mánadagur 21. desember 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
Heilsufrøðiliga starvsstovan virkar fyri tryggum
mati og vatni, góðari fiska- og djóraheilsu
og einum tryggum arbeiðsumhvørvi.
Smyrilsvegur 7, Tórshavn, www.hsf.fo
DJÓRALÆKNAR
EVNAFRØÐINGAR
LABORANTAR
LÍVFRØÐINGAR
MATVØRUTEKNIKARAR
VERKFRØÐINGAR
... OG MONG ONNUR
JOBMATCH 2015
Vitji okkum á bási nr. 8
Á HFS arbeiða fólk við nógvum
ymiskum útbúgvingum:
FJØLTÁTTAÐ
SERFRØÐI
Vitan um okkum sjálvi
og okkara tíð
Hagstovan er á Jobmatch bási nr. 14
Kvíggjartún 1. Argir, tel. 352800, hagstova@hagstova.fo, www.hagstova.fo
Jobmach brýtur fordómar
– Jobmatch er ein frálíkur møguleiki hjá lesandi at læra vinnulívið
betri at kenna og hjá vinnulívinum at læra tey lesandi betri at
kenna, sigur Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni,
sum nú er vorðin ein partur av Fróðskaparsetri Føroya
Holger Arnbjerg sigur, at hann følir
eitt slag av ognarábyrgd fyri Job
match, við tað, at hann var sterkur
talsmaður fyri at flyta starvsstevnuna
til Føroya á sinni. Í ár er fimtu ferð, at
Jobmatch verður hildið í Føroyum.
– Vit hugsaðu sum so, at tey, ið
hava áhuga í at starvast í Føroyum,
ferðast allarhelst í Føroyum. Nógv
teirra plaga at halda jól í Føroyum
og tí avgjørdu vit, at starvsstevnan
skuldi vera millum jól og nýttár, greiðir
Holger Arnbjerg frá og sigur, at eftir
hansara tykki vísa vitjunartølini, at tað
var ein røtt avgerð. Væl fleiri vitja Job
match nú, enn tá stevnan varð hildin í
Keypmannahavn.
Holger Arnbjerg sigur, at navnið
Jobmatch er júst rætta navnið til
tiltakið, tí tað er jú júst tað, sum er
endamálið, at fólk hitta hvønn annan
til eitt prát um eitt starv.
– Her er ein møguleiki hjá teimum,
sum júst eru liðug, og teimum, sum
eru um at gerast liðug, at hitta tey,
sum møguliga fara at seta tey í starv.
Virkini hava møguleikan at vísa á,
hvat tey sóknast eftir, eins og at tey
lesandi hava møguleikan at siga frá,
hvat tey hava at bjóða, sigur hann.
Fróðskaparsetur Føroya luttekur
í ár við tveimum endamálum. Annað
er at vísa seg fram sum eitt møguligt
starvsstað hjá fólki, hitt, ið vit kanska
kenna Setrið betri sum, eitt lestrar
stað.
– Í ár fara vit fyrst og fremst at
varpa ljós á nýggju bachelorútbúgv
ingina í búskaparfrøði, sum byrjar
í heyst. Vit fara millum annað at
greiða frá henni í einum fyrilestri í
Dansistovuni og annars at kunna um
hana á básinum. Hinvegin, so skulu
vit minnast til, at Setrið eisini er eitt
arbeiðspláss og vónandi er onkur, sum
hevur hug at koma at starvast hjá
okkum, antin sum lærari ella okkurt
annað, sigur Holger Arnbjerg.
– Eg haldi, at Jobmatch er eitt
frálíkt høvi at bróta nakrar fordóm
ar. Tey lesandi hava allarhelst nakrar
fordómar móti virkjunum, meðan ar
beiðsplássini møguliga hava nakrar
fordómar móti akademikarunum. Les
andi uttanlands hava kanska nakrar
fordómar móti arbeiðsmarknaðinum
í Føroyum sum heild, men hetta er
eitt gylt høvi at vísa, at kanska hendir
nógv meiri spennandi á føroysku ar
beiðsplássunum enn ein gav sær far
um, sigur Holger Arnbjerg.
Holger Arnbjerg sigur, at umframt
at vera eitt stað, har fólk kunnu finna
eitt starv, er Jobmatch eisini eitt gott
mið hjá teimum, sum enn ikki eru
liðug at lesa.
– Hjá teimum, sum skulu gera eina
høvuðsuppgávu, er hetta eitt gott høvi
at finna ein arbeiðsgevara, sum hevur
tørv á at fáa okkurt gjørt. Soleiðis
verður eitt samband knýtt millum
tann lesandi og arbeiðsgevaran, sum
kann koma báðum pørtum til góðar,
eftir at lestrartíðin er liðug, vísir
Holger Arnbjerg á.
– Hvør veit, kanska eigur Jobmatch
ein part av æruna av, at tað fyri fyrstu
ferð búgva yvir 49.000 fólk í Føroyum
í novembur mánaði og at fólkafrá
flytingin ber brá av at hava steðgað,
sigur hann at enda.
Savnsmynd: Álvur Haraldsen