Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 74

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 42 BLAÐIÐ Spøl Jólafriður ræður LAGT TIL RÆTTIS: Eyðun Klakstein TÁ JÓLAAFTAN ER FARIN AFTURUM, ER TAÐ VÓNANDI TÍÐ TIL TANN VÆLSIGNAÐA JÓLAFRIÐIN. TVEIR DAGAR, HAR VIT KUNNU NJÓTA TÍÐINA SAMAN VIÐ OKKARA KÆRU ELLA TIL AT LESA OG HYGGJA AT TÍ, VIT IKKI HAVA TÍÐ TIL Í STRONGDA GERANDISDEGNUM Ein av siðvenjunum í mínum barnaheimi var, at børn og vaksin settu seg at spæla Trivial Pursuit onkran av jóladøgunum. Familjuútgávan er mangan torfør, og tá er stuttligari hjá ungum og børnum at verða við. Bøkur Føroysk krimisøga »Hitt blinda liðið« er 292 ógvuliga spennandi síður. Nýggjasta krimisøgan hjá Jógvan Isaksen fær frálík ummæli, og søgan snýr seg um drápsmál í døgunum kring sólarmyrkingina. Lisbet Salander kemur aftur í Milennium 4 Hóast Stieg Larsson bara náddi at skriva tríggjar bøkur um Lisbet Salander, so er nú fjórða bókin útkomin við nýggjum høvundi – David Lagercrantz. Nógv hava sett spurnartekin við hetta hugskotið, men bókin er væl móttikin og avgjørt verd at lesa. Nógvar, bæði útlendskar og føroyskar, bøkur eru komnar út í ár, og fá ting eru so avslappandi sum at søkka inn í ein bókaheim Filmar Klassiskur jólafilmur Ein frálíkur og klassiskur jólafilmur er »It's a wonderful life« frá 1946, sum er vorðin ein siður hjá nógvum at hyggja eftir á jólum. Sjarmerandi bretskt »Love actually« er onki annað enn ein pakki av gleði, romantikki, látri og góðum tónleiki. Góðir sjónleikarir sum Hugh Grant, Emma Thompson og Bill Nighy gera sjálvandi eisini sítt til, at hetta er ein frálíkur jólafilmur. Jóladunnan yvir allar aðrar Anders And má ikki gloymast á jólum. Kringvarpið plagar at senda eitt sindur av jólunum hjá Anders And jólaaftan. Annars ber sjálvandi til at hyggja á netinum eftir fittu filmunum um Askepot, Snjóhvítu, Mickey og øll hini. Favoritturin hjá nógvum »The Holiday« við Jude Law, Cameron Diaz og Kate Winslet er av bæði jólaligur og romantiskur. Onnur tipp til jóladagarnar: Gang ein túr Tak eina steðg frá sosialu miðlunum Fá tær ein seinnaparsslúr Dramatikkur úr veruleikanum Tað er næstan vorðið ein siðvenja at lesa bøkurnar »Skakandi tilburðir« um jóltíðir. Í hesi bókini eru 13 tilburðir, sum eru bæði frá skipi og landi.