týsdagur 22. desember 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
2
BLAÐIÐ
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Prent:
Prentmiðstøðin
Forsíðumynd:
Álvur Haraldsen
Snið og umbróting:
Sosialurin
Sagt um jól:
Nú fara vit at halda jól komandi dagarnar.
Hósdagin er jólaaftan, og síðani hava vit
eitt langt jólavikuskiftið fyri framman.
Seinastu dagarnar – og vikurnar – hava
vit verið í jólagiri – vit hava hoyrt jólatón-
leik, verið til tiltøk, keypt gávur, hugna
okkum heima og úti og verið í veitslulagi.
Nógvar góðar løtur eru í jólamánaðinum,
og alt kemur í hæddina við jólahaldinum
komandi dagarnar.
Nógv seta eisini jólamánaðin í sambandi
við stríð og strev og strongd. Krøvini til
okkum eru stór – bæði tey, sum koma
uttanífrá, og tey, vit seta okkum sjálvi.
Gávurnar skulu keypast og helst raka
rætt, og vit skuldu duga at leggja alt so
sera væl til rættis, at jólini verða eitt hæd-
darpunkt á árinum. Alt skal verða snøgt
og reint og ruddiligt og gott, og fasadan
verður fríðkað sum sjáldan.
Vit lata okkum pøsa, sum sálarfrøðingurin
Eyðun Joensen sigur longri inni í blaðnum,
og vit lata okkum ivaleyst eisini stressað.
Men vit mugu ikki gloyma, at vit eisini
kunnu velja og avgera, hvussu vit halda
jól. Krøvini koma, og forvæntningarnar
eru har, men okkum nýtist ikki at fara í
allar fellurnar. Vit hava møguleikan at
siga nei, at velja, at leggja dent á tað, sum
hevur týdning fyri okkum, og at lata vera
við at seta høg krøv til tey rundan um ok-
kum um jólahald.
Okkum nýtist ikki at taka jólini fyri meira,
enn tey eru, men hinvegin eru jólini eitt
gylt høvi at brúka til nakað meira enn
gerandisknoss, skundmiklar máltíðir og
sjálvsrøkt.
Á jólum leiða allir vegir heim. Traditiónir,
minni og familja hanga óloysiligt saman
við okkara jólahaldi, og líkamikið hvussu
okkara støða er hesi jólini, kunnu vit ikki
renna undan hesum. At jólatíðin eisini
leggur upp til, at vit minnast tey gloymdu,
tey einsomu og tey vilstu ger bara, at týd-
ningurin og virði í jólahaldinum veksur.
Vit kunnu øll á okkara hátt velja tey góðu
jólini, vit kunnu geva kommersiellum
átøkum og yvirflatudyrkan eitt mótspæl.
Vit kunnu velja tað, sum hevur størstan
týdning. Vit kunnu brúka tíðina til tað,
sum hevur týdning og er gott, uttan at
krøvini eru eirindaleys. Og vónandi hava
vit øll yvirskot til at geva menniskjaligan
hita rundan um okkum og njóta tær góðu
løturnar.
Í hesum jólablaði bjóða vit tykkum
samrøður, góð ráð, siðsøguligt tilfar og
annað. Innihaldið hava vit roynt at gera
fjølbroytt, og vónandi fáa tit lesarar gleði
av okkara blaði nú um jólini.
Við hesum blaði ynskja vit øl-
lum okkara lesarum eini gleðilig
jól og eitt gott nýggjár!
Veljið tey góðu jólini
Sosialurin
Tað er øgiligt, sum verðin
er egoistisk. Øll hugsa bert
um seg sjálvan. Tað eri bara
eg, sum hugsi um meg
Storm P
Jólini, barn mítt,
eru kærleiki
í verki.
Dale Evans,
amerikanskur
sjónleikari og
sangari
Eingin er nakrantíð blivin
fátækur av at geva
Anna Frank
Einki er meira trist enn
at vakna jólamorgun
og ikki vera eitt barn.
Erma Bombeck,
amerikanskur skemtari
Um eg eri gamaldags ella modernaður, veit
eg ikki, men eg haldi, at jólini eru einføld:
Tað ræður um at verða góður við onnur.
Og tá ið eg hugsi um tað, hví skulu vit
so bíða eftir jólunum fyri at verða tað?
Bob Hope, amerikanskur skemtari
Blaðfólk:
Eyðun Klakstein
Inna Tørnroos
Barabara Holm
Jóannes Hansen
Áki Bertholdsen
Óli Jacobsen
Simona Weihe
Eg var 10 ára gamal, tá ið pápi
mín, sum var fótbóltsvenjari,
fekk sekkin jóladag. Úrslitini
høvdu ikki verið góð, og
liðið tapti ein dyst beint fyri
jól. Og so fekk hann sekkin
mitt í jóladøgurðanum
José Mourinho,
portugisiskur fótbóltsvenjari
Jólini eru tann tíðin, tá
ið tú hevur heimlongsul
– sjálvt um tú ert heima
Carol Nelson
Á jólum hevur tú tíð at hava tíð
Asta Lie Isaachsen, norskur
rithøvundur