týsdagur 22. desember 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
16
BLAÐIÐ
Eg gloymi ongantíð, tá eg sum lítil genta
fór við babba út á Strendur í handilin hjá
Sannu og Jóhannus. Í hesum hugnaliga
handli vóru alskyns vørur. Tey bæði vóru
so blíð og hjartalig. Bóðu meg koma inn
um diskin, so eg kundi síggja vørurnar,
taka tær av hillunum og granska tær.
Mær dámdi so væl at geva jólagávur,
og hesin handilin hevði alt, sum
hjartað kundi ynskja sær.
Eftir einar tveir tímar kom babba so eftir
mær. Tá hevði eg keypt gávur, pappír,
bond og vakrar til-og-frá seðlar.
Hetta við at pakka gávurnar inn var
ein stórur partur av tí heila. Enn í dag
vil eg sjálv pakka gávurnar inn. Njóti
at leita eftir vøkrum pappíri og hartil
hóskandi bondum og seðlum. Tað hevur
framvegis nógv at týða fyri meg.
Eg gevi ikki 133 gávur longur. Tá eg var
barn skuldu øll fáa ein pakka: systkin,
svágrar, børn hjá vaksnum systkjum,
fastur og ikki minst foreldrini. Øll tey,
sum vóru partur av mínum barnadøgum.
At geva og gleða liggur í flestu børnum.
Vit hava øll sæð ljósið í barnaeygunum,
tá mamma pakkar gávuna upp.
So verður tú vaksin. Tú hugsar meira
um, hví tú gert hetta ella hatta. Alt
broytist, eisini jólagávugevingin. Stóra
talið av gávum, sum barnið í tolsemi
og kærleika pakkaði inn, tódnaði.
Enn í dag verður tó hvør einasta gáva
pakkað og skrýdd við serligum pappíri,
glitrandi bondum og sloyfum og
teimum vakrastu merkiseðlunum á
marknaðinum.
Jólini hoyra fyrst og
fremst børnunum til.
Tí er gott at eiga góð
minni um jólastákan.
Sum serligu løturnar í
handlinum á Strondum.
Ongin skundur. Og
á babba, sum koyrdi
meg »til handils«. Slík
minni eru dýrgripir.
Sum vaksin eru jólini
tó meira eitt kærkomið
høvi í myrku tíðini at fáa
nakrar frídagar bara at vera saman, hugna
sær og gera góðan mat. Eg trúgvi, at tá
tú eigur góð minni frá tínum barnajólum,
ávirkar tað øll jólini, sum síðani koma. Tí
tú kanst ikki blíva stressað av nøkrum, tú
gleðir teg til. Og minna meg á, at tað snýr
seg um at gleða og ikki at imponera.
Klumma
MEST SELJANDI
JÓLASANGIR NAKRANTÍÐ
JÓLSANGUR FRÁ ÁTTATIÁRUNUM ER MEST SELJANDI JÓLASANGUR NAKRANTÍÐ
Snýr sum um at gleða
1. Band Aid – Do They
Know It’s Christmas
Vælgerandi jólasangurin við
teimum mongu kendu sang
arunum var eitt risahitt, tá ið
hann varð givin út í 1984, og
síðani hevur sangurin verið
millum mest spældu og tann
best seljandi jólasangurin í
søguni. Endurinnspælingar
eru eisini gjørdr av sanginum,
og tær hava verið ymiskt
móttiknar, men eingin hevur
staðið seg so væl sum tann
upprunaliga útgávan.
2. Boney M – Mary’s
Boy Child
Ein klassikari í Føroyum eisini.
Føroyingar elskaður Boney M,
og tað gjørdu tey eisini í so
stóran mun kring heimin, at
Mary’s Bpy Child er næstmest
seldi jólasangurin nakrantíð.
Vælsvingandi jólasangurin
verður aftur hesi jólini spældur
á radiostøðum kring heimin.
3. Wham! – Last
Christmas
Í grundini meira ein kærleiks
sangur enn jólasangur, men
óloysiliga knýttur saman við
jólini. Ein fangandi popp
sangur, sum hevur yvirlivað
tíðarinnar tonn og telist millum
størstu jólaklassikararnar í
søguni.
4. Harry Belafonte
– Mary’s Boy Child
Útgávan hjá Harry Belafonte
av sanginum Mary’s Boy
Child er frá 1957, og hon var
eitt ordans hitt upp undir
jól tað árið. Hetta var fyrsti
sangur, ið seldi meira enn eina
millión eintøk bara í Onglandi.
Sangurin er endurinnspældur
mangar ferðir, og Boney M
eigur best umtóktu endurinn
spælingina.
5. Band Aid 20
– Do The Know
It’s Christmas
Sami sangur, sum er á ovasta
plássi, er eisini á fimta plássi.
Hetta er endurinnspælingin,
sum varð gjørd í 2004, og sum
eisini gjørdist eitt rimmarhitt.
Bob Geldof og Midge Ure
skrivaðu sangin.
Simona Weihe