Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR BRANDUR ÚTLEIGAÐUR TIL VENDSYSSEL Føroyski landsliðsspælarin verður komndi hálva árið útleigaður frá FCK til Vendsyssel í næstbestu deildini í Danmark Tróndur Arge Brandur Hendriksson Olsen skal komandi hálva árið spæla saman við Halli Hansson, René S. Joensen og Mein­hard E. Olsen í Vend­ syssel í Danmark. Hann er nevn­iliga útleigaður frá FCK. Føroyski landsliðs­mið­ vall­arin hevur ikki fingið so nógva spælitíð hjá FCK hetta kapp­ingarárið. Hann spældi annars ein avgerandi leiklut í fleiri dystum móti endanum av farna kappingarárið, men síðani summarsteðgin hevur hann fyri tað mesta siti á bonk­inum. Brandur skal hava spælitíð Tað er ikki so langt síðani, at Brandur longdi sáttmálan við FCK, men tað er trongt í hópinum hjá einum ungum skálvíkingi. Tí skal hann nú spæla seg heitan. – Brandur hevur brúk fyri at spæla meiri regluliga á einum høgum stigi, fyri at menna seg sum spælara. Tað hevur verið torført at fingið í tí kappingarføra um­ hvørv­inum, sum er í FCK. Tí er hatta ein optimal loysn fyri allar partar, sigur Johan Lange, tekniskur stjóri í FCK, og leggur afturat: – Nú fær hann møgu­leik­ an í Vendsyssel, sum spælir í oddinum í 1. deild, og hevur eitt gott fótbóltsumhvørvi. Saman standa teir framman­ fyri einu spennnadi vári. Ætlan­in er síðani, at Brandur kem­ur aftur til FCK, sigur Johan Lange, tekniskur stjóri í FCK. Hann hevur prógvað seg Í Vendsyssel kenna tey alt til Brand. Umframt føroysku liðfelagirnir, so hava teir hugt væl eftir føroyska markn­að­inum. – Brandur er ein dugna­ ligur spælari, sum hevur nógv­ar møguleikar at menn­ ast. Hann er eitt gott íkast til hópin hjá okkum, sigur Jacob Kruger, ítróttarstjóri í Vend­ syssel, og leggur afturat: – Hann hevur prógvað á bæði liðnum hjá FCK og á før­oyska landsliðnum, at hann spæla á einum høgum stigi – serliga við framúr sparki­teknikk­inum. Vit gleða okkum at fáa Brand í hóp­in til seinnu hálvu, sigur Jacob Kruger at enda. Brandur hevur spælt 16 dystir fyri besta liðið hjá FCK, og skotið trý mál. Hallur longt sáttmálan Mánadagin kunngjørdi Vend­ syssel eisini, at felagið hev­ ur longt sáttmálan við Hall Hans­son, so hann nú hev­ur sátt­mála til summar 2018. – Hallur er bara blivin betri, síðani hann kom til felagið fyri einum ári síðani. Tá manglandi hann fram­ vegis at fáa sítt gjøgnumbrot, men tað hevur hann fingið nú. Góða gongdin hevur eis­ini fingið onnur at vísa áhuga fyri Halli. Vit meta tó, at hann hevur meiri at geva av sær. Hann er ungur og hev­ur framúr hugburð, har hann setur stór krøv til sín sjálvs. Slika spælarar kann tú ikki fáa nokk av, sigur ítróttar­stjórin, Jacob Krüger. Hallur sjálvur er fegin um nýggja sáttmálan, og um gongdina í felagnum. – Eg longt sáttmálan, tí eg haldi vit eru á veg fram í hes­um felagnum. Eg ynski at blíva betri og mennast sum spælari. Tað hava venjararnir her í felagnum prógvað, at teir kunnu, sigur Hallur Hans­son við heimasíðuna hjá Vendsyssel. Sum skilst so vóru fleiri um boðið eftir halli Hansson. Millum annað úr Super­ liguni. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Mynd: Polfoto