Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Stjórnarskipanin nútímansger føroyska fólkaræðið Magni Arge fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi Á fólkatingi í heyst havi eg tvær ferð­ir sett donskum ráð­harr­um spurn­ingar um uttan­ríkis­polit­ isku heimildarlógina og før­oyska sjálvs­avgerðarrættin. Fyrru ferð spurdi  eg danska uttan­ríkis­ráð­ harran, Kristian Jensen, um hvørji stig stjórnin ætlaði at taka við­víkj­ andi uttanríkispolitisku heim­ildar­ lógini, sum í verandi líki kann elva til tyngjandi ósemjur millum Før­ oyar og Grønland og í øðrum mál­ um er ein handilspolitisk spenni­ troyggja fyri Føroyar. Kristian Jensen svaraði avgjørd­ ur, at í danska kongaríkinum er bara ein tjóð, ein rødd og ein uttan­ríkis­ politikkur. Hetta samsvarar ikki við vanliga fatan í Føroyum, her vit sjálvandi meta okkum sum tjóð við egnari rødd, ið grundleggjandi røkir egin áhugamál best úti í heimi við egnum handilspolitiskum átøkum. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, svaraði undan jólum nakað tað sama, tá eg spurdi hann, um danska stjórnin virdi før­ oyska sjálvsavgerðarrættin, sum før­oyingar vilja staðfesta í stjórn­ ar­skipanini. Hann svaraði greitt, at stjórnin vildi virða før­oyska fólkaviljan, um vit ynsktu at loysa frá Danmark, men stjórn­in vildi ikki taka undir við, at før­oyingar staðfesta í stjórnar­skip­anini sín rætt til sjálvir at taka avgerð um egna lagnu í heims­samfelagnum, tí tað er tað sama sum at taka loysing. Grund­gevingin er áhaldandi, at »det ligger udenfor grundlovens ramm­er«, hóast grundlógin onki sigur um heima­stýrið ella sjálvs­av­ gerðar­rætt. Fundamentalistisk støðutakan Hendan støðan hjá danska for­ sætis­ráðharranum er tann sama, sum danska løgmálaráðið pro­kla­ mer­aði 2. juni í 2010, tá føroyska stjórnar­skipanin eisini var á skrá. At føroyingar staðfesta, at teir hava rætt til alt vald vald í Føroyum og kunnu taka tað, tá teir eru samdir um tað, tulkaði løgmálaráðið á rætti­liga dramatiskan hátt sum loys­ing. Men løgmálaráðið var tá – og er enn – á skeivari leið og legg­ ur við síni stívrendu fatan upp til óneyðugan samanbrest millum Før­oyar og Danmark í stjórnar­skip­ anar­málinum og millum føroyingar innan­hýsis. M.a. hetta hava løgfrøð­ ingarnir, Bárður Larsen og Kári á Rógvi, sáli, víst á í drúgvari grein í danska blaðnum Juristen longu í 2010. Í hesi grein kallaðu teir støðu­ takanina hjá danska løg­mála­ ráð­num antipragmatiska, funda­ mentalistiska og veruleikafjara. Før­oyingar kunnu væl kunngera sín sjálvsavgerðarrætt uttan at taka loysing, tí tað hava so mangar aðrar politiskar eindir í heiminum gjørt undan føroyingum, vístu teir á í Juristen. Stjórnarskipanir við ongum stati Teir báðir slóu fast, at stjórnar­ skipanararbeiðið hevur onki við loysing at gera. Tað snýr seg um at skapa ein nýmótans karm um føroyska fólkaræðið og fáa skapt eina stjórnarskipanarliga mentan í Føroyum, ið kann menna landið. Hvussu løgmálaráðið hevur fingið hetta at vera tað sama sum loysing, skiltu teir ikki. Veruleikin er, at tað er snævur­ skygt at tulka orðið stjórnarskipan ella grundlóg sum nakað, ið einans kann galda í einum sjálvstøðugum stati. At tulka stjórnarskipanir soleiðis samsvarar als ikki við stjórnarskipanarsøgu ella altjóða veruleikan, tí nógvar politiskar eindir, sum ikki eru statir, hava egnar stjórnarskipanir. Í hollendska kongaríkinum hava Antillurnar og Aruba egn­ar grundlógir, meðan felags grund­ lógin er uppiyvir. Frá 1874 til 1918 hevði Ísland sína egnu stjórn­ ar­skipan við síðuna av donsku grund­lógini, og í heiminum í dag finnast lógir í øllum heimspørtum, ið kunnu kallast stjórnarskipanir í hálvstatsligum politiskum eindum. Talan er um tilsamans 200 tílíkar lógir. Hava viðurkent sjálvsavgerðarrættin Eitt annað, sum teir báðir vístu á, var, at tá uttanríkispolitisku heim­ ildarlógirnar vórðu kunngjørdar 7. november í 2005, viðurkendi og stað­festi danska stjórnin í kunn­gerðini samstundis sjálvs­av­ gerðarrætt føroyinga samsvarandi altjóða rætti. Hví danir seta seg upp ímóti, at føroyingar sjálvir kunnu staðfesta sama sjálvavgerðarrætt, er tí óskiljandi. Í 1989 var ein líknandi støða í Skotlandi. Um hetta mundið høvdu skotar onki tjóðarting. Tað kom ikki fyrr enn 10 ár seinni. Men hetta árið kunngjørdu skotar A Claim of Right for Scotland, har teir søgdu, at teir høvdu suverenan rætt til at velja sær egið stýri eftir egnum tørvi. Her staðfestu teir sostatt sjálvsavgerðarrættin. Men teir tóku ikki loysing, og tað hava teir ikki gjørt enn. Vert er eisini í hesum sambandi at gera mun á felagsskapinum mill­um Føroyar og Danmark, sum nógvir føroyingar seta høgt, og donsku grund­lógina, sum dansk­ ir ráðharrar seta høgt. Danska grund­lógin er onki grund­leggj­ andi súmbol upp á føroyskt fólkastýri. Tað er hinvegin før­ oyska stýrisskipanin, og før­oyska stjórnarskipanin fer at nýtímans­ gera fólkaræðisliga grundarlag okk­ara. At enda Samanumtikið er ein føroysk stjór­ nar­skipan onki at óttast – hvørki hjá donskum ráðharrum ella sam­ bandspolitikarum í Føroyum, sum av og á kalla stjórnarskipanina eitt loysingarskjal. Aksel Jo­hanne­ sen, løgmaður, greiddi væl frá hesum viðurskiftum í ting­inum undan jólum, tá hann segði, at stjórnarskipanin er onki loys­ingar­ skjal í sjálvum sær. Vit í Tjóðveldi ynskja okkum, at Føroyar verða sjálvstøðugt land. Tað hevur ongantíð verið nøkur loyna. Men tað verður ikki við stjórnarskipanini. Við henni fáa vit í Føroyum ein søguligan møguleika at semjast um okkara felags grund­ arlag. Frá fornari tíð bygdu vit landið, og vit gera av okkara fram­ tíð. Illa kann tað forkoma nøkr­um samstarvi við Danmark at sam­ tykkja hetta. Eg skilji væl, at tað fellir summ­ um fyri bróstið, tá spurningar um uttanríkispolitiskar heimildir og sjálvsavgerðarrætt verða settir á fólkatingi. Men eg havi varhugan av, at tað eru ikki spurningarnir, sum órógva, men heldur donsku svarini. Tað er eitt faktum, at bara vit føroyingar seta áhugamálini hjá Føroyum fremst. Danmark hugs­ ar fyrst um síni egnu viður­skifti, áhugamálini hjá ES, og síðan koma Grøn­land og Føroyar. Tí er tað neyð­ugt, at vit taka okkum størri uttan­ríkispolitiskar heimildir at verja okkara áhugamál. Tað er eisini eitt faktum, at vit eru eitt land og ein tjóð, og tí skal avgerðin um okkara framtíð liggja í okkara hondum. Latið okk­um sam­ tykkja hetta saman. Ein nýggj føroysk stjórnarskipan skal bara staðfesta tað, sum vit eru samd um: At Føroya fólk er tjóð, at Føroyar eru land, og føroyska tjóðin sjálv ger av sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Haraftrat skal hon áseta tey borgarrættindi, sum hoyra einum nýmótans fólkaræði til. Arbeiðið er komið so væl áleiðis, at væl skuldi ligið fyri at fingið samtykt stjórnarskipanina í 2017