mánadagur 21. desember 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
Fá sum mest
burtur úr Jobmatch
Endamálið við Jobmatch er at skapa samband millum virkir
og stovnar og framtíðar starvsfólk. Her eru nøkur ráð tl
tín um, hvussu tú kanst fáa sum mest burtur úr Jobmatch
í dag, og hvussu tú knast brúka tína vitjan fram yvir
Ger tær greitt, hhvat tú vilt hava
burtur úr Jobmatch. Skalt tú undir at
skriva høvuðsuppgávu, kanst tú spyrja
teg fyri hjá luttakandi virkjum, stovn
um og kommunum um møgulig upp
gávuevni. Hevur tú lokið útbúgving og
vil frætta um ítøkiligar starvsmøgu
leikar, vel tær so ávísar básar út og
nýt góða tíð á hvørjum. Um tú ert
tilvitað um tínar framtíðarætlanir,
er mangan lættari at koma á tal við
fyritøkur og stovnar, um júst tað, tú
ynskir.
Á jobmatch.fo er ein nærri lýsing av
øllum luttakarunum á starvsstevnuni.
Við at lesa hesar lýsingar, fært tú eitt
innlit í, hvat fyritøkurnar, kommunur
nar og stovnarnir fáast við, og um hesi
kundu verið eitt áhugavert arbeiðs
pláss fyri teg. Har er eisini eitt yvirlit
yvir leys størv, starvsvenjing og verk
ætlanarevni. Møguliga er okkurt heilt
ítøkiligt, ið hóskar júst til tín.
Í fyrilestrarhølunum vera áhuga
verdar framløgur allan dagin. Her er
møguleiki at fáa íblástur til til, hvørjar
fyrireikingar, tú skalt gera í mun til at
finna rætta starvið. Fleiri fyritøkur
og stovnar hava framløgur um síni
arbeiðspláss. Hetta er eitt gott høvi
at hoyra um starvsmøguleikar uttan
at føra eina samrøðu beinleiðis við
arbeiðsgevaran.
Jobmatch er til, fyri at tú kanst tosa
við fyritøkur, kommunur og stovnar
um arbeiðsmøguleikar, uppgávuevni
ella starvsvenjing. Teir arbeiðsgevarar,
sum eru í Norðurlandahúsinum, eru
har fyri at greiða frá um teirra arbeiðs
pláss og fyri at kunna seg um, hvør tú
ert og hvørjar førleikar tú hevur. Tí er
tað bara at halda seg framat og fáa
sum mest burturúr.
Tað er vert at hava í huga, at á
ymisku básunum eru starvsfólkaleið
arar, sum eru vanir við at seta fólk í
starv. Hesir kunnu siga tær, hvar í
teirra virki ella stovni, tínir førleikar
hóska best. Vitjar tú eina fyritøku,
kommunu ella stovn, sum tú ikk kendi
frammanundan, kann tað jú henda, at
tú fært eitt verkætlanarhugskot ella
at tú sært ein nýggjan arbeiðsmøgu
leika.
Eitt gott hugskot er at geva sær
stundir at skriva niður, hvat tú hevur
tosað við tann einstaka arbeiðsgev
aran um. Tú kanst skjótt brúka fleiri
tímar á Jobmatch og tosa við fleiri
fyritøkur og stovnar. Við at skriva
niður, hvat tit tosaðu um, kanst tú
betur halda skil á, hvussu títt CV skal
síggja út og hvussu títt bræv skal
orðast, tá tú setur teg í samband við
ta einstøku fyritøkuna, kommununa
ella stovnin aftur. Eitt gott hugskot
er at senda ein teldupost til tey, tú
tosaði við og takka fyri prátið. Best
er at gera skjótt av, meðan arbeiðs
gevararnir framvegis minnast teg.
Hevur tú fingið áhuga at søkja starv
hjá onkrum av luttakarunum, er tað
nú, tú skal senda eina umsókn. Minst
til at nýta tað, tú skrivaðu niður eftir
prátið á Jobmatch.
Tey, sum umboða luttakararnar
koma í samband við nógv ung ein
slíkan dag. Tí er umráðandi, at
tú hevur fyrireikað eitt sonevnt
elevatorpitch um teg sjálvan. Á
hendan hátt fáa umboðini hjá lut
takarunnum, sum tú ert áhugaður
í at fáa samband við, eina góða
fatan av, hvør tú ert sum persónur
og hvat tú hevur at bjóða. »You
never get a second chance to make
a good first impression« verður
sagt á enskum, og man hetta ikki
vera satt? Tá tú hittir fólk fyri
fyrstu ferð, hevur tú skjótt gjørt
tær tína hugsan um viðkomandi.
Tí hevur tað stóran týdning, at tú
fyrireikar teg væl, soleiðis at tú
sum persónur, tínir førleikar og
mál verða týðiliga framborin.
Ger títt egna elevatorpitch,
og nýt góðar vinir og familju sum
læriskeyti. Greið frá um tína út
búgving. Greið frá um førleikar
heldur enn lærugreinar. Tað er ikki
niðurstøðurnar í uppgávunum ella
smálutir í ávísum lærugreinum,
sum er áhugavert fyri ein møgu
ligan arbeiðsgevara.
Tað eru tínir førleikar at greina,
at arbeiða málrættað, at loysa
krevjandi uppgávur, at skapa sam
bond og líknandi, sum er áhuga
vert. Tì er týdningarmikið, at tú
setir orð á tínar persónligu før
leikar. Tú skalt velja teir mest rám
andi førleikarnar. Restina kanst tú
hava við í CV’inum. Nevn bert tær
royndir, sum eru mest týðandi fyri
teg og tín profil. Royndirnar skulu
bert nevnast, um tær hava týdning
fyri tað umboð og fyritøku, sum tú
tosar við. Restina kanst tú nevna í
CV’inum. Ymiskar málbólkar leggja
dent á ymisk viðurskifti og tí er so
týdningarmikið, at tín elevator
pitch er málrættað mótvegis mót
takaranum.
Ver nærverandi. Nýt títt egna
mál og ansa eftir, at tú hevur eitt
fyrikomandi kroppsmál. Enda sam
røðuna við tínum starvsynskjum,
soleiðis at umboðið fyri fyritøkuna
dugir at síggja fyri sær, hvussu tey
í teirra virksemi kunnu nýta ein við
tínum førleikum.
Eisini er gott at greiða frá, hví
tú heldur, at júst teirra fyritøka er
áhugaverd at samstarva við.
Á Jobmatch verða nógv sambond
knýtt mllum luttakararnar og
tey lesandi og liðugt útbúnu
Knýt sambond
Savnsmynd: Álvur Haraldsen