Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 Tórshavnar kommuna er karmurin – tit eru framtíðin Jobmatch varð á fyrsta sinni hildið í 2008, og Tórshavnar kommuna hevur verið høvuðsstuðul á hvørjum ári. Eg eri onga løtu í iva um, at leikluturin hjá landsins størstu kommunu er púra avgerandi fyri, at fólk trívast, og at vit skapa eitt nútímans samfelag, sum fær fólk at leita higar at arbeiða V it skulu hava framhaldandi vøkstur, og at fáa væl útbúnar før­oy­ingar at starvast í høvuðs­staðnum er natúrligur partur av hesum. Tí brúka vit nógva tíð og leggja stóra orku í at gera Tórshavnar komm­unu til tann góða og savnandi høvuðs­staðin við støðugt sterkari at­ dráttar­megi. Tórshavnar kommuna bjóðar seg fram at verða staðið, har tað legst aftrat við fólki við góðum út­ búgv­ingum. Jobmatch er eitt gott stað hjá kommununi at styrkja sam­ bandið millum tey lesandi og okkara arbeiðsmarknað. Vit eru í harð­ari kapping við býir í granna­londum okk­ ara. Men samstundis stendur tað eis­ini greitt, at vit hava kappingar­ fyri­munir á nógvum økjum. Havnin er rein­ari enn aðrir høvuðsstaðir. Eingin annar høvuðs­staður hevur betri treytir á dag­stovna­økinum. Og so er tað familjan, sum ofta er til reiðar at traðka til, tá ið foreldur hava tørv á tí. Við hesum í huga er tað einki at siga til, at nógv siga seg sakna lívið í Føroyum, tá ið tey eru uttanlands. Hugsa vit um starvsmøguleikar, so er áhugin fyri at arbeiða í kommununi stórur. Fakliga umhvørvið er í eini menning, og vit skapa karmar sum ongan­tíð áður. Tað er at frøast um, at forvitni og møguleikin fyri einum góðum starvi ella nýggjum sam­ bondum fær nógv lesandi, ný­útbúgvin og somu­leiðis onnur fólk at leita í Norður­landa­húsið til árligu starvs­ stevnuna. Tórshavnar kommuna gongur á odda Tað gongur væl í Tórshavnar komm­ unu í løtuni. Vit hava búskaparvøkstur, fólkavøkstur og arbeiðsloysið er at kalla einki. Tí síggja vit eisini, at fleiri spennandi størv eru leys at søkja. Her eru størv til fólk við tekniskum før­leik­ um og við náttúruvísindaligum áhuga. Her eru størv til teirra, sum brenna fyri øðrum menniskjum, ella fyri at skapa, og til teirra, sum elska tøl og fyri­siting. Jobmatch er eitt sera gott og neyðugt høvi hjá okkum at hittast og fáa nærri innlit í førleikarnar, sum fólk arbeiða fyri at fáa hvønn einasta dag. Soleiðis kann starvsstevnan gera nógvar møguleikar til enn fleiri møgu­ leikar. Tórshavnar kommuna vil slóða fyri, og vit kenna tað sum okkara ábyrgd at stuðla tiltakinum og so­ leiðis eisini skapa fortreytirnar fyri menn­ing og trivnaði í framtíðini. Les­ andi og føroyskar fyritøkur og stovnar knýta bond og samskifta um starvs­ møgu­leikar. Á Jobmatch verða avtalur gjørdar um samstarv í sambandi við út­búgving – eitt nú um uppgávur og starvs­venjing. Tórshavnar kommuna er ein hin størsti arbeiðsgevarin í land­inum og fegnast um møguleikan at hitta lesandi og starvssøkjandi. Kommunan er eisini sinnað at gerast partur av lestrartilgongdini, og tí bjóða vit okkum fegin fram á tann hátt, at lesandi kunnu skriva upp­ gávur og verkætlanir í samstarvi við kommun­una. Tað er bara at halda seg framat og senda ein fyrispurning um hetta sama. Tað er umráðandi, at fólkið trívist. Tað verður altíð fremsta uppgávan hjá kommununi. Og tað er hetta, sum ger, at fólk skapa nakað saman við okkum. Tí eru vit eisini á Jobmatch fyri at lurta – vit vilja fegin hoyra beinleiðis frá lut­takarunum, hvat tey fáast við og droyma um í framtíðini. Ein kommuna við førleikum Fólk við góðum útbúgvingum og virðis­miklum royndum skapa bestu for­treyt­irnar fyri nýggjum hugskotum og framskygdum ætlanum. Tað er mín greiða fatan, at nógv hava eitt ynski um at arbeiða og virka í Føroyum. At fáa okkara lesandi ung­ dóm at virka og at seta á stovn fyri­ tøkur í Tórshavnar kommunu til gagns fyri landið alt er gleðiligt, tí nýggj hugskot og nýggjar ætlanir eru altíð kær­komnar. Hetta sampakkar væl við okkara ætlanir, sum eru festar á blað í visjónini, har strembað verður eftir at gera Tórshavnar kommunu til ein vakstrar­depil í Norðuratlantshavi. Vit eru væl á veg, og tað hoyra vit eisini frá bæði borgarum, fyritøkum og stovnum. Felags fyri arbeiðsgevararnar, sum taka lut á Jobmatch, er, at vit vilja hava lesandi og onnur við góðum førleikum at búseta seg og virka í Føroyum. Sum øll onnur samfeløg eru Føroyar hvørki meira ella minni enn teir borgarar, sum búgva og virka her. Tess fleiri, fjøl­broyttari, dugnaligari, royndari og virkis­fúsari íbúgvararnir eru, tess sterk­ari eru vit, og tess betur brynjað eru vit at møta framtíðini. Ein veruligur høvuðs­ staður alneyðugur Skulu vit halda fast um og draga at okkum ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi, ja, so krevst ein sterkur høvuðsstaður. Besta amboðið at føra hetta út í verki er at hava so nógv og góð til­boð til borgararnar sum gjørligt: dag­stovn, skúla, møguleikar at seta búgv, ung­ dóms­virksemi, umstøður fyri eldri, list, ítrótt, matstovur, býarlív og so fram­ vegis. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi og góð tilboð til allar borgarar. Lat ongan iva verða um, at luturin hjá høvuðsstaðnum ongantíð liggur eftir. Tí vit vita, at kapping er um vitanina. Fyritøkur og stovnar aðra­ staðni leggja nógv fyri at fáa fatur á somu vitan, sum vit kappast um. Tí er tað alneyðugt, at vit gera vart við tær stóru, spennandi og ikki minst sera fjøl­broyttu uppgávur, sum vit hava at bjóða okkara vælútbúna fólki. Arbeiðsgevarar vilja hava atgongd til vitanina, sum lesandi og nýliga út­ búgvin hava, og vit eru altíð til reiðar at fáa skump og íblástur frá hugburði og tilgongdum, sum flyta mørk og eru okkum ókend. Á Jobmatch hitti eg altíð fólk, sum saman við øllum øðr­um borgarum í kommununi gera før­oyska samfelagið meira fjøltáttað og ríkari. Aftur í ár kunnu vit staðfesta, at Føroyar hava stóran áhuga millum tey mongu, sum lesa og nýliga eru liðug við lesturin. Áhugin millum føroyskar ar­beiðs­gevarar er somuleiðis stórur. Vit kunnu staðfesta, at her er full­ teknað, og nógv prát eru bíløgd. Heðin Mortensen borgarstjóri