Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Almannamálaráðið, ið umsitur almannamál, bústaðarmál og javn støðu mál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hug skot til veruleika. AlmAnnAmálAráðið • EirArGArðUr 2 • 100 TÓrSHAVn TElEFOn 30 40 50 • TElEFAX 35 40 45 • E-mAil: AHS@AHS.FO Fulltrúi til Almannamálaráðið Almannamálaráðið søkir eftir fulltrúa til setan 1. februar 2016 ella skjótast gjørligt. Sum fulltrúi í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum. Talan er um starv í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti. Førleikar Tú hevur samfelagsliga útbúgving frá hægri lærustovni t.d. løgfrøðingur, stjórnmálafrøðingur ella búskaparfrøðingur við viðkomandi starvsroyndum. lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína lidna, eru eisini vælkomin at søkja. Starvsroyndir frá miðfyrisiting ella aðrar viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild. Hóast starvið er sjálvstøðugt, og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøð- inga felagið. Setanin fevnir um Almanna mála- ráðið og stovnar undir tí, umframt løgmans- skriv stovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almannamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á amr@amr.fo Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. januar 2016, kl. 12.00. nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun mohr Hansen, á tlf. 734049 ella umvegis teldupost á eydun.mohr.hansen@ amr.fo AlmAnnAmálAráðið Endurlýsing – Sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvisstarv á Mýrisóljuni í Runavík, Trivnaðardepilin eind 2 Søkt verður eftir barnsburðaravloysara, at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar fevna í løtuni um dag- og kvøldtímar gerandisdagar og uml. eitt vikuskifti um mánaðin. Setanin er tíðaravmarkað til 1. oktober 2016. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum Eind 2. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Um starvið verður sett av einum av hinum fakbólkunum, verður lønin samsvarandi teimum sáttmálunum. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.12.2015 kl. 12.00 Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Søkt verður eftir Heilsurøktara til Trivnaðardepilin til Eind 7 Eind 7 veitir tænastu til børn og vaksin við rørslutarni. Eind 7 umfatar Fjølbrekatoymið Smæruna í Tórshavn, Fjálgulon í Skálavík, Sambýlið Eirargarður í Tórshavn, umframt náttarvaktartoymið í heimunum hjá borgarum v.m. í Suðurstreymoy og Sandoy. Um starvið: Søkt verður eftir einum stuðulsfólki til mann við rørslutarni í Vestmanna. Starvið er 20 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er um dagin. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða í heiminum hjá borgaranum. Arbeiðið fevnir um praktiska hjálp, og at hjálpa við at koma til arbeiðis. Neyðugt er at hava koyrikort. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardepilin Eind 7. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04.01.2015 kl. 12.00 Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Almannaverkið søkir eftir einum fysioterapeuti og tveimum ergoterapeutum til Viðskiftadepilin Endur venjingina í Tórshavn og Runavík Vit sóknast eftir 1 fysioterapeuti at arbeiða 35 tímar um vikuna í Tórshavn og 1 ergoterapeuti at arbeiða 35 tímar um vikuna í Eysturoynni. Størvini verða sett 1. februar ella skjótast gjørligt. Harumframt verður lýst eftir 1 ergoterapeuti at arbeiða 35 tímar um vikuna. Hettar starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv í Tórshavn, til setan umleið 1. apríl 2016. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum. Starvsstaður er í Runavík ella í Tórshavn. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tá tænastan fevnir um alt landið, má roknast við koyring. Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergo tera peutfelagið og millum Fíggjar mála­ ráðið og Fysioterapeutfelagið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. januar 2016, kl. 12. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: eblaðið sos.fo