja journalistar valdspersónar, um teir taka avleið
ingarnar av sínum mistøkum. Og tað haldi eg, at kringvarpsfólkini
í rættar málinum um Jørgen Niclasen áttu at gjørt, sigur Jógvan
Jespersen, fyrrverandi kringvarpsstjóri. Vikuskiftis Sosialurin hevur
hitt tríggjar fyrrverandi oddamenn í Kringvarpinum, og teir halda,
at trúvirðið hjá stovninum haltar s68
ÁTTU AT
VERIÐ
KOYRD FRÁ
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jan Højgaard
Formansval síða 9
Allar
útreiðslur
úr sátt
málanum
Sniðálvur Røvilsberg
Formansval síða 9
Minsta
lønin skal
upp
Ikki kann sigast, at nýggja lands
stýrið hevur havt hepna hond við
at leggja politikk sín fram.
Tað var annars væntandi – og
fyri fleiri kanska vónandi – at nú
skuldu politikarar taka sær aðrar
partar fyri. Fyri fyrstu ferð varð
øll manningin í Tinganesi skift út
í senn – eingin persónur og eingin
flokkur, sum sat í gamla landsstýr
inum helt fram í tí nýggja. Tað er
ikki hent áður.
Um tað kann verða umberingin
fyri, at landsstýrismanningin hev
ur so ilt við at fóta sær, ella um tað
bara er av vantandi royndum og
fyri summi ov nógv ár í andstøðu,
er heldur ikki gott at vita.
Jólaaftan hevur samgongan sit
ið sínar fyrstu 100 dagar – enn vita
vit ikki, um tey tá eru komin á mál
við fíggjarlógini og øllum fylgi
lógunum. Men púra vist er tað, at
hendan samgongan fær ikki besta
skoðsmálið. Har er alt ov nógv av
handahógvið merkt. Mál eru illa
lýst og illa fyrireikað. Samgongan
stendur ikki saman.
Eitt hart skot fyri bógvin fekk
samgongan, tá Sonja Jógvansdóttir
tók seg úr Javnaðarflokkinum og
harvið eisini úr samgonguni, sum
hon ikki er partur av. Hóast hon sig
ur seg stuðla samgonguni, so er hon
ikki partur av samgonguni, sum tó
má liva av náði frá henni. Ein støða,
sum ikki gongur í longdini, um hon
ætlar sær framtíð í politikki, og
sum heldur ikki er haldbar fyri
Javnaðarflokkin og samgonguna.
So er tað vargurin á Tvøroyri –
borgarstjórin Kristin Michelsen.
Hann vil ikki gera sum hini. Hann
kennir ikki somu avtalur, sum hini
í samgonguni.
Kaj
Leo
Holm
Johannesen
brúkti júst vargin á Tvøroyri sum
grundgeving fyri at halda Javn
aðarflokkin uttanfyri í 2011. Helst
var tað ein hvít lygn. Men Kristin
Michelsen kann gerast lagnan hjá
Akseli V. Johannsen sum Føroya
Løgmanni. Um Kristin Michelsen
ger álvara av at reka politikk eftir
sínum egna høvdi – og floksleiðslan
ikki megnar at fáa bilbukt við
hendan trupulleikan, so er Javnað
arflokkurin ikki stjórnarberandi,
og so kann endin verða, at Aksel V.
Johannesen má tveita handklæðið
í ringin og leggja frá sær – longu
fyri jól.
Tað er ein eyðmýkjandi støða.
Aksel V. Johannsen stjórnar einum
flokki við fleiri leysum kanónum
– og hann hevur mist eina. Tað er
ein flokkur, sum at síggja til ikki er
stjórnarberandi, og sum skal bøta
nógv um sítt trúvirðið, skal hann
takast fyri fult framyvir.
er hann stjórnarberandi?
– Varðin Pelagic fer nú at
byggja
svartkjaftavirki
á
Tvøroyri.
Hesum
boðaði
Bogi
Jacobsen, stjóri á Varðanum
Pelagic frá á ársveitsluni
leygarkvøldið.
Talan er um at byggja eitt
nýtt svartkjaftavirki, sum
skal vera beint við síðina av
Varðin Pelagic-bygninginum,
har sum landingarmiðstøðin
hevur hildið til.
Sambært Boga Jacobsen
er hetta er ein liður í lang
tíðarætlanunum hjá Varða
num at vera eitt felag, sum
framleiðir matvørur og sum
virðisøkir tað tilfeingi, sum
vit hava í Føroyum. Svart
kjaftur er eitt fiskaslag, sum
er fiskandi ein stóran part av
árinum, og er at fáa í stórum
nøgdum.
Ætlanin er at framleiða
fiskin til surimi.
– Hetta er ein íløga á
millum 60 og 70 milliónur
krónur, sum fer at geva
arbeiði til eini 70 fólk.
Virkið fer at standa fyri
eina virðisøking á einar 35
milliónur árliga.
Svartkjafturin
verður
skorin til flak og framleidd
ur til fars, áðrenn hann fer í
surimi maskinurnar.
Surimi hevur verið fram
leitt í Føroyum áður, bæði á
Bluenorth í Kollafirði, um
borð á Olafi í Garðastovu,
umborð á Næraberg og At
lantic Navigator.
Tøknin
mennist
alla
tíðina, og metir leiðslan á
Varðanum Pelagic, at tíðin er
búgvin at gera hesa íløguna.
Hetta er eisini ein fyri
munur fyri skipini og mann
ingarnar, sum fáa nakað
meira fyri fisk, sum verður
landaður til matna.
Væntandi verður virkið
liðugt um eitt ár.
70 nýggj arbeiðspláss á Tvøroyri
Eins og undanfarin ár verða
Mentanarvirðislønir Lands
ins handaðar á føðingardegi
William Heinesens tann 15.
januar.
Handanin verður í Norð
urlandahúsinum
í
Havn,
fríggjakvøldið 15. januar kl.
18.00, tá Rigmor Dam, lands
stýriskvinna í mentamálum,
handar Mentanarvirðislønir
Landsins fyri 2015. Í sam
bandi við handanina verður
tiltak í Norðurlandahúsinum
við røðum, upplestri, tónleiki
og
øðrum
framførslum.
Kringvarp Føroya útvarpar
tiltakið og sendir beinleiðis
frá hátíðarhaldinum eftir
tíðindini kl. 18.00.
– Løtan, tá Mentanar
virðislønir Landsins verða
handaðar, er hátíðarlig, og
tí gleðir tað meg, at tiltakið
verður
sent
beinleiðis
í
Kringvarpinum, so tað á
tann hátt røkkur út til alt
landið. Tað er altíð spenn
ingur um, hvørji nú munnu
fara at fáa virðislønirnar, og
eg gleði meg til hetta høvið
at heiðra nøkur av okkara
fremstu lista- og menta
fólkum, sigur Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í menta
málum.
Aftur í ár verða tríggjar
virðislønir handaðar. Ment
anarvirðisløn Landsins, sum
er kr 150.000, verður latin
listafólki, sum hevur skapað
list á høgum støði, sum tøkk
fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva Landsins, sum
er kr. 75.000, verður latin
mentafólki, ið hevur virkað
til frama fyri mentanarlig
virði, sum hava týdning fyri
føroyska mentan, list og
mentanararv. Seinastu árini
hevur ein virðisløn verið
latin til ungt listafólk, sum
er kr. 50.000, og hon verður
eisini latin í ár.
Afturat
virðislønunum
verður ein sømdargáva, ið
er lívslang heiðursgáva á kr.
20.000 um árið, latin lista
fólki, fyri útint listarligt av
rik, ið verður mett at hava
týdning fyri samtíð og fram
tíð.
Virðislønir á føðing
ardegi Williams
Leysu kanónirnar kunna
noyða Aksel at leggja frá sær
Forsíðuyvirskriftin í blaðnum
fríggjadagin kann misskiljast
– tá vit siga um fólkini í Kring
varpinum, at tey »Áttu at verið
koyrd frá«.
Rættari av okkum at sagt
hevði verið, at tey »Áttu at
verið farin frá«, meðan málið
varð viðgjørt, so sum keldan
eisini segði í greinini.
Farin frá og ikki koyrd frá
Frá virðislønarhandanini í Skálavík 15. januar í ár