týsdagur 22. desember 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
26
BLAÐIÐ
SAMRØÐA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Síðani 2008 hevur Kaj Leo Holm Jo
hannesen hildið jól sum løgmaður, men
nú er hann ikki longur í embætinum
og kann halda jól sum løgtingslimur
í andstøðu – og langt frá við somu
ábyrgd og ávirkan, sum hann hevur
havt seinastu sjey árini.
– Jólini í ár verða nógv øðrvísi, enn
tey hava verið seinastu árini. Í ár kann
veruliga halda jól saman við familjuni,
og tað gleði eg meg til, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Saman við løgmansembætinum
hava eisini verið fleiri almennar upp
gávur í sambandi við jólini – eisini
jólaaftan, tá ið nógv okkara halda jól
saman við familjuni burturav.
– Mær hevur dámt væl at sloppið ein
túr á Herbergið, KFUK og Barnaheimið,
men tað hevur sjálvandi havt við sær,
at eg eri farin frá familjuni jólaaftan. Í
ár kann eg fult og heilt halda jól heima,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Strævin jól
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at
jólini í fjør vóru tey strævnastu í hans
ara tíð sum løgmaður.
– Eitt einstakt mál gjørdi, at eg
kendi meg støðugt úthongdan, og mín
integritet álopnan gjøgnum langa tíð.
Eg eri ein av teimum, sum toli nógv av,
og eg komi skjótt víðari, men eg dugi at
síggja nú, at tað ávirkaði meg nakað, og
tí vóru seinastu jólini ikki so góð, sum
onnur hava verið, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Málið, hann sipar til, er kanningini
av av leiklutinum hjá løgmanni í sam
bandi við Skálafjarðatunnilin og øllum
umrøðan, sum var av hesum máli í
politisku skipanini og miðlunum.
– Eg verði glaðari í ár, enn eg var
á jólum í fjør, og eg kann halda eini
munandi meiri avslappandi jól saman
við familjuni, sigur Kaj Leo Holm Jo
hannesen.
Øvundar ikki Akseli
Tað eru ikki bert jóladagarnir, sum
fara at kennast meiri róligir hjá Kaj
Leo Holm Johannesen, nú hann ikki
er løgmaður longur. Eisini desember
mánaði hevur verið øðrvísi, enn teir
undanfarnu eru.
– Eg veit, hvussu pulsurin hjá Aksel
Johannesen er í hesum døgum. Hann
hevur stóra ábyrgd hangandi á sær og
skal gera eitt stórt arbeiði fyri at lofta
málum, mýkja støður og royna at fáa
politiska arbeiðið at ganga so væl sum
gjørligt.
– Tað eru nógvar stórar avgerðir at
taka beint upp undir jól, tí fíggjarlógin
skal í gjøgnum, og allar fylgislógir til
fíggjarlógina skulu eisini ígjøgnum
løgtingið. Tað er eitt stórt arbeiði at
fáa hetta at ganga so væl sum gjørligt,
og tað eru nógvar støður, sum skulu
mýkjast, og tá ið vit vanligu tingfólk
fara heim, so er nógv eftir hjá løgmanni
at arbeiða við. Eg má siga, at eg øvundi
ikki Akseli Johannesen, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Nýggjar uppgávur
Kaj Leo Holm Johannesen hevur sein
astu sjey árini verið á avgjørt toppinum
í føroyskum politikki. Hann hevur verið
formaður í Sambandsflokkinum, og
hann hevur verið løgmaður. Nú røkir
hann ikki longur hesar uppgávur.
– Eg stórtrívist í nýggja leiklutinum
og kenni meg nógv fríari til at kjakast
og verða við í politiska arbeiðnum. Júst
hendan leiklutin havi eg ikki roynt
áður, og eg haldi, tað er sunt fyri polit
isku skipanina, at tað er eitt skifti í
skipanini. Vit skulu bara ikki sita ov
leingi í andstøðu, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Hann hevur seinastu tíðina hug
savna seg um uppgávuna sum løg
tingsmaður, men hann umhugsar at
taka onkra uppgávu afturat á seg.
– Eg vil gjarna brúka tíð og orku
til løgtingsarbeiðið, og tá ið eg um
eina tíð verið mentalt til reiðar, fari
eg møguliga at taka onkra avmarkaða
uppgávu á meg. Tað kundi verið onkur
uppgáva uttanlands, tí eg havi drúgvar
politiskar og vinnuligar royndir, sum eg
kann brúka, og sum tey í útheiminum
síggja eitt virði í. Enn havi eg ikki átikið
mær nakað ítøkiligt, men eg tosi við
onkran um hetta, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Komandi dagarnar verða tað tó eini
friðarlig og avslappandi jól saman við
familjuni, ið standa ovast á skránni hjá
fyrrverandi løgmanni.
– SEINASTU JÓLINI SUM LØGMAÐUR VÓRU SERA STRÆVIN, OG EG ROKNI VIÐ,
AT EG VERI GLAÐARI Á JÓLUM Í ÁR, SIGUR KAJ LEO HOLM JOHANNESEN, SUM
FYRI FYRSTU FERÐ Í ÁTTA ÁR HELDUR JÓL UTTAN AT VERA LØGMAÐUR
KAJ LEO GLAÐARI
HESI JÓLINI
– Jólini í ár verða nógv øðrvísi, enn tey hava verið seinastu árini. Í ár kann veruliga halda jól
saman við familjuni, og tað gleði eg meg til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen