mánadagur 21. desember 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
22
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Ein, sum er kreativur, er skapandi, og
Steintór Rasmussen hevur verið skap
andi sum fáur, nú tímaglasið hevur
hevur talt 55 ár í niðaru helvtina av
glasinum. 400 síður eru prentaðar
upp undir jól í ár, sum vísa brotpettir
úr hesum skapandi í bókini “Lívið er
mítt listaverk”.
Tað eru trý ár millum okkum, og eg
eri eldri, og bókin er hugvekjandi fyri
meg, tí eg eri ein partur av høvuðs
hendingunum, standi bert á einum
øðrum stað enn høvundurin, síggi
tingini frá ikki akkurát sama vinkli, og
tað sær ongin.
Her er talan um ævisøguligar
endurminningar, sum verða settar inn
í søguna, sum gongur fyri seg kring
okkum og uttanfyri okkum, uttan fyri
landoddarnar.
Tað er altíð spennandi at sleppa at
kaga inn í lívið hjá einum rithøvunda
og tí er ævisøgur ella endurminningar
hugtakandi. Tær kunnu eisini vera
vónbrótandi, tí vit hava tað við at gera
okkara egnu søgu um persónar, og tá
vit nú hoyra, hvat høvundurin sjálvur
leggur í eina søgu, so er ikki altíð sam
ljóð millum tað vit sjálvi tulka og tað
høvundurin hevur langt til grund.
Eg eri ikki maður fyri at meta um
bókmentaliga virði í eini ævisøgu, tað
kann so ongantíð gerast til annað enn
mín meting, men eg kann geva eina
meting av einum tíðarskeiði, sum eg
sjálvur havi upplivað og her er Stein
tór neyvur og rættuliga sannur.
Fyri meg vil Steintór altíð standa
sum skapandi ódnin aftanfyri tón
leikaliga nýbrotið Frændur, og teirra
fyrsta útgáva, sum kom út fram í
móti miðjuni av áttatiárunum í farnu
øld. Her var veruliga talan um nýbrot,
sum talaði til hjartað. Nýggir tónar,
nýggir sangir, ungdómsins vreiði og
uppreistur og ein deiliga óbúgvin og
barnslig tilgongd til lívið. “Hundurin
brúni” gjørdist eitt “hitt” langt út yvir
tað vanliga í føroyskum høpi. Og fyrst
og fremst, tí talan er um eitt knall
gott lag, evnað av Steintóri og síðan
teksturin, sum í føroysku málbúna
lýsir klassamunin, nakað sum upptók
okkum vinstrahallu uppreistrarsinn
aðu, sum so fegin vildu ganga aðrar
leiðir, enn undan varð slóðað.
Steintór fer í bókini aftur um yrk
ingarnar, eini hundrað í tali. Yrkingar,
sum vit hava gjørt okkum okkara egnu
tankar um, ið eru eins berættigaðir og
hansara egnu. Og forvitnisligt er at
síggja, hvussu hann sjálvur kelar fyri
sínum yndisbørnum í teksti.
Steintór er 55 ár, eg eri 58 ára
gamal, vit hava góðar 1200 felags
vinir á facebook. Vit hava nógv til fe
lags og serliga tíðina vit hava livað.
Og tíbetur eru vit ymiskir. Meðan
Steintor eksploderaði í áttatiárunum
í kreativiteti, stríddist eg við at gerast
vaksin og stýra lívinum og nú tori eg at
skriva, at eg næstan øvundaði honum,
at hann fekk so nógv frá hondini. Men
sjálvt í øvund kendi eg stóra gleði av
tí hann fekk frá hondum.
Tónleikur og orð hava tað við sær,
at tey finna leið inn í sinnið og har
liva tey sítt egna lív og tey verða tikið
fram og viðgjørd av heilanum, tí stóru
telduni, sum enn ongin mannagjørd
telda kann kappast við og í hesi teld
uni hevur tónleikurin livað, síðan eg
hoyrdi hann fyrstu ferð. Hann er slit
sterkur og dygdargóður og fyri meg
eru Frændur við oddamanninum
javnsettir við Kim Larsen, Sebastian
og Afzelius og enntá uppreistrarróp
longur úti í heimi.
Eg havi undrast hvussu tað ber til,
at tónleikur hevur havt gróðrarbotn í
okkara fiskivinnuhøvuðsstaði, sum er
so gjøgnumseyraður av hægri málum
sum materialismu og Gudi. Tað er ein
sannroynd, at uttan ískoytið innan
Klakk hevði føroyskur popptonleikur
verið munandi fátækari.
Her norðuri í okkara parti av land
inum varð tú ikki roknaður fyri nak
að, uttan at tú sigldi og helst vann
gylt av peningi. Og høvundurin tekur
hetta fram, tí neyðugt er at fortelja,
at hann var nakrar vikur við nótabátin
um Durid, fyri at vísa á, at hann eisini
er maður og at hann hevur pissað í
saltvatn. Eg sigldi eisini sum ungur
eitt sindur, og tað var bara fyri at
vinna pengar og prógva, at eg eisini
var maður. Eg hvørki treivst ella tímdi
at vera til skips.
Eitt tað besta eg visti sum smá
drongur, var í føðingardøgum at
sleppa at hyggja í myndabøkurnar
hjá fólki. Hetta lovar Steintór okkum í
bókini. Vit kunnu fylgja høvundanum
og lívsbókin vekir nógv hugnalig
minnir.
Og vit sleppa eisini at heilsa upp á
ungdómsmentorin hjá Steintór, Helle
Heinesen, sum fekk stóran týdning
fyri ung í Klaksvík og Eysturoynni,
ta stuttu tíð hon fekk loyvi at virka,
áðrenn krabbamein feldi hana. Rør
andi at lesa um hetta sterka vinar
band.
Eg lesi bókina hjá Steintór sum
eina ávegis søgu og tað skuldi ikki
undrað meg, um vit fáa eina líknandi
søgu aftur at frá hansara penni um
eini 20 ár. Virkin er hann sum fáur og
hevur dirvið at skapa.
Steintór er ein íblástur, tí hann
torir at vera tann hann er og hann er
ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir.
Soleiðis skuldu øll verið.
Eina fullkomna ævisøgu um Stein
tór mugu onnur skriva, men hetta er
frískligt, sum 55 ára gamal, at luta
lívið á hendan hátt fyri almenning
inum. Tað er djarvt av Steintóri. Tann
fullkomna bókin er ikki skrivað enn,
men eg keddi meg ikki at at lesa um
Steintór og vinirnar, um kærleika og
frið og so sjálvandi eitt sindur av
lívsins døkku síðu eisini.
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Skaparin úr Grótinum
Vilmund Jacobsen
T
ógvhandilin Igloo í Sverrisgøtu
19 í Havn hevur nú broytt navn
til Tógvhúsið.
Tað eru trý ár síðan, at Jansy
Simonsen yvirtók handilin, og nú helt
hon, at tíðin var komin til navnabroyt
ing.
Føroyskt og útlendskt
Høvuðsvøran í Tógvhúsinum er, sum
nýggja navnið eisini sigur, tógv og alt
til hondbinding.
– Vit hava føroyskt tógv frá
Snælduni og Sirri, og vit hava eisini
nógv útlendskt tógv - til øll endamál.
Jansy Simonsen sigur, at handilin
selur tógv, stokkar og annað tilhoyr
til binding.
– Eisini havi eg umboð upp á
norska tógvmerkið Gjestal, Dale og
Du Store Alpakka.
Hon sigur, at síðan tey yvirtóku
handilin, hevur hon ikki minst lagt
seg eftir at hava tógv, sum bara Tógv
húsið hevur.
– Sjálv havi eg altíð bundið nógv,
og eg haldi, at ein slíkur handil eisini
eigur at vera forvitnisligur og øðrvísi
í sínum úrvali. Ein stórur partur av
úrvalinum var ikki her, tá eg keypti.
Jansy Simonsen sigur, at sum eigari
av handli við vørum til tað handaliga,
heldur hon tað eisini vera umráðandi,
at handilin mennist og flytir seg.
– Neyðugt er at fylgja við, hvat
rørist á hesum marknaðinum, bæði
her heima og uttanlands, leggur hon
aftrat.
Ymiskt at síggja
Í Tógvhúsinum eru ymisk bundin
pløgg at síggja, sum kunnu geva við
skiftafólki íblástur.
– Eg haldi tað vera umráðandi,
at viðskiftafólk kunnu síggja, hvussu
ymisku sløgini av tógvi síggja út í
bundnum pløggum. Tí havi eg lagt
meg eftir at binda pløgg til íblástur
fyri vitjandi í handlinum.
Jansy vísir á, at nú handilshølini
eru dagførd, og húsini annars eru
sett í góðan stand, er ikki óhugsandi,
at hon, sum tíðin gongur, kanska fer
at hava bundin pløgg til at selja í
handlinum.
– Men, fyribils bindi eg bara til
framvísan og íblástur til míni við
skiftafólk, leggur hon aftrat.
Eisini á facebook
Tógvhúsið í Sverrisgøtu 19 er opið frá
mánadegi til og við hósdag frá klokk
an 11 til 17.30, fríggjadag frá klokkan
11 til 18, og leygardag er opið frá
klokkan 11 til 16.
– Tey, sum hava hug at fregnast
um okkara útboð, eru vælkomin at
ringja á tlf. 315264, og vit eru eisini á
facebook undir navninum - Tógvhúsið,
sigur fryntligi handilseigarin, Jansy
Simonsen.
Iglo kallast nú Tógvhúsið
Eftir at hava átt og rikið tógvhandilin Igloo í miðbýnum í Havn seinastu árini, hevur
eigarin nú gjørt av at geva handlinum sítt egna navn – Tógvhúsið
Tógvhúsið er ein spennandi og forvitnisligur handil í hjartanum í Havn