mánadagur 21. desember 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tekur koyrikortið av neyð
F
lestu havnafólk munnu vita hvør
Nemus Napolen Djurhuus er og
ikki heilt fá uttan fyri Havnina
heldur. Í eitt mannaminni hevur hann
verið fótbóltsdómari, men nú eru
longu 20 ár síðani, at hann fall fyri
aldursmarkinum fyri at døma í bestu
deildini. Síðani hevur hann verið virkin
í dómaraarbeiðinum hjá FSF, fyrst og
fremst sum eygleiðari. Í tí dagliga
hevur hann starvast á Mimir, men nú
hann ætlar sær eina nýggja yrkisleið,
rendi Nemus seg í ein óvæntaðan
trupulleika.
– Líka mikið hvat starv tú ynskir,
so stendur altíð, at koyrikort krevst.
Eg ætlaði at fáa mær eitt arbeiði nú,
men uttan koyrikort, einki arbeiði. So
tað er av neyð, ikki til stuttleikar, at
Nemus er farin at fáa sær koyrikort,
nú hann er farin um tey seksti, sigur
Nemus Napoleon Djurhuus.
Hann hevur búð alt sítt lív í miðbý
num í Havn og hevur tí ongantíð havt
brúk fyri einum koyrikortið. Um hann
onkuntíð skuldi havt tørv á at fara ein
longri túr ella okkurt skuldi koyrast,
so var altíð onkur annar, sum hevði
koyrikort og kundi hjálpa.
– Eg eri ómetaliga væl móttikin av
unga fólkinum, tey eru sjálvandi flestu
um 17 ára aldur í koyriskúlanum hjá
Benny. Ótrúliga fryntlig og fitt eru
tey øll somul, sigur Nemus, sum tó
ásannar, at tað allarhelst er munur á,
hvussu hann og hesi ungu hugsa um
koyrikortið og tað at koyra bil.
– Eg havi eitt heilt greitt mál við
koyrikortinum. Eg má fáa mær tað,
fyri at fáa eitt starv. Hetta er ikki ein
leika, ikki nakað, eg skal stuttleika
mær við. Eg havi heilt einfalt brúk fyri
tí, um eg vil hava eitt arbeiði, sigur
hann.
Hóast tað eru 20 ár síðani, at
Nemus dømdi ein vaksnamannadyst,
so er hann enn virkin, bæði sum eyg
leiðari og sum dómari. Nú dømir hann
eini 15 dystir um árið fyri HB, í aldurs
bólkunum upp til unglingar.
Hann stúrir tó fyri framtíðini hjá
dómarastættini í føroyskum fótbólti.
– Um ikki okkurt verður gjørt, so
endar FSF í somu støðu sum HSF, at
tað mangla dómarar. Har er alt ov
lítil tilgongd. Sum er, eru eini sjey,
átta dómarar til Effo-deildina, og tað
merkir, at ein dømir næstan hvørt
vikuskifti. Tað er strævið at vera
dómari. Ein skal vera líka væl fyri sum
spælararnir, í líka góðari venjing. Tað
vísir seg nú, at tað er ein trupulleiki
at fáa fatur í fólki, sum vilja geva tað,
sum krevst, sigur fyrrverandi fótbólts
dómarin.
– Fyri at gerast venjari í Effo-
deildini, so má ein taka uppgávuna í
álvara. Tað verður eitt offur fyri teg
og familjuna. Tað krevur nógva tíð,
og tað krevur nógv tol. Sum dómari
fært tú nógvar lortaspannir oman yvir
teg viðhvørt, so tað krevur harða húð
eisini, sigur Nemus Napoleon Djur
huus.
Tað er eisini hart arbeiði at ganga
til koyrilæru, heldur Nemus.
– Tú kemur altso ikki sovandi til
eitt koyrikort nú á døgum. Tvær ferð
ir um vikuna er teoriundirvísing og so
koyring eina ferð um vikuna. Krøvini
eru hørð, tú skalt svara 20 av 25
spurningum rætt á royndini, sigur
Nemus, sum nú hevur gingið til koyri
læru í hálvan annan mánað. Ein av
komandi døgunum skal hann til teori
roynd og so stendur koyriroyndin á
skránni eftir ársskiftið.
– Eg síggi tað sum eina avbjóðing,
líka stóra, sum tá eg skuldi blíva FIFA-
dómari. Hetta er ein uppgáva, sum
skal útførast væl, um eg vil varðveita
koyrikortið. Geri eg ikki sum eg skal,
so er brádliga einki koyrikort eftir,
sigur Nemus Napoleon Djurhuus.
– Eg havi tó ongar ætlanir um at
gerast bilførari burturav. Endamálið er
at gera tað lættari at fáa eitt arbeiði,
men annars ætli eg mær at ganga. Eg
búgvi enn í miðbýnum, hví skal eg fara
at liggja í bilinum og koyra runt nú,
spyr hann.
Hóast hann er farin um tey seksti, er Nemus Napoleon Djurhuus nú farin undir at taka koyrikortið fyri fyrstu ferð