týsdagur 22. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HUGLEIÐINGAR
Sælari er at geva
Dávur Winther
Myndir: Dávur Winther
Konan stóð í køkinum og mól
spóninum í einum stórum potti av
reyðkáli, heimagjørdum reyðkáli,
sum skuldi havast á jólum, tá øll
familjan savnast til ein góðan bita.
Í køkinum hevur Alexandra tað
tryggu kønu hondina á øllum – og
er hon ein meistarakokkur til so
mangt.
Tá heldur Frits seg eitt sindur
burtur frá fyri at geva frið og fyri
at finna ró sítt, setist hann aloftast
við einum tekniblokki ella eini
vatnlitsmynd á bríkini í køkinum,
tí so er hann við alíkavæl og kann
njóta um ikki annað henda deiliga
angan og stákanina í køkinum.
Hann festir sær í ein vindil, og so er
enn ein sertakur angi ella eitt annað
kryddarí í himmlahválvinum, som
røkkur frá bonkinum og yvir at
eymhettuna.
Tó er tað ein bakstur, sum Frits
er hovmeistari fyri – tað eru tey
serstøku rugbreyðini, sum hann
í mong Harrans ár trúliga hevur
bakað. Ja, tað verður ikki keypt
eitt einast breyð har í húsinum. Øll
verða bakað og strokin av Frits'sa
listahondum – og smakkurin er
hareftir.
Tá ið tú kemur at garði hjá Frits
og Alexandru, sært tú straks, at
her býr ein listamaður. Her andar
av lív og list. Garðurin er list
prýddur við ymiskum verum, sum
hvønn morgun heilsa Frits, góðan
morgun. Inni í utragarðinum ligg
ur eitt yvirvaksið tannhjól, ein
av ímyndunum, sum Frits hevur
málað í óendaligheitir alla sína tíð,
hjólið – ímyndin av tí óendaliga
ella ævinleikanum. Hjólið, sum eis
ini ofta er hálvt í málningum ell
tekningum hansara, tí hann sum
smádrongur einaferð sá ein heysta
vogn bakka úr eini løðu, og sá bert
helvtina av hjólinum um durin.
Tá ið tú gongur niðan í túnið
standa smáir málaðir steinar – glað
ar andlitsmyndir og heilsa tær væl
komnum.
Inni sæst tapetið valla fyri
málningum og tekningum, eisini
sprekum, sum eru málað – ikki fyri
at varðveita tey, men fyri at geva
teimum lív, sum glað andlit og
spennandi verur.
Onkuntíð eri eg sloppin at
fylgja málningunum hjá Frits í
málingaklyva hansara, hvussu teir
broytast og skifta skap og snið,
sum tíðin líður. Tað er áhugavert,
men ikki minni áhugavert at hoyra
tær mongu og drúgvu søgurnar,
sum liggja handan málningarnar.
Eingin málningur hjá Frits er mál
aður av tilvild, allir eru stroknir av
kærleika, og allir fáa teir lív og liva
sítt egna lív – mongum at gleði.
Eg kom innar í hetta fjálga heim,
har maðurin hevur pensilin sum
sítt listaamboð og har konan hevur
stokkarnar sum sítt listaamboð.
Tað eru komin mong litrík pløgg av
hennara hondum, sum ikki ein og
hvør kann gera henni eftir. Hon er
tikin úr leikum at binda, ikki bert
eftir uppskrift, men sniðgevur sjálv
og bindir har eftir, listarlig pløgg,
sum prýða hana væl og teimum
mongu, ið hava fingið eitt plagg av
hennara hondum.
Vit setast innar í góðustovu,
sita uppafturá og taka samanum
ymiskt í farandi ári – Vit fegnast
um, at skulu handa jól saman við
børnum okkara og ikki minst abba
børnunum. Eitt lítið serligt brá
sæst, tá Frits fortelur, at lítli Frits
úr Danmark eisini kemur.
Tá ið eg takki fyri og skal biðja
gleðilig jól, pikkar á dyrnar. Tað
Steintór Rasmussen, sum hevur
eina bók undir arminum. Vildi bert
bera tær eina jólakvøðu við »Lívið
er mítt listaverk«, segði Steintór og
beyð góðan dag.
Og so fór prátið aftur á glið
um listina og lívið og fyritreytir
fyri, at hesi bæði skulu trívast - og
Alexandra kom aftur rennandi við
meira kaffi og meira heimagjørdum
køkum.
Á fyrstu síðu í bókini hevði
Steintór skrivað:
Tín sangur er til deyvstumm,
Tín málningur til blind,
Títt lív er sum ein yrking,
Títt lív er sum ein mynd.
Frits gjørdist rørdur og glaður.
Mær rann til hugs »Profeturin«
hjá Kahlil Gibran, har hann tekur
ymiskt upp, m.a. um at geva: »Tit
geva lítið, tá ið tit geva av ognum
tykkara. Heldur er tað, tá ið tit geva
av tykkum sjálvum, at tit geva. Tað
er gott at geva, tá ið onkur biður um
tað, men betri er, um givið verður
av egnari fatan, uttan at nakar
biður tykkum um tað.
Og tit, sum taka ímóti, tyngist
ikki av takklæti fyri ikki at leggja
ok á tykkum og á tann, sum gevur.
Heldur eiga gávurnar at gerast sum
veingir, ið lyfta bæði hann, ið gevur
og hann, íð fær«.
Frits fór eftir tveimum vatnlits
myndum at geva mær og Steintór
hvør sína og gav enn einaferð frá sær
úr ríka hugaheimi sínum. Myndevnið
hesaferð var um jólini. Hálvir kirkju
galvar, húsaveggir og hálv hjól, sum
tú kann seta saman ella fáa at renna
saman við kærleika, gávumildni og
jólagleðiboðskapinum.
Kahlil Gibran sigur víðari: »Vin
ur tín er fylling longsul tíns. Hann
er ong tín, sum tú sáar við kærleika
og heystar við takkarbøn. Tá ið tú
skilist frá vini tínum, harmast tú
ikki. Tí tað, tær hóvar best við vini
tínum, kann verða skilligari við
fráveru hansara, eins og fjallið er
tað fyri hirðanum, tá ið hann skoð
ar tað úr dalinum«.
Gleðilig jól.
Í aldingarðinum hjá Frits á Bøvegi í Fuglafirði angar av lív og list. Men henda dagin, eg legði at landi
fyri at biðja góð jól og takka fyri tað brátt farna, var eisini ein annar angi eisini eitt annað kryddarí.
Steintór Rasmussen og Frits Johannesen
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo