Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov »Friður á jørð og í menniskjum góð­ ur tokki«. Soleiðis verður sagt í jóla­ ev­an­geli­inum, sum er frásøgnin um Jesu føðing. Í hesum døgum hava vit fleiri ferðir hoyrt hesi orð, og tey fara vit eisini at hoyra fleiri ferðir kom­andi dagarnar. Jólini eru tíðin, tá mint verður á hend­an vakra friðarboðskap, sum fyri tveytúsund árum síðani varð boð­aður seyðamonnum uttan fyri eina fátæka bygd í Palestina. Hóast friður ikki júst er tað, sum hev­ur verið at merkt kring polit­ isku skipanina í Føroyum seinastu vik­ur­ nar, so er hesin ófriður lítil, um vit hugsa um tann ófrið, sum vald­ar nógva staðni úti í heimi. Har eru fólk nógv­astaðni so ósamd um trúgv, at hetta dagliga førir til deyða og líð­ing – og eina fólkaflyting úr eitt nú Sýra til okkara leiðir her í Norð­ur­evropa. Men »friður á jørð« kann merkja so nógv. Hugsa vit um jólafrið, so er tað kanska ikki júst tað sum merk­ ir sam­felagið nú upp undir jól. Fólk hava úr at gera við at stákast til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera nógv burt­ur úr eini slíkari hátíð, men tó alt við máta. Spurningurin er, hvat tað er, vit há­tíð­ar­halda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað innihald. Matteus gamli leggur ikki fingr­ar­ nar ímillum, tá hann í 12. kapitli vís­ ir á, hvussu handilsmenninir gjørdu halgi­dóm­in til eitt ráns­ mann­a­bøli: Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sess­i­rnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: »Skriv­að stendur: Hús mítt skal nevn­ast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.« Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit kunnu øll gera okkum partvís sek í at leggja heilt onnur virði í jólahá­tíð­ ina, enn tað, sum upprunin var: Ein frið­ar­tíð við gleðiboðskapi. Sjálvandi eiga vit at leggja okk­ ara nú­tíðar tørv og okkara nútíðar virði í hesa hátíð, men vit eiga ikki at gloyma upprunaliga boðskapin, sum er so vakur: Friður á jørð og í menn­iskj­um góð­ur tokki Gleðilig jól! Ósak­ ligt á­lop á Kring­ varpið kjak síða 10 Stjórn­ ars­kip­an og fólk­a­ ræðið Magni Arge Tíðargrein Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Heimasíðan hjá Árna Greg­ er­sen, ting.fo, er nú partur av tíð­inda­heima­síðuni hjá Miðla­hús­i­num, in.fo. Árni Gregersen, sum sein­ astu árini hevur skrivað um pol­itikk, fyrst og fremst úr løgtingi og landsstýrið, skriv­ ar enn sum áður síð­una. Men nú eru bæði hann og síðan ting.fo partur av tíð­ind­a­um­ hvørv­i­num í Miðla­húsi­ num. Á r n i Greg­er­sen er roynd­ u r journ­a­list­ur. Hann hev­ur starv­ast á øllum tíð­inda­pall­ um, bæði í Føroyum og í Dan­ mark. Hann hevur starv­ast á fleiri bløðum og ver­ið blað­ stjóri bæði á 14. sep­tem­ber og sein­ast á Dimma­lætt­ing. Úr Danmark hevur hann roynd­ir sum journalistur á BT og seinni – áðrenn hann kom til Føroya at taka við sum blaðstjóri á Dimma­lætt­ ing, var hann redak­ti­óns­sjef­ ur hjá TV2 á Bornholm. Í Føroyum hevur hann roynd­ir frá Útvarpi Føroya og frá Sjónvarpi Føroya, har hann eisini var stjóri, til hann fór í starv hjá TV2 á Born­holm. Árni skrivar um politikk á in.fo Bilurin.fo er nýggj heima­ síða, sum skrivar um bilar, nýggj­ar sum gamlar, um ferðslu og um annað, sum hev­ur hevur við bilar og flutn­ing at gera. Síðan er ein undirsíða til tíð­inda­heima­síðuna hjá Miðla­húsinum, in.fo, og tað er eis­ini Miðlahúsið, sum rekur nýggju heimasíðuna. Bilurin.fo er samansett av orði­num »bilur« og »in.fo« – og tí vorð­ið til »bilurin.fo« Ætlanin við síðuni er at fylgja við tí nýggja, sum hend­ir í bilaheiminum. At skriva um nýggjar bilar og ann­að í hesum sambandi. Men síðan hevur eisini ein søg­u­lig­an part, har kagað verð­ur aftur í tíðina. Ein fast­ ur táttur á síðuni verður eis­ ini kykmyndir um bilar, bæði føroyskar og útlendskar – og kykmyndir, sum verða fram­ leidd­ar av Miðlahúsinum. Seinastu 20 árini hev­ur Sosialurin skrivað nógv um bilar, ferðslu og um bila­starvs­ grein­ina í Føroyum sum so. Tí hev­ur Miðlahúsið stóra goymslu við virðismiklum til­ fari úr føroysku bilavinnuni. Ætlanin er at leggja nógv av hesum tilfari út á bila­síð­u­ na, har eisini ymisk tíðindi um ferðslu og annað, sum hevur við flutn­ing at gera, verður at síggja. Í lýsingarpartinum verða ser­liga lýsingar, sum hava við bilar og ferðslu at gera at síggja. bilurin.fo: Nýggj heimasíða um bilar »bilurin.fo« kallst nýggja bil-heima­síðan hjá Miðla­hús­inum. Talan erum und­irsíðu til Føroya fremstu tíðindaheimasíðu, in.fo, og tí er nýggja bilasíðan eisini ein sjónligur lýsingarpallur