Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 Danjal av Rana E in stovnur, sum hevur luttikið á Jobmatch øll árini er Lands­ sjúkra­húsið, og aftur í ár manna fólk frá Landssjúkrahúsinum ein av básunum. Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, metir tað nærmast vera eina sjál­ vfylgju, at Landssjúkrahúsið er um­ boðað á einum slíkum tiltaki. – Landssjúkrahúsið er Føroya størsta einstaka arbeiðspláss. Her eru 850 starvsfólk, býtt á 30 starvs­ bólkar, so vit fevna víða. Hetta merkir sjálvandi eisini, at tað alla tíðina er tørvur á nýggjum fólki. Nøkur fara frá fyri aldur, meðan onnur finna sær onnur størv, og tí er alla tíðina ein ávís útskifting í gongd á Lands­ sjúkra­húsinum. Harumframt mennist arbeiðs­plássið alla tíðina og tí hava vit ein áhaldandi tørv á fólki vð hægri útbúgving, greiðir Johnny í Grótinum frá. 30 ymiskir starvsbólkar ber brá um, at har arbeiða ikki einans læknar og sjúkrarøktarfrøðingar á arbeiðs­ plássinum, og tað váttar sjúkrahús­ stjórin eisini. – Ein setur sjálvandi Lands­ sjúkra­húsið í samband við læknar, sjúkra­røktar­frøðingar, jarðarmøður og so framvegis fyrst, men sann­ leikin er, at hatta eru einans tey klinisku starvsfólkini. Vit hava eisini mong skriv­stovufólk, fleiri vaski­fólk, kantinu­fólk, handverkarar, maskinu­ fólk og annað, sum øll eiga sín leiklut í rakstri­num av Landssjúkrahúsinum, sigur Johnny í Grótinum. Johnny í Grótinum sigur, at Lands­ sjúkrahúsið hevur luttikið á Jobmatch øll árini og eisini eru fleiri, sum hava fingið starv á Landssjúkrahúsinum eftir at hava møtt fólki á Jobmatch, kanska serliga innan onnur øki enn tað kliniska. – Eg haldi, tað er her styrkin hjá Jobmatch er fyri Landssjúkrahúsið, at vit hava møguleikan at vísa á, at okk­um tørvar nógv onnur starvsfólk enn einans tey læknafakligu. Hetta er kortini eisini eitt sera gott høvi at røkja sam­bandið við teir mongu lækna­les­andi føroy­ingarnar, sigur hann. Tað eru í løtuni 106 føroyingar, ið lesa til lækna, teir allar flestu í Dan­ mark, men eisini 23 í Póllandi. Johnny í Grótinum greiðir frá, at sjúkra­hús­ leiðslan roynir at fylgja væl við, hvør lesur til lækna og hvørt summar skipar sjúkrahúsið fyri einum kunningarfundi fyri tey læknalesandi. – Tá greiða vit frá okkara ætlanum, eins og vit lurta eftir, hvørji ynski og dreymar tey hava. Vit royna tá at lýsa fyri teimum, hvør gongdin er hjá heilsuverkinum framyvir og í hvørjum starvsøkjum, vit serliga fara at mangla læknar. Hetta gevur teim­ um ein møguleika at spesialisera seg á bestan hátt. At eitt tiltak sum Jobmatch kemur afturat og gevur okk­ um møgu­leikan at heilsa upp á tey í feriuni, er sjálvandi kærkomið, sigur Johnny í Grótinum. Umframt at vera eitt arbeiðspláss, er Landssjúkrahúsið eisini eitt út­búgv­ ingar­stað, men ikki einans hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum. – Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava sjávandi møguleikan at taka part av síni starvsvenjing her hjá okk­um, men aðrar styttri útbúgvingar kunnu eisini gera sær dælt av Lands­sjúkra­ húsinum. Í løtuni starvast fleiri skriv­ stovu­næmingar hjá okkum, um­framt at onkur lærlingar eisini eru í køkinum og á maskindeildini.Har­umframt hava vit eisini møguleikan at bjóða lækna­ lesandi at gera granskingar­verk­ ætlanir á Lands­sjúkra­húsinum í eitt ávíst tíðarskeið, seks ella tólv mán­ aðir. Vónin við hesum er sjálvandi, at onkur teirra skal fáa hug at vera ver­ andi í starvi á Landssjúkrahúsinum, greiðir sjúkrahússtjórin frá. Fyrr í ár varð farið undir út­grevst­ urin av nýggja bygninginum hjá Lands­ sjúkra­húsinum. Tekningar av honum vera eisini vístar fram á bás­inum hjá Lands­sjúkrahúsinum. – Byggingin av nýggja sjúkra­hús­ bygninginum fer av álvara av bakka­ stokki í 2016 og tey, sum eru undir lestri nú kunnu tí síggja fram til at ar­beiða í einum spildur nýggjum sjúkra­húsbygningi við teimum bestu um­støðum. Vónandi er hetta eisini lokkandi fyri tey ungu og fær onkur teirra at umhugsa at koma aftur til Føroya, sigur hann Johnny í Grótinum vónar, at nógv fólk leggja leiðina fram við básinum hjá Landssjúkrahúsinum á Jobmatch og nýta høvi at kunna seg betri um, hvat Landssjúkrahúsið hevur at bjóða. – Sjálvandi kann ein lesa seg til nógv á heimasíðu okkara, men tað er torført at fáa eina fatan av, hvussu tað reint faktiskt er, at starvast á einum arbeiðsplássi. Tað kunnu starvs­fólk okkara, sum fara at manna básin, greiða betri frá. Ofta er bæði gott og neyðugt við eini samrøðu undir fýra eygum aftur at tí, ein hevur lisið, sigur Johnny í Grótinum, sjúkra­ hús­stjóri. Føroya størsta einstaka arbeiðspláss Tað eru ikki einans læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á Landssjúkrahúsinum. Starvshópurin telur 850 starvsfólk, býtt á 30 starvsbólkar Savnsmynd: Álvur Haraldsen