mánadagur 21. desember 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
Hetta er ein góður møguleiki at kunna
seg um føroyska arbeiðsmarknaðin,
og samstundis gera vart við seg mót
vegis møguligum framtíðar arbeiðs
gevara.
Arbeiðsloysi í Føroyum er sera
lágt, og er tað møguliga orsøkin
til metstóra áhugan hjá fyritøkum
og stovnum at luttaka á Jobmatch,
sum í ár er fullteknað við 40 lut
takarum, sum ynskja at koma á tal
við føroyingar – bæði herbúgvandi
og útisetar. Eisini er breiddin av lut
takarum størri, enn hon hevur verið á
undanfarnu starvsstevnunum. Hetta
er at gleðast um, og ber hetta boð um,
at tann føroyski arbeiðsmarknaðurin
sær týdningin av, at sambandið við
tey lesandi má viðlíkahaldast og
styrkjast.
Jobmatch hevur til endamáls at
skapa og viðlíkahalda sambandið
millum føroyska arbeiðsmarknaðin og
lesandi, nýútbúgvin og tey, sum ynskja
at royna nýggjar avbjóðingar. Vit eru
vís í, at Jobmatch førir til týdningar
mikil sambond millum arbeiðsgevarar
og teg, og spyrjast ítøkilig samstørv
burturúr. Eitt nú fingu knapt 15 %
av teim vitjandi ítøkiligt tilboð frá ar
beiðsgevara eftir Jobmatch í fjør.
Fyri at eitt slíkt tiltak skal kunna
setast í gongd, er ógvuliga týdningar
mikið, at tað eru stuðlar, sum ynskja
at vera við til at bera tiltakið fram.
Tórshavnar kommuna og Bakkafrost
hava aftur í ár valt at stuðla tiltakinum
fíggjarliga. Í fyrireikingarbólkinum sita
umboð fyri Tórshavnar kommunu,
Vinnuhúsið, MFS og ASK v/Fróð
skaparsetur Føroya.
Tað er ráðgevingarfelagið Syntesa,
sum stendur fyri praktisku fyrireiking
unum og prosjektleiðsluni av tiltak
inum.
Vælkomin!
Ein fastur táttur á Jobmatch er Kvøld
setan, sum eisini verður útvarpað. Í
ár verður leisturin nakað øðrvísi enn
undanfarin ár, og roynt verður at fáa
prát og kjak við viðkomandi persónar
um heitið »Virka heima og úti í heimi«.
Fokus verður sett á altjóðagerð, og
hvussu man kann virka í Føroyum,
hóast meginparturin av eins virksemi
er tengt at altjóða marknaðum og
samstarvsfeløgum.
Luttakarar á kvøldsetuni verða
Ólavur Ellefsen, sum seinastu 15
árini hevur ment KT-loysnir til altjóða
marknaðin og Pol Huus Sólstein, sum
saman við øðrum hevur stovnað fyri
tøku, ið selur uppisjóvarfisk og úr
dráttir fyri 350-450 mio. kr. um árið.
Harumframt fer Rannvá Danielsen,
sum í fjør var liðugt við sína master
útbúgving innan umhvørvisbúskap
at greiða frá, hvussu hon nú er farin
undir ein vinnuligan PhD lestur í Før-
oyum í tøttum samstarvi við fimm
altjóða granskingarstovnar. Eisini
verður kjakast um møguleikar og av
bjóðingar hjá útisetum at skriva upp
gávur undir lestri fyri føroyskar fyri
tøkur og stovnar.
Kvøldsetan byrjar klokkan 19
við onkrum leskiligum til góman, og
samstundis verður høvið at »net
verka« við aðrar luttakarar á Job
match. Framløgurnar byrja kl. 19.30,
og undir kvøldsetuni verður eisini tón
leikaframførsla.
Forvitnislig kvøldseta við tónleiki
og onkrum leskiligum til góman
Týsdagin 29. desember standa 40 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til reiðar
at møta tær á Jobmatch, sum aftur í ár verður hildið í Norðurlandahúsinum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Jobmatch blaðið 2015
Lýsingarblað frá Miðlahúsinum
Fyrskipari: Syntesa
Tekstur: Danjal av Rana
Umbróting: Sosialurin
Lysingar: Birgir Waag Høgnesen