mánadagur 21. desember 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hildigarð Djurhuus Jakobsen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Stuttlig, sosial og umhugsin
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Suzuki Swift
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
HTC One
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Cruise og súkkluferian, sjeikurin og
eg høvdu í Kroatia í 2014, var heilt
fantastisk. Tað kann eg viðmæla øllum.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Aja, tað skal nokk ganga
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Smílinum og eygunum. Ein góð
reyv ger tað heldur ikki verri ;)
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Mín eitt ára gamli sonur ger meg
í góðum lag hvønn dag
HVAT STRESSAR TEG?
Eg eri ongantíð stressað, men blóðið kann
fara í kók, tá ið fólk vera órættvíst viðfarin
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Stoktur náti og ræst kjøt
HVAT GLEÐIR TEG?
Góður matur og hugnaligar kvalitets
løtur saman við familju og vinum
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At ein vinkona flutti aftur til
Føroyar eftir nógv ár í Danmark
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
62N incoming
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Tí eg haldi, at tann føroyska
ferðavinnan er sera spennandi.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tær mongu jaligu afturmeldingarnar frá
fólki, ið eru glað fyri túrin í Føroyum
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Tað er alt ann uppá lagið. Alt frá RNB,
pop til Leonard Cohen og Adele
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Streymurin. Hóast tað er hugnaligari,
tá ið hann fer eina løtu, so hevði
eg ikki viljað livað uttan allar teir
hentleikar streymurin gevur okkum
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
At flyta heimaftur til Føroyar
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Njót tær smáu løturnar
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Eg havi havt kettu í nógv ár, men hon
bleiv avlívað fyri kortum vegna aldur
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Keypt hús
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Keypt hús, bil og bát. Givið familju
burturav, og so hevði eg eisini
ferðast fleiri ferðir um árið.
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Eg elski tí føroysku náttúruna og tey
smáu forholdini. Øll koma hvørjum
øðrum við, og tað er nemt og skjótt at
støkka inna gólvið hjá hvør øðrum.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Búsitandi í Føroyum, eitt ella tvey børn
ríkari og havi eitt spennandi og mennandi
starv innan føroysku ferðavinnuna
Haldi føroyska ferðavinnan
er spennandi
Besta íløgan
var at flyta
heimaftur
til Føroyar