mánadagur 21. desember 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Danjal av Rana
A
lsamt fleiri kommunur luttaka
á Jobmatch og nú skipað verður
fyri tiltakinum fyri 8. ferð eru
fýra kommunur umboðaðar, Tórs
havnar kommuna, Klaksvíkar komm
una, Runavíkar kommuna og Sunda
kommuna.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri
í Sunda kommunu, heldur tað vera
týdningarmikið
at
kommunurnar
bjóða seg fram á slíkum tiltøkum,
bæði mótvegis egnum ungdómi og
øðrum.
– Vit vóru við fyri fyrstu ferð í fjør
og hava valt at teknað okkum aftur í
ár. Við hesum ynskja vit at seta ljós
á kommununa, reklamera fyri henni
og royna, at fáa fólk at umhugsa at
búseta seg í kommununi, ikki minst
ung fólk, sigur Heðin Zachariasen.
– Eg haldi, at kommunan er so
mikið áhugaverd, at vit eiga at vera við
á einum slíkum tiltaki. Nógv ung fólk
savnast jú á einum stað og vónin er,
at flestu teirra flyta aftur til Føroya.
Tí vilja vit bjóða okkum fram, og vón
andi kemur onkur hendan vegin, sigur
hann.
Sunda kommuna hevur upplivað
ein fittan fólkavøkstur hetta seinasta
árið. Seinasta uppgerðin hjá Hag
stovuni vísir, eitt burðaravlop á 14
fólk, at heili 59 eru flutt til komm
ununa úr øðrum kommunum, men at
sjey fleiri eru flutt úr kommununi til
útlandið enn úr útlandinum í komm
ununa. Alt í alt er fólkatalið tó voksið
við 66 persónum og nettotilflytingin
er 52 persónar. Hetta er ein vøkstur á
fýra prosent.
Heðin Zachariasen var væl nøgdur
við luttøkuna á Jobmatch í fjør.
– Nógv fólk støkk inn á básin og
fleiri JobPrát vóru eisini. Sjey høvdu
bílagt prát áðrenn tiltakið byrjaði og
undir tiltakinum sessaðust fleiri aftur
at til eitt prát um, hvat vit hava at
bjóða í Sundalagnum, sigur hann.
Heðin Zachariassen sigur, at tað
harmar hann, at kommunan heldur
ikki í ár hevur nøkur lestrarpláss at
bjóða fólki á Jobmatch, men at hetta
er eitt mál, tey arbeiða fram ímóti.
– Vit vóna, at kunna bjóða fólki
eitt lestrarstarv upp á seks mánaðir
í kommununi, men inntil ta tíð, kunnu
vit einans kunna fólk um, hvørji mál,
vit kundu hugsa okkum vóru lýst. Nú
á døgum hugsa vit nógv um ferða
vinnuna og hvussu vit kunnu menna
hana her í økinum. Vit kundu tí hugsa
okkum, at fólk skrivaðu nakrar upp
gávur, har tey lýstu møguleikarnar
og umstøðurnar hjá ferðavinnuni í
Sundalagnum. Vit ynskja eisini fegin,
at onkur setur seg at kanna, hvussu
ein nýggjur Eysturoyartunnil fer at
ávirka Sunda kommunu. Viðkomandi
kann seta seg inn í, hvørjir møguleikar
og vansar eru við at ferðslan fram
yvir fer uttan um Sundalagið, sigur
borgarstjórin.
– Tað skal ikki vera nøkur loyna,
at vit venda okkum fyrst og fremst
til okkara egna ungdóm, fyri at minna
tey á, hvat vit hava, men sjálvandi
royna vit eisini at náa øðrum ungdómi,
og øll eru vælkomin at taka eitt prát
við okkum á Jobmatch, sigur Heðin
Zachariasen
Mugu bjóða okkum fram
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu,
heldur at Jobmatch er eitt gott høvi at vísa,
hvat Sunda kommuna hevur at bjóða