týsdagur 22. desember 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
10
BLAÐIÐ
SAMRØÐA
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tveir føroyskir trolarar vera í Barents
havninum á jólum. Enniberg er í
norskum sjógvi, og Akraberg er eystar
laga í russiskum sjógvi – í nánd av
Gásabankanum.
50 ára gamli Eyðun á Bergi úr
Klaksvík er skipari á Akrabergi. Hann
var 15 ára gamal, tá ið hann í 1981 fór
til skips fyri fyrstu ferð. At halda jól
á sjónum og burtur frá sínum kæru
er ikki nýtt hjá honum. Hann hevur
fleiri ferðir verið í Barentshavinum á
jólum. Tað er ikki longur síðani enn
síðstu jól, at hann og manningin hildu
jól har eysturi.
– Tað er luturin hjá okkum viðhvørt
at vera burtur høgtíðirnar, og tá ið aðrir
merkisdagar eru, eitt nú tá ið føð
ingardagar eru í familjuni. Sjálvandi
hugsa vit um hetta, men tá ið tú hevur
verið sjómaður í so nógv ár, so er hetta
ein partur av lívinum, og tú lærir at
liva við tí, hóast tað ongantíð verður
soleiðis, at tað er líka mikið, um tú á
jólum ert heima ella ikki.
Vit samskifta umvegis facebook við
skiparan á Akrabergi. Onkra løtuna er
steðgur í. Tað kemst av, at skiparin hál
ar og skjýtur trolið, og so eru tað spurn
ingar at taka støðu til, tá ið tú hevur
ábyrgd av stórum skipi og 24 monnum,
men so er hann við aftur, og samrøðan
heldur fram.
– Tað er greitt, at vit vera her eyst
uri øll jólini. Vit fóru úr Føroyum 11.
oktober. 25. november landaðu vit 600
tons í Tromsø. Tað hevur viðrað væl
henda túrin. Bara ein dag hava vit ligið
bakk. Tað var síðsta sunnudag, greiðir
skiparin frá.
Fyri einum ári síðani var jólaaftan
heilt serligur umborð á Akrabergi.
– Tað fall soleiðis, at sjálvan jóla
aftan var lastin full. Vit fóru at sigla
heim, og lagið var ógvuliga gott, meðan
vit hildu jól, og vóru heima undan árs
skiftinum, minnist Eyðun á Bergi.
Soleiðis verður tað ikki í ár. Lastin
er ikki full, og kvotan er ikki uppfiskað.
Serligur dagur í myrkrinum
Hesa tíðina er tað myrkt í Barentshav
inum allan sólarkringin. Tað er heilt
øðrvísi, enn tað er summartúrin, tá ið
tað er ljóst allan sólarkringin.
– Vit læra okkum at liva við myrkri
num. Teir flestu arbeiða undir dekki, so
tað verður ikki so nógv hugsað um ljós
og myrkur. Men tað skal ikki vera nøkur
loyna, at okkum leingist eftir ljósinum,
nú tað er farið um styttstadag, og tað
fer aftur at dragna, tí ljósið vinnur á
myrkrinum har heima í Føroyum.
Hvussu halda tit jól?
– Í huganum eru vit saman við
okkara kæru, og tíbetur eru samskiftis
møguleikarnir nógv mentir. Vit hava
gott netsamband, og tað er bíligt at tosa
og skypa. Hetta er so nógv øðrvísi, enn
tað var, tá ið eg fór til skips. Tá tosaðu
vit heim eina ferð aðru hvørja viku, og
bíðirøðirnar vóru langar frammanfyri
stóra sendaran. Neyðugt var at gera
skjótt av, tí tað var so dýrt at tosa heim,
sigur skiparin og Akrabergi, og hann
heldur fram:
– Vanliga skaffa vaktirnar hvør fyri
seg. Jólaaftan savnast vit allir til ein
góðan døgurða soleiðis, sum vit kenna
tað heima. So fara vit inn í stovuna, har
vit syngja saman, og har jólaevangeliið
verður lisið, áðrenn vit fáa pakkarnar
frá sjómanskvinnuringinum. Siðvenj
una at sjómanskvinnuringarnir undir
samskipan av Torleifi Johannesen
skipa so fyri, at allir sjómenn fáa jóla
pakkar, eru vit allir so sera fegnir um.
Sjúrðarberg, sum nú er farin heim,
hevði pakkarnar við okkum, og vit
fingu teir 8. desember, greiðir skiparin
á Akraberg frá.
Vit her heima ynskja tykkum eysturi
í Barentshavinum gleðilig jól.
Takk og í líka máta ynskja vit um
borð á Akrabergi tykkum í Miðlahúsin
um og øllum landsmonnum okkara –
burturi og heima og á sjógvi og landi
– eini gleðilig jól.
TVEIR FØROYSKIR TROLARAR ERU Í BARENTSHAVINUM, MEN
FJARSTØÐAN HEIM ER IKKI LONGUR TANN, SUM HON VAR, TÁ IÐ
SKIPARIN Á AKRABERGI FÓR TIL SKIPS FYRI 34 ÁRUM SÍÐANI
Í FJØR VAR JÓLAGÁVAN
AT SIGLA HEIM
– Í huganum eru vit saman við okkara kæru, og tíbetur eru
samskiftismøguleikarnir nógv mentir. Vit hava gott netsamband, og tað
er bíligt at tosa og skypa, sigur Eyðun á Bergi, skipari á Akrabergi
Akraberg