Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ MYNDAKAPPING SEINASTA MYNDAKAPPINGIN djoramyndir@sos.fo H E S A V I K U N A VINNARIN MYNDAKAPPING Hetta er Laban. Hann er 3 vikur gamal. Sent inn hevur 11 ára gamla Jasmin í Tórshavn Hesin forkelaði hamstarin eitur Fido. Hann elskar at fáa pylsu og ost. Myndina eiga Rani Vang, 12 ár, og Rógvi Vang, 13 ár, Bóndaheygur 15A, Tórshavn Hetta er sætta og seinasta kappingin á hesum sinni. Tað hevur verið bæði spennandi og stuttligt at sæð nógvu myndirnar, tit hava sent okkum. Tað hevur verið ógvuliga ringt at valt burturúr, tí nógvu fittu myndirnar hava nomið við hjartað, so væl tær hava víst, hvussu góð tit eru við djórini, og umsorganina, tey fáa. Um tit halda, at vit áttu at tikið táttin upp aftur seinni, mugu tit endiliga skriva til okkum. Túsund, túsund takk, øll somul, og gleðilig jól til bæði fólk og fæ. Hetta er Sussi, hon er 2 ár og hon er so spent til jóla. Hon elskar at spæla við Rudolf :) Sent inn hevur 6 ára gamla Brynja Jovsdóttir í Rituvík Bella og hennara fittu hvølpar. Sent inn hevur 7 ára gamla Lóa Debess 1 ára gamla Gaia bleiv so troytt av at spæla við sína nýggju bamsu, at hon sovnaði við bamsuni í fanginum. Sent inn hevur 12 ára gamli Ási Dam