týsdagur 22. desember 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
18
BLAÐIÐ
Mynd: Álvur Haraldsen
SAMRØÐA
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Inni í vøkru hárfríðkanastovuni á
Landavegnum í Havn eru Mariann
Klein Ivansdóttir og hennara starvsfólk
at finna hvønn dag, nærum alt árið
runt. Í Royal Intercoiffure er nógv at
gera – eingin ivi um tað. Men tað er
heldur ikki uttan orsøk, eins og tað ikki
er uttan orsøk, at Royal Hárfríðkan fyri
nøkrum árum síðani skifti navn til
Royal Intercoiffure. Orsøkin til fína,
útlendska heitið er, at Mariann í 2013
gjørdist limur í eksklusiva bólkinum
av hárfríðkarum - Intercoiffure - sum
verður mett at vera ein felagsskapur
fyri heimsins bestu hárfríðkanir.
– Tað var ein dreymur, sum gekk
út. Eg havi altíð ynskt mær at sleppa
út um landoddarnar at arbeiða, og at
sleppa at skapa hármóta. Og við hesum
limaskapinum fekk eg tað netverkið,
sum skuldi til, sigur Mariann.
Men tað var ikki bara bara, tí í
felagsskapinum vóru fleiri, sum Mari
ann sá sum fyrimyndir. Og tá tú skalt
góðkennast sum Intercoiffure limur, ja
so skalt tú lúka ymiskar treytir og sína
fram tíni kynstur.
– Eg skuldi vísa, hvat eg dugdi á
stórari ráðstevnu í Danmark. Tað er
tann harðasta løtan, eg havi havt í
starvinum, tí eg var so fjálturstungin,
sigur Mariann og minnist aftur á
krevjandi dagin í Keypmannahavn.
– Men dagin eftir ringdi ein maður,
sum var við á ráðstevnuni, og bað meg
standa á odda fyri Elle Style Awards í
Danmark. Tað var ein ordans lætti, tí eg
væntaði tey fóru at blaka meg út aftur
ella okkurt annað. Tað vóru tó bara
nervarnir, sum tosaðu, sigur Mariann.
Og eftir krevjandi dagin í Keyp
mannahavn hevur heimurin staðið
opin. Mariann hevur í fleiri umførum
vitja á ráðstevnu í París, har hon sjálv
hevur staðið á odda fyri mótasýningar.
Hon er leigað av ymiskum fyrireikarum
uttanlands til at gera hár til mótasýn
ingar, og hon var við til at skapa tann
hármótan, sum altjóða merkið Balmain
kunngjørdi seinasta heyst.
– Í dag kann eg bara endurtaka tað,
sum eg altíð havi sagt. Tað ber væl til at
búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands
eisini, sigur Mariann.
Fyri hana hava Føroyar stóran týdn
ing, hóast mong hava hildið tað vera
ómøguligt at liva og virka á altjóða
støðið her í Føroyum.
– Eg havi so mangan hoyrt, at eg
ikki hoyri heima í Føroyum. At eg ikki
kann fylgja mínum dreymum, so leingi
eg búgvi her. Men eg veit, at tað passar
ikki, sigur Mariann.
At geva aftur til tað føroyska sam
felagið liggur eisini inngrógvið í vest
menningin á Landavegnum.
– Við at ferðast uttanlands og leita
mær ráð og íblástur frá øðrum, kann
eg eisini koma heim aftur til Føroya
og geva nakað aftur til fakið og soleiðis
menna tað, sigur Mariann.
Men hvar byrjaði karrieran? Jú, tað
byrjaði alt í 2005.
Leyp útí tað
»Eg vil hava mína egnu salong«,
segði unga kvinnan, og so bleiv í
2005, tá ið Royal Hárfríðkan læt upp
á Landavegnum í Havn. At byrja sína
egnu fyritøku er ikki altíð eins lætt. Tað
vita tey, sum hava roynt tað. Men hevur
tú ikki roynt tað fyrr, ja so er vónleyst
at ímynda sær, hvussu tað er.
– Eg minnist enn, hvussu skelkað
eg varð um alt pappírsarbeiðið, sum
skuldi gerast. Tað var nógv meira enn
eg væntaði, sigur Mariann.
Men fyrsta tíðin stendur tó bjørt í
minninum, tí Mariann slapp sjálv at
avgera, hvussu dagurin skuldi vera,
hvussu arbeiðsumstøðurnar skuldi vera
og so framvegis.
– Eg havi onkuntíð hugsað um,
hvussu løgið tað er, at eg ikki var meira
bangin fyri at lata upp. Eg helt ikki tað
var nakar kjansur fyri, at tað kundi
ganga galið, sigur Mariann og leitar
fram minnini um gamlar dagar.
– Tað var sera skjótt, at dagarnir
bara ikki strektu til. Eg arbeiddi so at
siga alt samdøgrið. Tá eg ikki arbeiddi í
salongini, gjørdi eg pappírsarbeiðið og
so framvegis. Men eg vildi tað so nógv,
at eg hevði einki ímóti at arbeiða alla
tíðina, sigur Mariann.
At arbeiða nógv verður helst eisini
partur av framtíðini hjá Mariann, tí
í næstum letur hon upp sína nýggju
deild í Keypmannahavn.
– Heimurin stendur opin. Næstu
ferð verður tað vónandi París, sigur
Mariann um framtíðina, sum ivaleyst
er bjørt.
– At ongantíð kenna seg trýsta
ella bangna merkir, at tú stagnerar
sum persónur. Eg elski at kenna trýst
og merkja, at eg flyti meg á nýggjum
flatum. Tað er tað, sum lívið snýr seg
um, sigur Mariann, áðrenn hon vendur
nøsini aftur ímóti kundunum, sum
skulu hampa seg áðrenn jólini koma.
– EG HAVI ALTÍÐ VITAÐ, AT HÁRFRÍÐKANARMÓTI SKULDI VERÐA MÍN LÍVSLEIÐ. AT SKAPA
ER MÍN DREYMUR, SIGUR 32 ÁRA GAMLA MARIANN KLEIN IVANSDÓTTIR, SUM NÚ FER
AT LATA SÍNA NÆSTU HÁRFRÍÐKANARSTOVU UPP – HESAFERÐ Í KEYPMANNAHAVN
NÚ KEYPMANNAHAVN
– SEINNI PARÍS