Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 10 Sosialurin KJAK Ósakligt álop á Kringvarp Føroya Jan Lamhauge, Liljan Weihe og Dia Midjord Tað er í lagi, at Hans Jørgensen, Árni Gregersen og Jógvan Jesper­ sen halda, at stjóri, tíðindaleiðari og journalistur áttu at tikið seg aft­ur, tá dómur varð sagdur í toll­ málinum í Føroya rætti. Men tað hevði ikki verið í samsvari við manna­gongdirnar í okkara granna­ londum, har tey ásanna, at krit-isk- u­r journalistikkur er ein týðandi partur í fólkaræðinum. Harafturat er greinin í Sosial­ inum eftir okkara meting einsíðug, og nógv er ikki í samsvari við veru­ leikan. Hvør insinuerar? Í greinini í Sosialinum verða nevnd trý dømi um, at Kringvarpið ger ov nógv av í sínum dekningi. Í mál­in­ um um skálafjarðartunnilin, í toll­ málinum og í okkara dekningi av riknu fiskivinnuni. Í hesum sam­ bandi verður nevnt, at Kringvarpið insinuerar uttan prógv. Kringvarpið insinuerar ikki. Tvørturímóti, hava vit í Kring­varp­ inum seinastu árini sett okkum fyri, at fara í dýpd­ina við ávísum evnum, fyri at lýsa hesi væl og virðiliga fyri lurtarum og hyggjarum. Sum dømi kann nevnast sendingin um skálafjarðartunnilin, sum øll­um kunnugt endaði við, at kann­ingar­ stjórin, Hans Gammel­toft-Hansen, staðfesti, at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevði sagt ósatt fyri løgtinginum og har­ við brotið lógina um ábyrgd lands­ stýrisins. Kringvarpið insinueraði ikki. Eisini kann nevnast sendingin um Tollmálið. Dómurin í Eyst­ara Landsrætti staðfestir, at alt sum sagt var um leiklutin hjá Jørgeni Nicl­asen, sum var lands­stýris­mað­ ur í fíggjarmálum, tá sendingin varð send, var satt. Jørgen Niclasen hevur sum stjóri í p/f N. Niclasen snýtt í tolli. Tað hava vit ført sann­ leikaprógv fyri. Eisini eru fleiri løgfrøðiligar kanningar gjørdar av riknu fiski­ vinnuni, sum stuðla undir dekn­ ingin hjá Kringvarpinum. Til dømis kann nevnast niðurstøðan hjá Løg­tingsins umboðsmanni, sum stað­festir, at tað ikki var heimilað at lata línuflotanum makrelkvotur til víðarisølu í 2012. Eisini er ein røð av viðurskiftum kring garnaskipið Anitu, har Føroya Rættur hevur staðfest fleiri lógarbrot. Felags fyri hesi mál er, at øll byrj­aðu við, at Kringvarpið varpaði ljós á ivasom viðurskifti, sum sam­ bært leiðreglunum um góðan fjøl­ miðla­sið er okkara skylda. Tað er óskiljandi, at ein fyrr­ver­ andi kringvarpsstjóri, Jógvan Jesp­ ersen, sleppur ókritiskt til orðanna í Sosialinum og seta spurnartekin við trúvirðið hjá stovninum, tá stovnurin samstundis ikki fær høvi til at verja seg, sum leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið áseta. Ser­ liga tá hugsað verður um, at Kring­ varpsfólkini júst eru fríkend í Eyst­ ara landsrætti. Ein orsøk til, at Jógvan Jesp­ er­sen er atfinningarsamur móti Kring­varpi Føroya, kann vera hans­ara leiklutur sum stjóri í felag­num Nótaskip, sum varðar av uppsjóvarvinnuni - ein vinna, sum vit í sendingum hava sett kritisku sjóneykuna á. Jógvan Jespersen sigur eisini í greinini, at tá Kringvarpið leggur seg eftir at fara í dýpdina við einum ávísum evni, so forsøma vit onnur. Hetta eitur á fakmáli at taka redaktionellar avgerðir. Tað er altíð soleiðis á eini redaktión, at søgur verða vigaðar. Síðani verður ein redaktionell avgerð tikin út frá journalistisku tíðindavirðunum. Serliga tungt vigar samfelagsligi týdn­ingurin av einum máli. Tað má sigast, at fáar søgur hava størri sam­felagsligan relevans enn fiski­ vinnan, sum seinastu árini við uppi­sjóvar­vinnuni hevur rakt eina sanna gull­æðr. Meiri og meiri peningur verður savnaður á al­samt færri hondum. Tað ávirkar valds­ strukturarnar í samfelagnum, og tað hava vit sum miðil skyldu til at viðgera. Karaktermorð Forsíðan á Sosialinum staðfestir, at tey trý kringvarpsfólkini, ið vórðu stevnd og fríkend, áttu at verið koyrd frá. Samanborið verður við, at fólkavald verða spurd um at taka avleiðingarnar av sínum mistøkum. Nú eru kringvarpsfólkini ikki fólka­ vald. Tey eru vanlig starvsfólk, sum eru sett til at gera arbeiðið at avdúka ivasom viðurskifti. Tað fáa tey løn fyri. Tey eru sett eftir van­ ligum setanartreytum. Tí tykist tað løgið, at samanbera hesi við fólka­ vald. Tað hevði sømt seg hjá jour­ nal­istinum á Sosialinum, Barbaru Holm, at kanna, hvussu miðlar gera aðrastaðni, tá journalistar verða stevndir og eisini dømdir fyri ærumeiðing. Tá journalistar gera kritiskan journalistikk og fara nær valdshavarum, so er ávísur vandi fyri at verða stevndur fyri æru­meiðing. Sum dømi kann nevnast, at navn­ frami journalisturin hjá Danmarks Radio, Kåre Qvist, er dømdur fyri ærumeiðing í sambandi við eina sending, Kontant, har hann var høvuðsvertur. Kåre Qvist bleiv ikki koyrdur frá, eiheldur suspenderaður. Tvørturímóti vísti leiðslan í Danmarks Radio honum álit, og hann bleiv oddamaður í høvuðstíðindasendingini á høv­ uðs­rásini, DR1. Eisini var Mette Frisk hjá Danmarks Radio dømd fyri ærumeiðing. Hon bleiv síðani vertur í magasinsendingini Frisk & Bitz, sum setir sjóneykuna á mat­vøruframleiðslu í Danmark. Í hvørgum føri blivu journalistarnir saktioneraðir fyri sítt arbeiði. Ivi verður eisini sáddur um trú­ v­irðið hjá Kringvarpinum. Tað er sera álvarsamt. Kringvarpið skal hava høgt trúvirðið – og sambært okkara kanningum, hava vit eisini rímiliga høgt trúvirði, og vit arbeiða alsamt um at betra tað. Ikki nóg gott journalistiskt handverk Teir tríggir, Jógvan Jespersen, Árni Gregersen og Hans Jørgensen, greiða somuleiðis frá, hvussu nógv betri alt var fyrr. Tá pionérandin valdaði í Kringvarpinum. Ongin teirra hevur havt sína dagligu gongd í Kringvarpinum í fleiri ár, og tí kenna teir lítið til, hvussu nógva orku journlalistarnir leggja í arbeiðið at fáa eitt dygdargott Kringvarp. Eisini sleppa teir ótarnaðir at greiða frá, hvussu arbeiðsgongdin er á tíðindadeildini og hvørji starvs­fólk starvast á deildini. At bara ein redaktørur er á deild­ini, og at ongin breidd er í starvs­fólka­ hópinum. Hetta er blóð­skeivt og kundi verið rættað, um jour­nalist­ urin á Sosialinum, Barbara Holm, hevði gjørt sína skyldu sam­bært leiðreglunum um góðan fjøl­miðla­ sið. Fyri tað fyrsta at kanna søguna væl og virðiliga, og síðani at lata Kringvarpið sleppa til orðanna í eini grein, har teir sáa iva um trú­ virðið hjá miðlinum. Tíðindadeildin eitur nú Aktu­elt. Hon er skipað við trimum sjálv­støð­ ugum redaktiónum. Góðan morgun, Føroyar, útvarpstíðindini og Dagur og Vika. Á hvørjari redaktión er ein redaktørur. Redaktiónirnar hava sjálvstøðugar redaktiónsfundir og taka egnar redaktionellar av­ gerðir. Semja er ikki altíð um redak­ tionellu raðfestingarnar hjá redak­ tiónunum – og tað er tað pláss fyri. Starvsfólkahópurin er broyttur nógv seinastu árini, har javnstøðan ímillum kynini er vorðin størri og aldursamansetingin breiðkað. Har­ afturat eru alt fleiri við hægri út­ búgvingum. Kringvarpið hevur fleiri krit­ isk­ar sendingar nú enn áður, og Kringvarpið setir stundum dags­ skránna í samfelagnum. Og tað ætla vit at halda fram at gera. Aftursvar til grein í Sosialinum fríggjadagin 18. desember, har tríggir fyrrverandi oddamenn í Kringvarpi Føroya siga sín hugsan um dagsins útgávu av almenna miðlastovninum. MAZDA 6 2.0i GLX HATCHBACK Hvítur metallic. Sera vælhildin, í fínasta standi. Alufelgur - sleipikrók - bagagurúmsbakka. Originalar mottur. Klimaanlegg – Cruise control v.m. Árg. 03.2005 – Km. 95.000 KR. 65.000 DeReK BRoCKie tlf. 315 800 eftir kl. 17 tlf. 210 600 GUMMIBÁTATÆNASTAN Jólagávu- hugskot hugsa um trygdina Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo