Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 36 BLAÐIÐ NETFLIX Á JÓLUM EITT LANGT JÓLAVIKUSKIFTI LEGGUR UPP TIL AT HYGGJA EFTIR ONKRUM GÓÐUM FILMI. HER ERU NØKUR VIÐMÆLI UM FILMAR, IÐ FINNAST Á NETFLIX TANN HUGNALIGI Miss Potter Beatrix Potter er kvinna í viktorianska Onglandi, og tí er ikki so lætt hjá henni at sleppa at gera tað, sum hon allarhelst vil – nevniliga at skriva bøkur. Men hóast mannan er ímóti, og nógvar aðrar forðingar eru, stríðist Beatrix fyri at sleppa at skriva bøkur til børn, og tað verður eisini dramatikkur í hennara lívi. No Reservations Kate stýrir matstovu í New York við harðari hond, men lívið broytist, tá ið systur hennara doyr, og systurdóttirin kemur at búgva hjá henni. Ein nýggjur leiðari kemur á matstovuna at hjálpa henni við dagliga rakstrinum, og Kate kennir seg hótta av manninum, og onkrir samanbrestir verða, áðrenn tey spakuliga byrja at finna út av tí. TANN ROMANTISKI TANN ÓHUGNALIGI The Shining Jack Torrance, konan og sonurin fara til eitt fjarskotið fjallahotell, tí tey hava bjóðað seg fram at taka sær av hotellinum, meðan tað er stongt um veturin. Drongurin sær fyri sær, og Jack gerst alsamt løgnari og meira ágangandi. Hetta verður ein ræðandi vetur fyri familjuna. Meistaraverkið hjá Stanley Kurbrick, sum byggir á skaldsøgu hjá Stephen King, er ein av stóru ræðufilmunum í søguni. TANN STUTTLIGI Mall Cop Kevin James spælir leiklutin sum trygdarvaktur í einum stórum handli. Einaferð droymdi hann um at verða løgreglumaður, men tað lukkaðist ikki, men nú tekur hann arbeiðið sum trygdarmaður í supermarknaðinum í stórum álvara – sjálvt um bæði hansara starvsfelagar og kundar ikki gera tað. Tá ið handilin verður álopin og gíslar verða tiknir, er stóra løtan hjá vakarmanninum umsíðir komin. TANN JÓLALIGI The Polar Express Ein drongur endar umborð á einum toki, sum hevur kós ímóti Norðpólinum sjálvan jólaaftan, og tað verður ein spennandi og lærurík ferð. Drongurin hittir onnur børn umborð á tokinum. Innkrevjarin fær eisini ein sentralan leiklut í filminum. Hetta er animeraður filmur, har eitt nú Tom Hanks leggur rødd til. TANN SPENNANDI Angel & Demons Tá ið pávin doyr, tekur ein felagsskapur fýra av favorittunum til at gerast nýggjur pávi til fanga og hóttir við at drepa teir. Boð verða send eftir granskaranum Robert Langdon fyri at hjálpa løgregluni at uppklára málið í Vatikaninum. Filmurin er uppfylgjari til Da Vinci Code og er minst líka spennandi. Tom Hanks hevur leiklutin sum tann gløggi granskarin. TANN HUGVEKJANDI Night Train To Lisbon Tá ið tann smákeðiligi professarin Raimund Gregorius hittir kvinnu í reyðum frakka og finnur eitt gamalt yrkingsavn, fer hann við tokinum til Lisbon fyri at finna fram til søguna um kvinnuna og bókina. Hetta verður ein uppklárandi ferð, sum eisini gevur professaranum nakað at hugsa um. Bille August hevur leikstjórnað filminum, sum hevur Jeromy Irons í høvuðsleikslutinum. TANN KLASSISKI Home Alone Tá ið familjan fer á jólaferð, gloyma tey 8 ára gamla Kevin eftir heima. Hann skal verða einsamallur heima, samstundis sum tveir tjóvar ætla sær at bróta inn í húsini hjá familjuni. Tað er pallsetingin fyri einum stuttligum og eitt sindur spennandi filmi, sum øll familjan kann savnast um ár eftir ár. Bæði fyrsti og annar og triði filmurin í Home Alone røðini kunnu síggjast á Netflix. Midnight In Paris Ein av nýggjaru filmunum í longu røðini av Woody Allen filmum. Stuttlig søga um eitt par, sum fer til París, men hevur ymisk áhugamál. Tá ið maðurin á midnátt fleiri kvøld verður førdur aftur í gyltu tíðina hjá París, verður hann lívgaður upp og fær stórar upplivingar. Frástøðan til unnustuna veksur, og tað kemur til eina endaliga uppgerð. Ein frálíkur filmur við sterkum persónligheitum og einari fínari tíðarmynd av París. TANN VIÐURKENDI